Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 9 Skrivstovulærlingar til Atlantic Airways Við støði í okkara Kundatænastu (Customer Services), kemur tú fyrst og fremst at læra og starvast innan sølu, tænastu og fyrisiting. Tú kemur eisini at verða á øðrum deildum í felagnum. Í lærutíðini gerst tú ein partur av okkara starvsfólkahópi, har tú eisini fært vaktir, sum eru galdandi fyri deildina, har tú starvast. Útbúgvingin gevur tær góðar møguleikar at arbeiða sjálvstøðugt og at menna teg bæði fakliga og persónliga. Vit vænta, at tú hevur áhugað og møguligar royndir innan tænastu og umsiting og at tær dámar væl at arbeiða við fólki í einum skiftandi umhvørvi, har tað sum oftast er nógv at gera. Tú kanst gleða teg til eina lærutíð við nógvum avbjóðingum og spennandi uppgávum. Lærutíðin kann byrja beinanvegin eftir nærri avtalu. Lærlingasetanin er sambært galdandi sáttmála við S&K. Um tú hevur FHS-prógv, er lærutíðin 3 ár. Hevur tú HH-prógv, er lærutíðin 2 ár. Hevur tú hug at søkja læru- plássið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile. com/wq3ce6 Á leinkinum skalt tú svara spurnarblaðnum, viðfesta mynd, viðkomandi prógv, revsiváttan og eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðs- royndir, tú hevur. Umsóknarfreistin er tann 18. apríl 2016. Hevur tú spurningar til læru- plássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólbjørg L. Magnussen á tel 21 37 81 ella við telduposti til solbjorg@atlantic.fo. Atlantic Airways Vagar Airport 380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Søkt verður eftir tveimum skrivstovulærlingum til høvuðsskrivstovu okkara á Vága Floghavn. Fólk til innskrivingina hjá Atlantic Airways Starvið fevnir um innskriving (check in) av ferðafólki og ymiskt fyrifallandi støðarbeiði. Talan er um eitt parttíðarstarv við skiftandi vaktum og arbeiðstíðum. Tú kemur dagliga at taka ímóti og veita tænastu til okkara kundar, og tí er umráðandi, at tú ert smílandi, fyrikomandi og vinarlig/ur av lindi og kanst arbeiða sjálvstøðugt. Tú skal vera fylt/ur 18 ár og kunna tosa og skilja enskt og skandinaviskt mál. Somuleiðis skal tú duga við teldu- og pappírsarbeiði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at seta seg í samband við Sólbjørg L. Magnussen á tel 21 37 81 ella við telduposti til solbjorg@atlantic.fo. Umsókn Skrivlig umsókn saman við mynd, avritum av prógvum, cv, revsiváttan v.m. skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo Umsóknarfreistin er tann 18. apríl 2016. Atlantic Airways Vagar Airport 380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Søkt verður eftir fólki til avgreiðsluna hjá Atlantic Airways á flogvøllinum. Minni pína – betri úrslit J.C. Svabosgøta 6 – Tórshavn – tel. 315 777 · ergo@ergo.fo · www.ergo.fo HÁRTØKA Pannan Síðan á andlitinum Andlitið Undirarmar Bróstvørtur Lendar Beinini Bikinilinjan Búk- og nalvaøkið Armar Undirarmar Beinini Hendur og føtur Varrar, høka, hálsur og onnur øki við nýggjastu lasertøkni Løgtingshúsini skulu hava nýggjan klædning í summar, og í hesum sambandi verður arbeiðið boðið út alment. Arbeiðið fevnir um at taka verandi klædning burtur, og at klæða og mála løgtingshúsini av nýggjum. Øll, sum hava áhuga í at bjóða upp á hetta arbeiðið, kunnu venda sær til Løgtingið, Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294 ella Dánial Tauser, húsavørð á tlf. 282450 fyri at fáa neyvari upplýsingar og fyri at fáa útbjóðingartilfar útflýggjað. Møgulig tilboð upp á arbeiðið skulu vera Løgtinginum, Tinghúsvegur 1-3, Postrúm 208, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. apríl 2016. ÚTBJÓÐING AV ARBEIÐINUM AT SKIFTA OG MÁLA KLÆDNING Á TINGHÚSINUM