Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 25 Journalistiskar avdúkingar gjøgnum tíðina Watergate Kendasta dømi um journalistiskar avdúkingar er ivaleyst Watergate málið í USA, sum fór fram fyrst í 70 árunum. Málið snúði seg í høvuðs­ heitunum um eina avdúking um, at Richard Nixon, táverandi forseti í USA, var við til at avlurta og bróta inn í hølini hjá Demokratisku National­komiteeini í USA. Journalistarnir Carl Bernstein og Bob Woodward á Washington Post funnu fram til sambandið millum forsetan og innbrotið hjá demokratunum. Dulnevnda keld­an, sum gav journalistunum kunn­ing og spor at leita eftir, varð tá rópt Deep Throat. Í 2005 gjørd­ist greitt, at Deep Throat var Mark Felt, táverandi varastjóri í FBI. Málið endaði við, at Richard Nixon legið frá sær sum forseti í USA, sum tann fyrsti og einasti for­ setin nakrantíð. Irangate Snýr segði í høvuðsheitunum um eina avdúking í USA í samband við sølu av vápnum. Tað var meðan Ronald Regan var forseti í USA, at libanes­iska blaðið – Ash-Shiraa – kunn­gjørdi prógv fyri, at USA seldi vápn til Iran. Orsøkin var tá sam­ bært myndugleikunum, at tað var við tí fyri eyga, at fáa amerikanskar gíslar leislatnar. Avdúkingin endaði í rættar­ málum og vardi í fleiri ár. WikiLeaks WikiLeaks og stovnarin Julian Assange standa aftanfyri eina ør­ grynnu av størri miðlasøgum sein­ astu árini. Við at útflýggja áður loynilig skjøl frá ymiskum felags­ skap­inum og almennum myndug­ leik­um, hevur WikiLeaks givið miðl­unum høvi til at varpa ljós á al­skyns viðurskifti. Her nevna vit nakrar gølur frá WikiLeaks: Guantanamo Bay fangalegan, 2007 Eitt skjal frá 2003 varð almanna­ kunn­gjørt av Wikileaks í 2007. Skjalið vísti millum annað dag­ligar, ræðuligar mannagongdir á fanga­ leguni, og at nakrir fangar vóru fjaldir burtur, tá ið altjóða Reyði Kross­ur vitjaði á staðnum – eitt fakt­um, sum amerikanski herurin fleiri ferðir hevði avsannað áðrenn. Í 2011 fór WikiLeaks aftur eftir Guantanamo Bay fangaleguni, og fleiri hundrað áður loynilig skjøl um fangarnar á staðnum, vórðu al­manna­kunngjørd. Afghanska krígsdagbókin Í 2010 fingu The Guardian, The New York Times og Der Spiegel inn­lit í 92.000 skjøl frá krígnum í Afghanistan, sum vísti eitt detaljer­ að innlit í einstakar hend­ing­ar und­ ir krígnum – millum annað hvussu nógv sivil fólk og hermenn høvdu latið lív undir krígnum. WikiLeaks hevur verið rótin til eina ørgrynnu av øðrum søg­ um. Eitt nú um avlurting frá amerikonsku stjórnini, um kríggi í Irak, um korruptión í Sýria, í amerikanska militerinum, í Tunesia og so framvegis. Samanlagt hevur WikiLeaks likið heili 10 milliónir skjøl til miðlarnar. Avlurtingar­kreppan Edwards Snowden er varskógvarin handan fleiri altjóða kreppur. Amerikanski KT serfrøðingurin hevur starvast fyri NSA, og í 2013 lak hann loynilig skjøl til fleiri ymiskar miðlar. Skjøl, sum prógv­aðu, at USA avlurtaði sínar egnu borgarar og fólk og heims­ leið­arar kring allan knøttin. Eitt nú varð prógvað, at USA hevur av­lurt­að Angelu Merkel, týska kansl­ar­anum. Skjølini vístu eis­ ini, hvussu lætt og ómakaleyst NSA kundi leitað og bróta seg inn á privatsamskifti hjá fólki. Hetta elvdi til stjórnarkreppur mill­um eitt nú USA og Týskland, og ikki minst til uppreistur í tí ameri­ kanska fólkinum. Monicagate Í januar í 1998 bóru amerikanskir miðlar eina gølusøgu av teimum heilt stóru. Talan var um fjasaríið mill­um táverandi forsetan Bill Clinton og ein av ungu starvs­fólk­ unum í Hvíta Húsinum, Monica Lewinsky. Í byrjanini avnoktaði Bill Clinton, men varð at enda noyddur at við­ganga sannleikan. Hetta fekk álvar­saman fylgur fyri Clinton. Bill Clinton, sum eisini er sakførari, varð ikki koyrdur frá sum forseti, men hann varð suspenderaður í at fremja løgfrøðiligt virksemi fimm ár fram, orsaka av følskum vitnis­ buri í samband við rættarmálið. BARBARA@SOSIALURIN.FO Miðlar verða róptir fyri fjóðra statsvaldið – vakthundurin – hvørs fremsta uppgáva er at halda eitt vakið eyga við tey, sum sita á valdinum Panamaskjølini byrjaðu sum ein søga hjá týska blaðnum Süddeutche Zeitung, men endaði sum ein felagssøga hjá yvir 100 miðlahúsum kring knøttin. Ígjøgnum journalistiska felagsskapin ICIJ hava journalistar í hóptali analysera skjølini og gjørt søgur burturúr tí, sum tey har hava funnið. Tað er sjón fyri søgn, at vakthundurin framvegis er sína uppgávu vaksin, og at gravandi journalistikkur framvegis eigur ein týðandi leiklut í dagsins samfelag. Og hóast hetta er størsta avdúkingin í longri tíð, so hava eisini áður verið dømi um, at journalistiskar avdúkingar og samstarv millum miðlar og varskógvarar hava elvt til stjórnarkreppur av ymiskum slag. Bankasendingarnar Síðst í 90’árunum sendi Sjón­varp Føroya tríggjar dokumentar­send­ ingar, sum vístu áður loyniligar saman­hangir millum føroysku krepp­una fyrst í 90’árunum og donsku stjórnini. Sendingarnar góvu innlit í ósemjuna millum lands­stýrið og donsku stjórnina í tí so­nevnda bankamálinum. Um krøv sett úr Danmark til føroysku stjórn­ina og um misnøgdina í Føroyum. Málið endaði umsíðir við, at landsstýrið fekk endurgjald frá donsku stjórnini fyri bjargingina av Sjóvinnubankanum og Føroya Banka í 1992 og 1993. Tollmálið Í 2013 og 2014 fóru Kringvarpið og portal.fo undir at lýsa málið, sum skjótt varð doypt Tollmálið. Málið snúði seg í stuttum um, at Jørgen Niclasen – fíggjarmálaráðharri, meðan málið varð lýst - í starvið sum stjóri í familjufyritøku fyrst í 90’árunum, skuldi hava snýtt í tollið. Málið skapti eina veru­liga sam­gongukreppu mill­um flokk­ ar­nar Fólkaflokkin, Sam­bands­ flokkin og Miðflokkin. Jørgen Niclasen stevndi ávís fólk hjá Kring­varpinum og portal.fo fyri æru­meið­ing, men Eystari Lands­ rættur fríkendi journalistar­nar. CIPmálið Í 2013 fóru stóru føroysku miðlarnir at grava í tí loyniligu avtalu, sum táverandi landsstýrið var í holtur við at gera við eitt danskt felag, um bygging av skálafjarðartunnlinum. Fleiri áður ókendar kristikar við­ merk­ingar komu fram í miðla­ viðgerðini. Eitt eftirspæl av CIPmálinum var, at løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, varð kannaður av kanningarstjóri, fyri sín leiklut og sínar útsagnir í sam­ band við CIPmálið. Ein onnur av­ leið­ing av miðladekninginum var, at eingin sáttmálið varð undir­ skriv­aður millum CIP og føroyska lands­stýrið. BARBARA@SOSIALURIN.FO Journalistiskar avdúkingar í Føroyum