hósdagur 7. apríl 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
24
SAMFELAG
Panamaskjølini
JOURNALISTAR
AVDÚKA STØRSTU
GØLU NAKRANTÍÐ
Journalistiska handverkið er í toppformi, nú yvir 100 miðlahús
kring knøttin saman hava kunngjørt tað, sum nú verður rópt
Panamaskjølini. Og enn hava vit bert sæð toppin av ísfjallinum
BARBARA HOLM
P
anamaskjølini verða al
menn í mai mánaði. Tað
sigur John Hansen, sum
er journalistur hjá danska
Politiken, og sum hevur arbeitt við
Panamamálinum seinastu mán
aðirnar.
Í dag fær hann ikki sagt nakað
um, hvørt føroyingar ella føroyskar
fyritøkur eru uppíblandaðar í
Panamamálinum, men sum skilst
verður møguligt hjá føroyingum
og øllum øðrum heimsborgarum,
at fáa innlit í øll Panamaskjølini
um ein góðan mánað ella so.
Tilfarið í Panamamálinum er so
mikið umfatandi, at neyðugt er at
leita í databasanum, um innlit skal
fáast. Í dag er bara ein brøkpartur
av tilfarinum alment.
– Journalistarnir, sum arbeiða
við hesum málinum, hava bundið
seg til, at halda øllum tilfari aftur
fyribils. Men seinni verður tað al
ment tilgongiligt hjá øllum, sigur
John Hansen, journalistur.
Eftirspælið verður øgiligt
Tað, sum byrjaði sum ein telefon
samrøða millum ein dulnevnd
an varskógvara og ein týskan
journalist hevur nú leitt til fleiri
stjórnarkreppur, mótmælisgong
ur, kanningar og kreppustøður
hjá fyritøkum og persónum kring
knøttin. Alt frá kongum til fótbólts
spælarum eru blandað uppí gøluna
tey kalla Panamaskjølini.
Panamaskjølini hava avdúkað,
hvussu umfatandi skattaskjól eru
farin fram ígjøgnum fleiri ára
tíggju, og hvussu nógv av heims
ins kendastu andlitinum og fyri
tøkum hava gjørt sær dælt av
møguleikanum.
Í Íslandi hevur hetta elvt til eina
størri kreppu, tí íslendski forsetin
Sigmund David Gunnlaugsson er
ein teirra, sum miðlarnir avdúkaðu
sum gagnnýtara av hesum skatta
friskjólinum í Panama.
Túsundtals íslendarar hava ver
ið savnaðir til mótmælisgongur
síðani skjølini vórðu kunngjørdu,
og tey krevja, at forsætisráðharrin
leggur frá sær orsaka av gøluni.
Í Danmark eru eisini gølur at
hóma. Sambært donskum miðl
um hava Nordea og JyskeBank
ráðgivið sínum kundum í hesum
møguleikanum í Panama, og har
við eggja til, at nýta hendan møgu
leikan til at sleppa undan at rinda
skatt í heimlandinum.
Fótbóltsspælarar sum Lionel
Messi, filmsstjørnur sum Jackie
Chan, fleiri fyrrverandi og núver
andi stjórnarleiðarar og fólkavald
kring knøttin eru nevnd í hesum
sambandinum, og enn eru bert ein
brotpartur av skjølunum komin
fram.
Falskar fyritøkur í Panama
Málið snýr seg um skjøl frá ein
ari stórari sakførarafyritøku í
Panama, við navninum Mossack
Fonseca. Talan er um áleið 11.5
milliónir skjøl frá fyritøkuni, sum
vísur, hvussu fyritøkan ráðgevur
fólki og fyritøkum í, hvussu tey
kunnu sleppa undan at rinda skatt.
Skattaskjólini verða gjøgnum
førd soleiðis, at Mossack Fonseca
stovnar fyritøkur fyri fólk, og so
leiðis fjalir veruliga eigaraskapin,
og harvið eru milliardir fjaldar í
loyniligum fyritøkum, sum sostatt
ikki verða skattaðar í heimland
inum hjá veruligu ánarunum.
Fleiri viðmerkjarar føra fram,
at hetta er eitt sermál á tann hátt,
at talan er um eina avdúking sum
prógvar, at tað er á teimum bonaðu
gólvunum, at hesi skattaskjólini
verða umrødd og gagnnýtt. Sam
stundis hevur kritikkur verið
av handfaringini av málinum, tí
skjølini eru ikki almenn, men bert
ein útvaldur skari av journalistur
sleppa framat at eftirkanna og al
mannakunngera skjølini. Sostatt
er óvist, hvat liggur og bíðar eftir
at sleppa fram í ljósið. Óansæð
hvussu víkur og vendur, so er eing
in ivi um, at Panamaskjølini fara at
fylla nógv í alheimsmiðlum kom
andi tíðina.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Journalistarnir,
sum arbeiða við
hesum málinum,
hava bundið seg
til, at halda øllum
tilfari aftur fyri
bils. Men seinni
verður tað al
ment tilgongiligt
hjá øllum«
John Hansen, journalistur
Yvir 100 miðlahús kring
knøttin hava kunngjørt
tað, sum nú verður
rópt Panamaskjølini
MYND: BBC.COM