hósdagur 7. apríl 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
23
Vart tú ikki við, tá ið vit fyri
góðum mánaði síðani gjørdu
súrdeiggj, men hevur hug
at royna teg nú? So kemur
uppskriftin her:
Blanda 1 súpiskeið av rugmjøli
við tvær súpiskeiðir av vatni –
gjarna lunkað. Lat standa í tveir
dagar á køksborðinum – uttan
lok. Ella onkra aðrastaðni. Okkurt
stað, har tað er eitt sindur heitt.
Ikki á vesinum. Okkurt stað,
har bakteriufloran í luftini er
eitt sindur lættari at hugsa um,
enn hon á vesinum. Eftir tveir
dagar koyrir tú eina súpiskeið av
rugmjøli í blandingina og rørir
runt. Nú kanst tú koyra lok á.
Lat standa yvir nátt. Morgunin
eftir eigur tú at síggja smáar
bløðrur í súrdeigginum, og tað
luktar (møguliga) søtt, eitt sindur
av edikki og eitt sindur av øl. Tað
er ymiskt, hvussu tað luktar, alt
eftir júst hvat fyri bakteriur og
soppasporar ráða í júst tínum
súrdeggi. Um tær ikki dámar
luktin, byrja so av nýggjum,
og vóna at okkurt
annað búsetur seg
í súrdeigginum
næstu ferð. Dámar
tær luktin, so
hevur tú fingið
eitt nýtt kelidjór.
Gev tí mat og
drekka hvørt kvøld
– tvær súpiskeiðir
av rugmjøli, og tvær av
vatni. Fimta dagin stoytir
tú næstan alt súrdeggið burtur
– lat umleið 1-2 cm upp eftir
ílatinum vera eftir. Gev tí nú mat
og drekka, og lat tað standa til
um kvøldið. Nú er klárt at brúka.
Orsøkin til at tú stoytir
so nógv burtur, er fyri at fáa
javnvág millum hvussu stórt
súrdeiggið er, og hvussu nógvan
mat tað fær.
Súrdeiggið kann goymast á
køksborðinum, og hetta er best,
um tú bakar ofta. Tá skal tað
hava
mat
og drekka
hvønn ella annan hvønn dag.
Hin møguleikin er at goyma
tað í kuldaskápinum. Tá kann
tað standa í minst tvær vikur
uttan mat og drekka. Minst
tó til at taka tað fram nakað
væl áðrenn tú bakar, so tað
nær at koma í gongd aftur úr
kuldaskápsdvalanum.
Gevið gætur!
Um tað er vandi fyri,
at súrdeiggið fer at
vera atvold til stress,
heldur enn at vera ein
áminning og ábending
um hvussu standurin
er, slepp so súrdeiggja-
ætlanunum beinanvegin.
Nú! Súrdeiggið fer ikki
at gera teg til eitt betur
menniskja, ella betra um
títt lív. Tað er bara uppá
móta og kul, og tí kann
tað tykjast so - og minst
til, tað sum er kul í dag, er
kiksað í morgin.
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
»Hevur tú tikið súrdeiggið
við til Føroyar? Áh tú ert
fitt«,
sigur Barbara, sum
arbeiðir saman við mær
á Kunningarstovuni.
Hon hittir meg ávegis
til arbeiðis, eg havi
súrdeiggið við, ætli
mær at royna at baka
eina súrdeiggjkøku
í dag. Hon er úti túr
saman við hundinum
Bondi. »Sjálvandi havi
eg súrdeiggið við!«
svari eg, »Tað er ein
livandi vera. Næstan
sum eitt kelidjór«,
sigi eg. Barbara bara
nikkar og flennir og
so fylgjast vit oman
á Kunningarstovuna,
hon við Bondi og eg við
súrdeigginum.
Tað er ikki heilt heitt
í Føroyum enn, men
tað er hugnaligt at sita
uttanfyri allíkavæl, man
má bara lata seg væl í
Prei
Hevur tú trupuleikar við at
fanga røttu bakteriurnar?
Royn so at koyra eitt lítið
sindur av hunangi, jogurt ella
rivnum súrepli í at byrja
við. Tað lættir um.
Soleiðis gert tú súrdeiggj: