hósdagur 7. apríl 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
32
ÍTRÓTTUR
Ikki við:
Robert Heðin Brockie
(helst krossband)
Alex Mellemgaard (lærkrikin)
Róaldur Jakobsen (leikbann)
og Hanus Thorleifsson
(knæði, 4 vikur)
Við aftur:
Høgni Eysturoy
Ikki við: Arnbjørn T. Hansen
(knæið, langtíðarskaddur)
Ivasamir:
Christian R. Mouritsen (hælurin),
Ári M. Jónsson (yvirbelastning)
Við aftur: Øssur Dalbúð
Ikki við:
Hans Jørgen Djurhuus
(Ryggskaði, ógreitt hvussu leingi)
Ikki við:
Haraldur R. Højgaard
(mjødnin, langtíðarskaddur)
Andras Frederiksberg
(lærkrikin, langtíðarskaddur)
Ikki við:
Niklas Poulsen
(Slitið liðband í økslini, 2-3 vikur),
Hákun Edmundsson
(Ikki loyvi at spæla móti NSÍ)
JÓANNES HANSEN
H
óast tað ikki er meiri
enn fimta umfar, sum
hesaferð er á skrá, og
hóast apríl ikki er hálv
runnin, so er tað væl hugsandi, at
støðutalvan sunnukvøldið fer at
vísa, at fýra tey fremstu hava slitið
seg leys frá hinum liðunum.
Toppliðið HB fer í morgin inn á
Skála, NSÍ skal spæla grannaupp
gerð úti á Toftum, B36 fær vitjan av
TB, og seint seinnapartin sunnu
dagin verður Víkingur gestur á
Argjum. Gongdin higartil og støðu
talvan siga, at tað fer at koma heilt
óvart á, um tað eydnast AB, B68,
Skála og TB at vinna stig.
Síðsta leygardag legði ÍF rygg til
6-1 tap í Runavík. Hetta var størsta
ÍF tapið síðani 5. oktober 2014, tá ið
Víkingur í síðsta umfari vann 5-0
á heimavølli ímóti fuglfirðingum.
Tá var støðan eftir fyrra hálvleik
4-0. Í Runavík var tað ikki, fyrrenn
tað restaðu ellivu minuttir, at tað
skrædnaði. Tá skoraði NSÍ trý mál
í fimm minuttir.
Alex José dos Santos var ikki
við á ÍF liðnum, tí hann lá við
fepri. Síðani vísti tað seg, at fleiri
høvdu spælt við fepri – Kristoffur
Jakobsen, Bogi Reinert Petersen,
Ari Ó. Ellingsgaard og Jan Ó.
Ellingsgaard.
ÍF venjarin Jógvan Martin
Olsen var burtur frá venjing fleiri
kvøld í síðstu viku, tí hann lá við
influensu. Á málinum hoyrist, at
hann ikki er heilt frískur enn. ÍF
venjarin vil tó ikki hoyra talan
um, at orsøkin til stórtapið bara
skal vera sjúka:
– Tá ið tú hevur tapt 6-1, so ber
ikki til at renna undan. Vit kundu
kanska havt nýtt aðrar spælarar,
enn teir sum spældu, men tað bar
illa til, tí 2. deildarliðið var farið
suður til Suðuroyar, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Influensan ger framvegis um
seg. Í hesi vikuni hevur tað verið
stórt mannfall í Fuglafirði, har
fleiri ikki hava verið nóg birgir at
venja.
Hetta er møguleikin
ÍF - KÍ ALEX TROLEIS
sunnudagin kl. 15.00
Bæði ÍF og KÍ droyma um at vera
millum tey, sum kappast um
fremstu plássini. Um gloppið fram
ikki skal verða ov stórt, so er neyð
ugt at vinna fulla úrtøku sunnu
dagin.
KÍ venjarin Mikkjal Thomassen
er ikki nøgdur við avrikini higartil.
– Í fjør var tað trupult hjá okk
um í Fuglafirði, har vit taptu 3-1
og spældu 1-1. Hóast vit vunnu 2-0
síðsta sunnudag, so spældu vit ikki
tað, sum vit eiga at megna. Eftir
steðgin megnaðu vit ikki at stýra
spælinum. Vit mugu vísa betri
avrik í Fuglafirði, um vit skulu
hugsa um fulla úrtøku, sigur KÍ
venjarin.
Tað er óvist, hvørjar møguleikar
fuglfirðingar hava at manna seg.
Uttan mun til hvørjir fara á vøllin,
so ivast ÍF venjarin, Jógvan Martin
Olsen, ikki í, hvør setningurin
verður:
– Vit mugu vísa rætta hugburðin
og vísa viðhaldsfólkunum, at vit ar
beiða nógv og stríðast fyri søkini.
ÍF venjarin var sunnudagin
í Klaksvík, tá ið KÍ vann fyrsta
heimasigurin í ár. Hóast tað eydn
aðist KÍ at halda tætt, so var avrik
ið hjá miðverjunum ikki so sann
førandi. Í Runavík var Clayton
Soares einsamallur á toppinum.
Tað kann hugsast, at Adeshina
Lawal ímóti KÍ frá fyrsta bríksli
verður undir liðini á Clayton
Soares.
Høvdið skal alla
tíðina vera við
B68 - NSÍ EILER RASMUSSEN
sunnudagin kl. 15.00
Grannauppgerðirnar á eystara
armi á Skálafjørðinum hava
onkuntíð kenst meiri intensar og
spennandi, enn tær nú kennast at
vera.
NSÍ er FM kandidatur, og B68 er
niðurflytingar kandidatur. Tølini
siga tó, at tá ið tað eru NSÍ og B68,
sum hittast, so er einki givið. Í fyrra
árið vann NSÍ 2-0 á Svangaskarði,
og í 2012 vann B68 annan heima
dystin, meðan hin endaði 1-1.
Sunnudagin var B68 fyrstu
løtuna væl við í Gøtu, áðrenn
Víkingur vann 4-0. B68 venjarin
Páll Guðlaugsson veit, hvør trupul
leikin er og hvat skal til, um úrtøka
skal spyrjast burturúr ímóti NSÍ:
– Vit eiga ikki royndirnar, og
tær fáa vit bara við at spæla. Hug
burðurin og arbeiðssemið eru góð,
men vit eru ikki nóg tilvitaðir um,
hvussu týdningarmikið tað er alla
tíðin at vera tilvitaðir um setningin,
sum hvør einstakur spælari hevur.
Vit sóu í Gøtu, hvussu tað gongur,
tá ið vit leypa framav og fara ov
langt fram á vøllin, sigur Páll
Guðlaugsson.
Í Runavík er lagið gott, og teir
við Løkin halda seg vita, hvat skal
til, um úrtøku skal fáast burturúr
stutta túrinum út á Svangaskarð:
– Ímóti ÍF arbeiddu vit nógv og
hart, og tað gav úrslit. Eftir lúsingin
ímóti HB hava vit víst góðan hug
burð, og tað hevur givið úrslit,
staðfestir Árni Frederiksberg, sum
er ein av lyklaspælarunum í fram
rættaða partinum.
At Hákun Edmundsson er
leigaður úr NSÍ og til B68 ber í sær,
at hann ikki verður á B68 liðnum
sunnudagin.
Síðsti Skála sigurin
ellivu ára gamal
SKÁLA - HB LARS MÜLLER
leygardagin kl. 15.00
Tað eru ellivu ár síðani, at Skála á
heimavølli vann ímóti HB. Í 2005
vann Skála silvur og HB bronsu.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Fýra tey fremstu eru stórfavorittar
ímóti teimum lægru staddu, meðan ÍF ímóti KÍ hevur
møguleika at vísa, at tað býr meiri í fuglfirðingum,
enn stórtapið í Runavík bendi á, at tað ger
FEPURIN FER
ILLA VIÐ FUGL
FIRÐINGUM
Upptakt