Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 20 MENTAN TJÓÐHILD PATURSSON E g havi dóttur mína Ýr við til Havnar hendan morgun­in. ‘Tú mást vera hjá ommu. Mamma skal tosa við eina konu um hennara dukk­ur’. Nei, tað er ikki lætt at yvir­tala barnið til at fara heim til ommu sína, tá ið mamman endiliga skal gera okkurt spennandi til arbeiðis. Hon hevur roynt at verið við mær til arbeiðis fyrr, men at gera kaffi og at taka myndir av mati, tað er ikki altíð so stuttligt sum tað ljóðar. Grønu gandaðu húsini – tey við teimum reyðu vindeygunum Tá ið vit nærkast húsunum hjá dukku-konuni sigur Ýr bara ‘waw’! Hús­ini eru skyggjandi grøn, við knallreyðum vindeygum. Garðurin rundan um húsini er onkusvegna ganda­kendur, og vit báðar, eg og Ýr, spæla eina løtu í garðinum, áðrenn vit fara inn. Hesa lítlu løtuna nær Ýr at finna ein skatt av vøkrum skelj­um ovast uppi á einum høgum steini. Vit merkja báðar tvær, at hetta man vera ein heilt serlig kona, ið býr her. Eitt listafólk í hjarta og sál. Og hvør annar enn eitt serligt lista­fólk kann spæla við dukkur sum vaksin – uttan at goyma tað? Tað er ikki spælið men søgurnar Rakel spældi ongantíð við dukkur sum barn, og heldur ikki sum vaksin er tað spælið, ið er kjarnin í áhuga­num í dukkunum. Heldur eru tað søgurnar. Dukkurnar eru fyri Rakel ein máti at fortelja søg­ ur. Næstan alt í tí, sum Rakel ger, er at fortelja søgur. Flestu okkara kenna hana frá barnabókunum – hon hevur eftir hondini skrivað nógvar. Við marionett­leiki hevur hon funnið enn ein miðil til at fortelja søgur. Marionettteatrið í kjallaranum Sum smágenta búði Rakel í Keyp­ manna­havn, beint við rundatorn, og niðri í kjallaranum á lítlu keyp­ mannahavnara-íbúðini var eitt marionettteatur. Rakel held­ur, at tað møguliga er longu tá, at dreym­urin um sítt egna marionett­teatur hevur fest seg í hana. Hóast dreymurin um at gera eitt marionett­teatur hevur funnist ógvuliga leingi innan í Rakel, so var tað ikki fyrr enn í 2011 at tað bleiv veruleiki. Í 2011 gjørdi Rakel fyrstu dukkurnar. Nú telja tær 32. Rakel droymir enn um at hava sítt egna marionettteatur í kjallar­ anum. Hon ætlar at byggja út, og hevur fingið stuðul játtaðan. Nú manglar byggiloyvið. Eg gleði meg til fyrsta marionettteatrið í Før­ oy­um letur dyrnar upp. Tað fer at hóska seg væl til grønu ganda­ húsini. Pinku-ALT Rakel vísir okkum niður í venjingar­ rúmið í kjallaranum. Leikhúsið stend­ur uppsett. Ja, leikHÚSIÐ. Tí tað er sum eitt leikHÚS. Alt er har: Pallurin, síðutjøld, projektørarnir undir loftinum, alt tað sum skal til í einum veruligum leikhúsi, bara í pinkustødd. Men marionettleikur er ikki bara fyri pinkubørn. Marionett­teatur er bæði fyri vaksin og fyri børn. Ein dukkuleikur til vaksin ‘Tað er ein misskiljing at marionett­ teatur bara er til børn’, sigur Rakel Helmsdal. Við hesum rakar Rakel beint í knýtapunktið av fordómum um dukkusjónleik. Flestu okkara seta nokk dukkusjónleik saman við sjónleik fyri allar minstu børn­ unum. Men nýggjasti marionett­ leikurin hjá Rakel er alt annað. ‘Dansa væl og leingi’ er møguliga meira fyri vaksin enn fyri børn, ella í øllum førum fara vaksnu fólkini heim við eini aðrari uppliving enn børnini. Leikurin er ein lívssøga um eina gentu, hvørt innasta ynski er at dansa; og um hvussu tey val vit gera í lívinum altíð bæði eru tilval og frával. Leikurin verður frumsýndur á barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum um viku­ skiftið. Ætlanin er at ferðast runt Føroyar við leikinum, bæði til barna­garðar og skúlar, men vón­ andi eisini til ellisheim – møguliga ein blanding av báðum. Tað hevði riggað allar best bæði við yngri og eldri, heldur Rakel Helmsdal. Leikarin handan leiktjøldini Rakel hevur fingist nógv við sjón­ leik. Hon hevur verið bæði leikari, leik­stjóri, skrivað leikrit, stýrt ljósi og ljóði. Øll liðini kennir hon, og í marionettleikunum er hon øll liðini í senn – alt uttan leikstjóri. At leikstjóra marionettleikunum hevur hon Hedvig Westerlund- Kapnas. Við hondunum báðum stýrir Rakel dukkunum, við øðrum fót­inum stýrir hon ljósi og ljóði, Tú mást vera hjá ommu. Mamma skal tosa við eina konu um hennara dukkur« Rakel Helmsdal við nýggjum marionett-leiki á barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum BYRJAÐI AT SPÆLA VIÐ DUKKUR SUM VAKSIN Dreymrúm. Ein marra Leikurin er ikki til tey heilt smæstu - í øllum førum er gott at hava foreldur, ommur og/ella abbar við sær Barnafestivalur í Norðurlandahúsinum