Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 31 og lærur kunnu dragast av einari uppboðssølu, sum helst ikki er farin at virka 1.august, segði Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin. Meðan Fólkaflokkurin sum heild var ímóti bæði sjálv­um lógar­uppskotinum og broyt­ingar­ uppskotinum, so var Sam­bands­ flokkurin meira hóligur í orða­val­ inum. Fleiri av tingfólkunum søgdu, at tey skiltu broytingarnar, men tey vóru ósamd í mátanum, málið er handfarið. Tey søgdu eisini tað sama sum Jógvan á Lakjuni, at tað er torført at síggja hvørjar royndir fáast av uppboðssøluni nú, tí nýggj skipan verður sett í verk heilt skjótt. Politiskur dystur At orðaskiftið gjørdist so hvast og langt um júst hetta mál, er ein góð mynd av, hví vit hava eina politiska skipan og hvørjum hon tænir. Samgongan – Tjóðveldi, Javn­ aðarflokkurin og Framsókn – hava sett sær fyri, at virðini í Føroyum skulu nýtast øðrvísi enn tey eru gjørd seinastu árini. Hetta gjørdu flokkarnir heilt greitt í valstríðnum og fyrsta broytingin í fiski­vinnu­poli­tikk­ inum ber eisini boð um, at tey halda fram við hesi ætlan. Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum hevur sett ein bólk at gera eitt tilmæli til, hvussu fiski­ vinnan kann nýskipast og hvussu hon skal síggja út eftir 1. januar 2018. Bólkurin arbeiðir sjálvstøðugt, men hann hevur fingið ein ar­ beiðssetning, sum hann skal halda seg innanfyri. Millum treytirnar er, at nýggj fólk skulu sleppa framat fiska­ tilfeinginum og at eitt størri avkast skal latast almennu Føroyum. Samgongan heldur heilt greitt, at kapping um fiskirættindini fer at geva meira pening til almenna kassan. Andstøðan hevur eina heilt aðra støðu, men hon er ikki heilt eins hjá teimum fýra andstøðuflokkunum. Fólkaflokkurin hevur gjørt heilt greitt, at galdndi skipan er góð og hon ger størst gagn fyri føroyska samfelagið. Flokkurin hevur sgt mangar ferðir, at betri tað gongur hjá einstøku vinnufyritøkunum, størri verður avkastið til sam­fe­ lagið. Flokkurin hevur eisini sgt, at orsøkin til at partur av politisku skipanini vil hava broytingar, er ber øvundsjúka. Tað gongur ov væl hjá summum og tað má steðgast. Sambandsflokkurin hevur grund­leggjandi eina aðra støðu, sjálvt um hon ikki er so broyt­ ingar­sinnað, sum støðan hjá sam­ gonguni. Sambandsflokkurin hevur ásannað, at galdandi skipan ikki er nóg góð og at ábøtur mugu gerast. Í 2007 var avgjørt, at øll loyvir fella aftur til landið 31.desember 2017. Flokkurin harmast um, at tað ikki er eydnast at gera eina semju um nýggja fiskivinnuskipan, men átekur sær samsstundis part av ábyrgdini fyri at tað ikki er gjørt. Samgongan hevur bjóð­að til semju um nýggju fiski­vinnu­ skipanina og sum politiska støðan er júst nú, so er mest sannlíkt at ein semja kann gerast við Sam­bands­ flokkin og Miðflokkin. Minni sannlíkt er, at Fólka­ flokk­urin ger eina semju við sam­ gonguna og tað er heldur ikki nógv, sum bendir á, at Nýtt Sjálvstýri ger tað. Nýtt Sjálvstýri tók seg burturúr samgongusamráðingunum, mill­ um annað orsaka av ætlaða fiski­ vinnupolitikkinum. Royndin Løgtingið hevur nú samtykt, at ein royndaruppboðssøla verður framd. 9000 tons av makreli, 4000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3000 tons av botn­fiski í Barentshavinum kann landsstýrismaðurin selja á upp­ boðs­sølu í 2016. Nevnt hevur verið, at hetta kann seljast saman við Fiskamarknaði Føroya og tað er eisini nevnt, at tey 3000 tonsini av botnfiski úr Barentshavinum eisini kunnu seljast á sama stað, so føroysk virkir fáa høvi at bjóða uppá tann fiskin. Í løtuni verður arbeitt við at gera klárt til uppboðssøluna og tær kunngerðir, sum lands­stýris­ maðurin við fiskivinnumálum skal gera fyri at gongd kann fáast á málið. Tað eru bert føroysk skip við veiðuloyvi, sum sleppa at bjóða uppá tær nøgdirnar av fiski, sum verða bodnar út á roynd­ar­upp­ boðs­søluni. ARNIG@SOSIALURIN.FO B r o y t i n g a r u p p s k o t Í § 1 verður aftan á stk. 5 sum nýtt stk. 6 sett: »Stk. 6. Fiskur, veiddur av keyptum kvotum til botnfisk í Barentshavinum sbrt. stk. 1, skal landast í Føroyum og bjóðast út til føroysk virkir. Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir í kunngerð.« Stk. 6 og 7 verða eftir hetta stk. 7 og 8. Viðmerkingar Uppskotssetararnir halda, at tað er neyðugt at seta treytir við útbjóðingina av botnfiski í Barentshavinum soleiðis, at fiskurin kann koma til lands í Føroyum, og føroysk virkir kunnu bjóða upp á hann. Hetta til tess at gera royndir í sambandi við útbjóðingina, ið kunnu eggja til virðisøking í Føroyum og at fáa alt til lands – og at tað verður gjørligt hjá føroyskum virkjum at bjóða upp á fiskin. Hesar treytir skulu vera neyvt lýstar í sambandi við útbjóðingina soleiðis, at tey, sum bjóða, kenna fyritreytirnar frammanundan. Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir í kunngerð. Uppskotssetararnir mæla landsstýrismanninum til at seta av 10 % av inntøkunum frá uppboðssøluni til fiskivinnugransking, fiskivinnumenning við serligum atliti til meirvirking og gagnnýtslu av øllum fiskinum. SKITNUM TÓNA LAN VAR SAMTYKT