Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 26 SAMFELAG Reportasja BIRGITH LASSEN Í Mjørkadali byrjar dagurin klokkan hálvgum átta. Terji fer upp at fáa sær kaffi og ritalin. Hann hevur sitið inni síðani. Fyri harðskap. Hetta er triðju ferð, hann situr í Mjørkadali. Fimm ár av sínum 26 ára langa lívi hevur hann sitið í fongsli. Bæði í Føroyum og Danmark. Hann hopar, at hetta er seinastu ferð. Men ivast sjálvur. – Fyri hvørja ferð eg siti inni, gerist eg meir og meir kriminellur, sigur hann. Aftaná morgunmatin fer Heri til arbeiðis í arbeiðs­skúr­inum hjá fangunum í Mjørkadali. Og tó. Seinasta hálvtannað árið hevur einki arbeiði verið hjá før­oysku fangunum. Onkuntíð sleppa teir ein túr upp á Sornfelli við fjalla­ súkklu. Ella ein túr í Bónus at keypa inn. Annars fáa teir tímarnar at ganga, meðan teir spæla kort, roykja sigarettir og drekka kaffi í ar­beiðs­skúrinum. »Kom her! Eg vil hava børn«, rópar ein fangi úr arbeiðsskúrinum, tá eg gangi framvið. – Eg eri ikki tann einasti her sum hevur ADHD, sigur Heri flenn­ andi. Hann greiður frá, hvussu ør­ kyml­andi tað er at sita inni, tá man er rastleysur og hevur so nógv meir orku enn tey flestu. – Tað ger bara, at eg verði sansa­ leysur, tá eg endiliga verði leys­latin aftur. So skundi eg mær út í býin, drekki meg fullan og so end­ar tað ofta galið aftur, fortelur hann. Hann trippar við báðum bein­ unum. Um døgurðatíð verða fangar­ nir leiddir inn aftur í kømrini. Í Mjørkadali er einki prát við døgurða­borðið. Her sita teir hvør í sín­um lag og eta á hvør sínum kam­ari. Kømrini eru hampiliga rúm­lig, og hava sjónvarp við fleiri rásum og eitt vakurt útsýni yvir Kaldbaks­fjørð. Útsýnið er tó eitt sindur tarnað av fongsuls­hegn­ inum, sum er sett fyri rútin. Í dag fáa teir hakkibúff við brún­ari sós. Júst sum sjúklingarnir á Lands­sjúkrahúsinum. Maturin verður nevniliga tilgjørdur í køk­ inum hjá Landssjúkrahúsinum og síðani koyrdur niðan í Mjørkadal. – Lorta matur, sigur Heri, at tað er. Omaná fáa teir eina skál við dósa­ferskum og róma. Eitt sjálsamt innlit Í 250 metrar hædd umleið 15 kilo­ metrar í ein útnyrðing úr Havn liggur eitt gamalt hermannabýli, sum NATO bygdi í 1962. Fyri sjey árum síðani flutti varðhaldið úr Jónas Broncks Gøtu og niðan í Mjørkadal. Gamla hermannabýlið hýsir bæði grovastu brots­monn­ unum og teimum, sum skulu sita inni fyri bøtur. Drápsmonnum og teimum, sum hava koyrt ov skjótt. Hetta er ikki eitt fongsul men eitt varðhald. Her savnast tey, sum á ein ella annan hátt hava traðkað út­um juridisku mørkini og bíða eftir at fáa sín dóm. Er dómurin longri enn eitt vist, verða fangarnir oftast fluttir til Danmarkar at sita. Á einum kontóri í Mjørkadali arbeiður Elkin Klettheyggj. Hon er leiðari á Kriminalforsorgini í Føroyum. Tað er sjálsamt at al­ menn­ingurin sleppur at síggja, hvussu tingini ganga fyri seg aftan­fyri afturlæstu hurðunum í Mjørka­dali. Treytin fyri at skriva repor­tasju úr Mjørkadali er, at sam­leikin hjá fang­unum ikki verður al­manna­ kunn­gjørdur. Tí er Heri ikki veru­ liga navnið á tí fanganum, vit hava tosað við. Vit skulu eiheldur taka myndir av vakmyndatólum og aðr­ ari eftirlitsútgerð. Í Arresthúsinum í Mjørkadali er pláss fyri 14 fangum. Tey 14 kømrini eru spjødd á trimum hæddum. Hvør hædd hevur ávikavíst fimm ella fýra kømur við vesi, ein køk, eitt vaski­rúm og eina brúsu. Skuldi til skips sama dag Í løtuni sita 10 fangar í Mjørkadali. Heri hevur roknað út, at átta av teimum hava sitið inni fyrr. Heri býr á eini hædd saman við tveim­ um øðrum; einum sum situr inni fyri dráp og einum sum situr fyri neyð­tøku­roynd. Eg verði sansa­ leysur, tá eg endiliga verði leys­latin aftur. So skundi eg mær út í býin, drekki meg fullan og so endar tað ofta galið aftur« Framhald á næstu síðu MYNDIR: BIRGITH LASSEN Í Arresthúsinum er pláss fyri 14 fangum FANGARNIR Í MJØRKADALI – Fyri hvørja ferð eg siti inni, gerist eg meir og meir kriminellur, sigur Heri, sum situr inni fyri harðskap