hósdagur 7. apríl 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
30
POLITIKKUR
ÁRNI GREGERSEN
T
að er langt síðani
eitt orðaskifti á tingi
hevur verið so hvast
og persónligt, sum tá ið
alment valdu tingfólkini høvdu
seinasta orðadráttin um uppskotið
hjá landsstýrismanninum við
fiskivinnumálum, Høgna Hoydal,
Tjóðveldim, um eina royndarupp
boðssølu.
Áðrenn uppskotið fekk 3.
viðgerð, løgdu fýra tingfólk eitt
broytingaruppskot fram, sum
segði, at botnfiskurin í Barents
havinum, sum veðrur seldur á upp
boðssølu skal landast í Føroyum
og bjóðast føroyskum virkjum til
keyps.
Uppskotið østi andstøðu
tingfólk, tí hetta uppskot kom
fram uttan at tað hevur verið til
hoyringar og uttan at vinnunevnd
in hevur havt tað til viðgerðar.
– At tosa um gjøgnumskygni og
klokuklárar mannagongdir gevur
púrt onga meining. Tað er reint
orðaskvaldur, sigur formaðurin
í Sambandsflokkinum, Bárður á
Steig Nielsen um mátan hjá sam
gonguni at arbeiða uppá.
Hann vísir á, at undan jólum
segði samgongan, at mong uppskot
vóru løgd fram uttan at tey høvdu
verið til hoyringar var tí, at tíðin
var so stutt.
Tá var talan um fíggjarlógina
fyri 2016 og lógir, sum eru knýttar
at fíggjarlógini.
– Løgmaður lovaði tá, at í fram
tíðini skuldi alt koma til hoyringar
og allar mannagongdir haldast.
Eisini tað tykist vera orðaskvaldur,
sigr Bárður á Steig Nielsen.
Fólkaflokkurin í øðini
Undir orðaskiftinum var tað
kortini mest umboðini hjá Fólka
flokkinum, sum vóru ónøgd við
gongdina og broytingaruppskotið
frá fýra tingfólkum: Bjørt Sam-uel-
sen og Ingfolf S. Olsen úr Tjóðveldi
og Bjarna Hammer og Kristin
Michelsen úr Javnaðarflokkinum.
Broytingaruppskotið fekk nógv
størri áhuga undir orðaskiftinum
enn sjálvt uppskotið frá lands
stýrismanninum við fiskivinnu
málum um uppboðssøluna.
– Hvussu ber tað til, at tað bert
er fiskurin úr Barentshavinum,
sum skal á uppboðssølu? Hvussu
ber tað til, at kvotan á Flemish
Cap ikki skal seljast? Er tað tí, at
tað millum annað eru brøðurnir
hjá løgmanni, sum fiska hesa
kvotuna, segði Jacob Vestergaard,
Fólkaflokkurin.
– Løgmaður átti at hildið seg
langt burtur frá hesum uppskoti,
tí hann er djúpt innhabilur, legði
hann afturat.
Eisini Jørgen Niclassen, Fólka
flokkurin var nærgangandi undir
orðaskiftinum.
– Er tað soleiðis, at hetta broyt
ingaruppskotið er gjørt fyri at
keypa atkvøðuna hjá Kristin
Michelsen, so má eg siga, at hon
hevur verið ótrúliga bílig, segði
Jørgen Niclassen.
Kristin Michelsen, Javnaðar
flokkurin, atkvøddi fyri upp
skotinum, tá ið tað fekk 2. viðgerð,
men hann segði tá, at tað ikki
var vist, at hann fór at atkvøða
tað sama, tá ið endalig atkvøðu
greiðslan fór at vera.
Tað gjørdi hann kortini.
Stórar broytingar
Fólkaflokstingfólkini høvdu orðið
ofta undir 3.viðgerð, sum annars
vanliga ikki hevur nakað langt
orðaskifti.
Men tað er heldur ikki vanligt,
at broytingarnar millum 2. og 3.
viðgerð eru so ógvusligar, sum tær
vóru hesuferð.
Andstøðan var øll samd um, at
broytingaruppskotið frá teimum
fýra samgongutingfólkunum í
veruleikanum er ein stór og prin
sipiell broyting í øllum mátanum
at skipa føroyska fiskivinnu.
Fleiri tingfólk í andstøðuni
undraðust á, at tað er neyðugt at
gera hesar broytingarnar nú.
– Eg havi skilt, at bólkurin
sum arbeiðir við at gera eina
nýggja fiskivinnuskipan skal
lata sítt tilmæli 1.august. Tí dugi
eg ikki at síggja hvørjar royndir
Uppboðssølan
Sjálvdan hevur orðaskiftið verið so ógvusligt og persónligt,
sum tá ið Løgtingið samtykti royndaruppboðssøluna
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, fekk sína royndaruppboðssølu í gjøgnum. Ein
politiskur sigur
Aksel V. Johannesen var skuldsettur fyri at vera »djúpt inhabilur«
Kristin Michelsen atkvøddi fyri uppskotinum
Jacob vestergaard, Fólkaflokkurin, var serstakliga hvassorðaður undir
orðaskiftinum
ORÐASKIFTI VIÐ
TÁ IÐ UPPBOÐSSØL