Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 21 og so stendur hon og balanserar á hinum – hevði hon havt ein triðja fót, so eri eg vís í, at hon hevði funn­ið uppá at brúkt hann til okk­ urt skilagott eisini. Dreymrúm- og marionett­ dukkuframsýning Allar 32 marionett-dukkurnar hjá Rakel verða sýndar fram á Barna­festivalinum í Norður­landa­ húsinum komandi vikuna. Afturat marionettdukkunum hevur Rakel Helmsdal skapt dreymrúm. Og hvat er so eitt dreymrúm? Man kann siga at eitt dreymrúm er ein trý­dimensionell mynd. ‘Mítt høvd er altíð fult av myndum, men eg havi ongantíð lært meg at tekna, so eg havi ikki dugað at fing­ið myndirnar út’, sigur Rakel Helmsdal. Við dreym­ rúm­unum hev­ur Rakel funnið ein máta at um­seta myndirnar í sínum høvdi til nakað, ið vit onnur kunnu síggja. ‘Hetta er nakað av tí stuttligasta, eg nakrantíð havi gjørt’, sigur Rakel um dreymrúmini. Rakel Helmsdal arbeiðir í dreymrúminum við tí surrealist­iska. Dreymrúmini eru smáir kassar, á stødd við tey gomlu sjón­varpini – men heldur enn Bjarna Djurholm við 80’ara frisuru, eru dreymrúmini fylt við surrea­ list­iskum myndum úr høvdinum á Rakel Helmsdal. Eg og Ýr sloppu at lúra at trimum, og tað er einki at ivast í, at dreymirnir hjá Rakel eis­ini settu okkara dreymaverk ígongd. POST@SOSIALURIN.FO 2016 Leygardagin 9. apríl og sunnudagin 17. apríl Barnafestivalurin Triðja árið á rað bjóðar Norður­ landahúsið øllum barnsligum sálum á Barnafestival. Nógv spenn­andi er á skránni, har børn og vaksin kunnu gera ymiskt kreativt og njóta barna­ mentanina saman. Hví skal Norður­landahúsið hava ein Barna­festival? Jú, tí at Norður­ landahúsið ynskir at menna barna­mentanina saman við tykkara børnum, umframt at framleiða mentan fyri tykkara børn og at fagna mentanini hjá tykkara børnum. Nýggjasti marionettleikurin hjá Rakel verður frumsýndur sunnudagin 10. apríl kl 15.00. ‘Dansa væl og leingi’ er ein marionett­leikur til allar aldrar – leik­urin er ein lívssøga um at fylgja sínum innasta dreymi. Leik­urin er sera væl egnaður sum familjuleikur, kanska ser­ liga ætlaður til ommur og abbar at fara til saman við sínum ommu og abbabørnum. POST@SOSIALURIN.FO Afturat marionettleiki og dreymrúmum verður nógv annað á skránni til Barnafestivalin í Norðurlandahúsinum: ■ Dansisýningin ‘Japanese Garden’ ■ Verkstova í tøving fyri tvey ættarlið ■ Barnakonsertirnar við Føroya Symfoniorkestri ■ Frumsýning av teknifilminum »Mumiættin í summarfrí« við føroyskari talu. ■ Ævintýraferðin við Dánjali og Búa Av heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Tit kunnu lesa meira um barnafestivalin á www.nlh.fo Leikarar í nýggja leikinum Vit lúra inn í eitt dreymrúm Rakel Helmsdal: Marionett-Leikhússtjóri MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON