Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 22 Matgerð »SÚRDEIGGIЫ Grillaður súrdeiggj-pitsabotnur TJÓÐHILD PATURSSON Y es! Bara ein flytikassi eftir at pakka upp, og so er sloppið! Hov, hvat er hatta? Eitt ílat við onkrum kleiggj­utum, klistrutum, slímutum… Hmm… Ná ja, súrdeiggið! Mín stressmátari! Ja, eg plagi at kalla mítt súrdeiggj og stovuplanturnar fyri mínar stressmátarar. Standurin á teim­um sigur ofta nógv um hvussu stand- urin er hjá mær. Góðasta! Hvussu leingi manst tú hava ligið her, niðast í flytieskjuni? Hví byrjaði eg ikki við hesu eskjuni? Man tað hava yvirlivað langa túrin úr Svø­ríki til Nólsoyar + bíðitíðina á tvær vikur á mínum stovugólvi? Sniff, sniff, jú, hetta luktar bara heilt væl. Enn eitt stressað og press­að tíðarskeið í mínum lívi hev­ur súrdeiggið yvirlivað. Góði stress­mátari, nú skal eg geva tær eitt sindur at eta og eitt sindur at drekka, eg skal vera meira heima og ansa betur eftir tær – so fáa vit tað bæði óivað betur! Hevur tú eisini gloymt títt súr­ deiggj har allar aftast í køli­skáp­ inum? Ella møguliga í eini flyti­ eskju, sum eg? Ja, so er at taka tað fram og geva tí eitt sindur av um­ sorgan. Mat, drekka og møguliga eitt bað (av og á kanst tú vaska krukkuna, súrdeiggið er í. Syrg bara fyri at ongar sápurestir eru í ílat­in­ um, tá ið tú letur súrdeiggið í aftur). Súrdeiggj-pitsa Til tvær pitsa Í yvirskriftini stendur grillað pitsa, men tit avgera sjálvandi púrasta sjálvi um tit grilla hana ella baka hana í ovninum. Í mín­ um dreymaheimi verður gott veður leygar­dagin, og vit kunnu grilla pitsa uttan fyri á føðingar­ degnum hjá Ýr. Áh, sum tað hevði verið kul. Hon hevur skikkað sær væl, so eg havi allar vónir um tað ;) • 3 rokaðar spsk av súrdeiggi (eg brúkti rugsúrdeiggj. Tað skal vera ordiliga gongd í súr­ deigginum, áðrenn tú brúkar tað. Mata tað væl kvøldið fyri) • 2 dl av vatn • 1 spsk av olivenolju • 1 tsk av sukuri • 50 gram av rugmjøli • 250-300 gram av hveitimjøli (alt eftir hvussu flótandi títt súrdeiggj er) • 1 tsk av salti Rør súrdeiggj, vatn, olju, salt og sukur saman. Rør síðani mjølið útí. Lat deiggið fyrst standa á borðinum í ein tíma. Deil tað síðani í tveir bitar, koyr foliu runt um og legg tað í kuldaskápið til tú skalt brúka tað. Minst 8 tímar. Eg havi roynt at latið tað ligið har í heili 48 tímar uttan trupuleikar, men hugsa um, at jú longur tað liggur, jú súrari verður deiggið. At GRLLA pitsa Tað er okkurt við at grilla, sum ger at alt smakkar betur. Eisini tá ið man, sum eg, snýtir við at brúka eina gass­grill. Eg haldi ikki at tað er sjálvur smakkurin, ið ger at tað »smakkar« væl, men heldur hugnin rundan um grillina, og so sjálvsagt tað at vera úti. Tað riggar óføra væl at grilla pitsu, men tú skalt hugsað um at hava grillina ordiliga heita. Rulla deiggið út á einum mjølað­ um borði. Legg pitsabotnin á grill­ ina og koyr lokið á. Bakað í umleið 2 minuttir – hetta er ógvuliga ymiskt, alt eftir hvussu heit grillin er. Vend síðani pitsabotninum og koyr so fylluna á – Ja, ímeðan hon liggur á grillini. Koyr lokið á aftur grillina. Pitsan er klár tá ið osturin er smeltaður – umleið 2-3 minuttir. MÍN GOYMDI OG GLOYMDI STRESSMÁTARI At koyra oman á pitsubotnin Tú kanst koyra so at siga hvat sum helst á pitsa – men tað mesta riggar best um tú skerir tað ORDILIGA tunt. Hendan dagin gjørdu vit eina margarita: tomatsós og ost – og so sjálvandi hvítleyk og olivenolja. Tað ger alt betur. Tað ber til at koyra hvat sum helst á pitsa, bara tað verður skorið nóg tunt. Hendan dagin valdu vit tó eina margarita. Bara tomatsós og ost – hetta fyri at smakka botnin betur Minnst til at koyra lokið á grillina, tí annars smeltar osturin ikki. Eingin tomatsós var eftir, so hendan pitsan bleiv at enda ein dessert-pitsa við rabarbum og rørsukuri