hósdagur 7. apríl 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
8
PERSÓNSSØGA
– Tað fara vit ongantíð at vita.
Men tann spurningin hava vit
mangan reist, sigur Hallbjørg
Hansen.
Eftir eina stund á ríkissjúkra
húsinum gekk leiðin heimaftur til
Føroya til eitt lív við dialysu.
Vónir um transplantatión
Fyrsta árið í Føroyum fór til at
venja seg við umstøðurnar. Tað lá
í kortunum, tá Eiler fór av ríkis
sjúkrahúsinum, at tað var møgu
leiki fyri at fáa transplantatión.
Men eftir neyvari kanning í Dan
mark komu boð av ríkissjúkra
húsinum um, at tað helst ikki fór
at bera til kortini.
Í 2003 varð tó ein nýggjur nýra
konsulentur knýttur á Lands
sjúkrahúsinum, og hann hevði eina
øðrvísi hugsan. Eiler skuldi fáa bæði
nýra og hjarta transplantatión. Tí
fór Eiler á Líknargøtu úr Føroyum
og til Danmarkar at búgva í 2004,
har hann eisini gekk regluliga til
dialysuviðgerð, meðan hann bíðaði
eftir boðum.
– Eg skuldi vera so nær við ríkis
sjúkrahúsið sum gjørligt, og mátti
ikki fara longri enn ein tíma burtur
frá. Eg gekk við einum bibbara
líka fram til 2007, sigur Eiler á
Líknargøtu.
Men bibbarin fór ongantíð at
ringja. Í 2006 versnaði støðan hjá
Eileri munandi, og tað vísti seg,
at krabbamein hevði sett seg í
óvirknu nýruni. Og bæði vórðu
tikin.
Í apríl 2007 fekk hann at vita, at
hann var ov veikur til at fáa eina
transplantatión, og tí varð alt av
blást, og Eiler flutti heimaftur á
klettarnar.
– Eg gekk í meira enn trý ár og
bíðaði eftir hesum. Tú kanst ætla,
tað var skuffandi, tá eg so onga
transplantatión fekk kortini, sigur
Eiler á Líknargøtu.
Hann og Hallbjørg fóru heim
aftur til Føroya við tí vitan, at
lívið nú skuldi haldast í gongd við
dialysu.
– Eg visti jú tað, at dialysa ikki
lekir nakran. Tað leingir lívið, men
ikki meira enn tað, sigur Eiler á
Líknargøtu.
Fýra dagar um vikuna
á landssjúkrahúsinum
Síðani tá hevur veruleikin hjá Eileri
verið tann, at áleið 20 tímar um
vikuna skulu setast av til dialysu
viðgerð á landssjúkrahúsinum.
Hvønn mánadag, mikudag, fríggja
dag og leygardag skal Eiler møta á
landssjúkrahúsinum, har hann
saman við áleið fimm øðrum situr
hvønn morgun til hesa viðgerð.
Dialysuviðgerðin er ein háttur at
taka burtur ótørv (affaldsstoffur)
og óneyðuga vætu frá kroppinum,
tá ið nýruni gevast at rigga. Men
tað er ein strævin viðgerð.
– Tað er ótrúliga møðandi. Eg eri
ógvuliga troyttur teir dagarnar eg
eri til dialysu. Eg eri um morgunin,
so út á kvøldið teir dagarnar byrjar
at batna, sigur Eiler á Líknargøtu.
Hart umhvørvi hjá dialysu
sjúklingum í Føroyum
At vitja so fast á landssjúkrahús
inum saman við fimm øðrum við
førir, at tú fært ein tætt tilknýti
til hesar sjúklingar og fyri so vítt
allar dialysu sjúklingar í landinum.
Hesir fýra dagar í vikuni hjá Eileri
eru hildnir saman við øðrum í
somu støðu, í sama rúmi.
– Tað er eitt hart umhvørvi. Eg
havi kanska sitið saman við onkr
um í fýra, fimm ár, og so doyggja
tey burturfrá ella fáa tað verri.
Eingin blívur nakrantíð frískur,
sigur Eiler á Líknargøtu.
Síðani hann byrjaði at ganga til
dialysuviðgerð á landssjúkrahús
inum eru áleið 14-15 føroyingar,
sum hann veit um, sum hava fingið
nýratransplantatión.
– Og tá tú so hugsar um, at eini
70 eru deyð, bara meðan eg havi
verið har, so sært tú, at tað ert
eitt hart umhvørvi fyri okkum øll,
sigur Eiler á Líknargøtu.
Spurningurin, sum mangan
reisist í høvdinum hjá Eiler er, nær
tað man vera hansara túrur.
– Eg havi livað við hesum í 15 ár.
Og eg havi eitt sera veikt hjarta.
Eg havi enntá einaferð yvirlivað
hjartastopp. Tað er ótrúligt, tá man
hugsar um standin á hjartanum,
sigur Eiler á Líknargøtu.
Tað var í 2013, at Eiler á Líknar
gøtu varð innlagdur og fekk hjarta
stopp. Hallbjørg var einsamøll við
honum á stovuni ta løtuna hjarta
gavst at pumpa.
– Tað var hart, men eisini tað
gekk. Eftirfylgjandi fekk Eiler
innopererað eitt tól, sum skal seta
hjarta ígongd aftur, um tað steðgar.
Men tað var eitt fremmandalikam,
so tað vóru eisini vandar við tí.
Hann varð so sjúkur av infektión
um av tólinum, sum læknar ikki
fingu tamarhald á, og tí skuldi tað
úr aftur hálvtannað ár eftir, tí tað
var mett at vera tryggari, sigur
Hallbjørg Hansen fyri at vísa á, at
lívið við ongum nýrum og veikum
hjarta viðførir alskyns aðrar av
bjóðingar, sum tilsamans geva eitt
ómenniskjaligt stórt trýst á Eiler
og hansara familju.
Og júst av tí orsøk vóna tey
bæði, at umstøðurnar hjá dialysu
sjúklingum eru betur nú enn tær
vóru, tá ið Eiler gjørdist sjúkur.
– Hann gjørdist óarbeiðsførur
frá degi til dags. Tað var eitt skelk
ur hjá okkum, og tá sjúka fyllur
so nógv, so skal allur stuðul frá
tí almenna og frá heilsumyndug
leikunum rigga uttan trupulleikar.
Tað er ov nógv at taka sær av tí
eisini, sigur Hallbjørg Hansen og
staðfestir, at tað hóast alt eru 15
ár síðani, at tey bæði stóðu yvir
fyri trupulleikum við tí almennu
skipanini.
Slapp ongantíð
aftur til arbeiðis
Nú Hallbjørg er farin at seta orð á
upplivingarnar fyri 15 árum síðani
slepst ikki undan at venda aftur
til tað, sum Eiler eisini misti, tá ið
tarmarnir fóru at bila. Arbeiði. Og
tað er greitt, at júst skerdi arbeiðs
førleikin ávirkan Eiler enn tann
dag í dag.
– Tað var ótrúliga hart at síggja
øll onnur fara til arbeiðis, mála hús,
vaska túnið og slíkt, meðan eg bara
sat í vindeyganum og eygleiddi tey,
sigur Eiler á Líknargøtu.
Hann arbeiddi hjá Havsbrún
og búði á Kambsdali, tá ið hann í
2001 gjørdist sjúkur – einans 47 ára
gamal.
– Ímynda tær, at títt arbeiðslív
steðgar á so ungum árum. Tað er
ótrúliga trupult at venja seg við,
sigur Eiler á Líknargøtu.
Hann ætlaði sær altíð aftur til
arbeiðis, men nú 15 ár eru farin má
bara staðfestast, at tað kemur hann
ongantíð. Eiler er við gott mót og er
uttan iva ein sterkur maður. Men
sjúkralegan hevur ávirkað hann –
og forstáiligt so.
– Eg havi onkuntíð hugsað um
at sleppa herfrá. Tað er ímóti øllum
oddsunum, at eg eri her enn, men
onkursvegna havi eg klárað at siglt
millum skerini. Men tað er tyngj
andi, staðfestur Eiler á Líknargøtu.
Í dag er hann tó onkursvegna
sloppin aftur til arbeiðis. Ella so
leiðis roynir hann sjálvur at síggja
veruleikan. Og hansara góða sam
band við landssjúkrahúsið ger, at
hann kennir seg heima har.
– Eg fari til arbeiðis eins og øll
onnur. Munurin er bara, at mítt
arbeiði er á dialysudeildini, sigur
Eiler smílandi.
Hann slær at enda fast, at uttan
gott bakland og stuðul, so ber ein
slík sjúkralega ikki til at yvirliva.
– Eg havi eina góða konu, tvey
deilig børn og fimm abbabørn. Eg
eri takksamur fyri alt tað, sum tey
øll hava gjørt fyri meg, sigur Eiler
á Líknargøtu.
Og tá umræður standin hjá
nýrasjúklingum í Føroyum, so er
eitt, sum í dag er blivið munandi
betri frá tí Eiler gjørdist sjúkur
fyri 15 árum síðani. Vit hava fingið
okkara egna nýralækna.
– Tá eg kom aftur til Føroya í
2007, so merktist tað av álvara, at
vit nú høvdu ein fulltíðar nýra
lækna á staðnum. Tú kennir teg
bara tryggari, tá onkur er hjá
staddur, sum hevur servitan um
tína sjúku, sigur Eiler á Líknargøtu,
dialysusjúklingur í Føroyum sein
astu 15 árini.
»Tað var ótrúliga hart at síggja øll onnur fara til
arbeiðis, mála hús, vaska túnið og slíkt, meðan eg bara
sat í vindeyganum og eygleiddu tey«
Eiler á Líknargøtu
■ Matur hjá dialysusjúklingum
Kosturin hjá einum dialysusjúklingi er ógvuliga skerdur.
Tú skal helst eta reinan mat – tað vil siga kjøt og fisk.
Breyð kanst tú eta, men í smærri mongdum. Matur sum
bananir, appelsinir, sjokoláta, kakao og líknandi kemur
ikki uppá tal. Kaffi kanst tú drekka, men bert ein kopp
um dagin. Hetta er tí, at tá nýruni ikki rigga, so vera tey
óneyðugu evnini ikki søldað burtur frá kroppinum, og
tað er júst hetta, sum dialysuviðgerðin ger. Men hóast
viðgerðina, so vera dialysusjúklingar ússaligir av at eta
mat, sum inniheldur tey skeivu evnini.
■ Ferðast sum dialysusjúklingur
Tað er eyðsæð, at dialysusjúklingar eru ógvuliga skerdir,
tá ið umræður ferðing. Eiler á Líknargøtu hevur trupul
leikar við at fara av landinum í feriuørindum, tí hann skal
vera tætt knýttur at dialysutóli so at siga annan hvønn
dag. Danska Nýrafelagið hevur tó tikið hædd fyri hesum,
og tí hava tey skipað fyri nøkrum feriuíbúðum, har
dialysutól og sjúkrasystrar eru knýttar at.
■ Hvat er dialysuviðgerð?
Tá nýruni ikki rigga merkir tað, at kroppurin fyllist við
affaldsstoffum og óneyðugari vætu, og tú gerst sera illa
fyri, og kanst ikki yvirliva uttan stuðul frá dialysutól
inum. Dialysuviðgerð merkir, at kroppurin verður tømdur
fyri yvirskotsvætu og fyri affaldsstoffir, sum eru í kropp
inum, men ikki verða filtrerað gjøgnum nýra – eins og hjá
frískum.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Í 2001 arbeiddi Eiler á Líknargøtu hjá Havsbrún, men gjørdist akutsjúkur, og
kom ongantíð aftur til arbeiðis. – Tað er framvegis hart at viðurkenna, at eg
ongantíð aftur kann arbeiða, sigur Eiler, sum tá bert var 47 ára gamal
MYND: FINNUR JUSTINUSSEN / FOTOSTUDIO