Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 33 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ivasamir: Hjalgrím Elttør (knæið) og Mayowa Alli (fótliður) Við aftur: Alex José dos Santos (klárur aftur eftir at hava ligið sjúkur) Ikki við: Dánjal Pauli Højgaard (langtíðarskaddir) og Poul N. Mikkelsen (langtíðarskaddir) Ivasamur: Jan Ó. Ellingsgaard (vøddaskaða í lærinum) Við aftur: Sørin Samuelsen (eftir leikbann), Árni Guldborg Nielsen (ikki loyvi at spæla ímóti B36) Ikki við: Andri Freyr Bjørnsson (knæið) og Gert Drangastein (slitið hælsinuna, langtíðarskaddur) Ikki við: Rógvi Joensen (uttanlands í lestrarørindum) Ivasamur: Absalon Eliasen (júst byrjaður at venja aftur) Allir mans tøkir 8. mai hetta árið vann Skála 4-3 á heimavølli ímóti HB. Tríggir, sum vóru á heimaliðnum ta ferðina, eru eisini á liðnum í ár – Pætur Dam Jacobsen, Jónhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen. Einasti HB spælarin, sum var við í 2005, og sum aftur nú er á liðnum, er Rókur Jespersen. Skála málverjin Andras Gango hevur gott mót: – Vit vístu í øðrum umfari ímóti B36, at tað ber til hjá okkum á heima­vølli at vinna ímóti favo­ritt­ um. Síðani hava vit tapt í Runavík og í Klaksvík. Um vit skulu vinna úr­tøku, so er neyðugt, at vit eru við frá fyrsta bríksli. Tað vóru vit ikki í Klaksvík. Vit vóna, at tað ímóti HB fer at eydnast frá dystarbyrjan at vísa sama hugburð, sum vit gjørdu í seinna hálvleiki í Klaksvík. Tíverri megn­aðu vit ikki at fáa mál burtur úr fleiri spentum støðum. Tað vóna vit fer at eydnast ímóti HB, sigur Skála málverjin. Í HB er lagið gott eftir stríðs­ sigurin í Trongisvági: – Tað kann væl vera, at gongdin á Skála í morgin fer at líkjast henni, sum var í Trongisvági. Vónandi fer tað at eydnast okkum at vera betri við bóltinum, enn vit vóru sunnu­ dagin. Undanfarnu ferðirnar hevur spælið verið gott. Ímóti TB var tað góði hugburðurin og framúr verju­ spæl, sum bóru sigurin við sær, staðfestir HB miðvallarin Tróndur Jensen. Tað er kapping um plássini á HB liðnum. Jan C. Dam skal taka støðu til, um liðið skal vera tað sama, ella um onkur av higartil føstu monn­ unum, sum ikki vóru millum teir fyrstu ellivu í Trongisvági, aftur skulu fáa møguleikan. Teir eru Bartal Wardum, Teit Jacobsen, Christian R. Mouritsen og Ári Mohr Jónsson. TB hevur bíðað í 24 ár B36 - TB DAGFINN FORNÁ sunnudagin kl. 15.00 Tað eru 24 ár síðani, at TB fór úr Gunda­dali við sigri ímóti B36. Síð­ ani tá hava B36 og TB spælt tólv ferðir í høvuðsstaðnum. B36 hevur vunnið fulla úrtøku níggju ferðir, og tríggjar ferðir er tað endað javnt. Í fjør vann B36 3-0 og 2-1. B36 venjarin Eyðun Klakstein heldur, at avrikini hjá hansara monn­um higartil hava verið mis­ jøvn: – Vit hava níggju stig, og tað er á góðari leið, hóast vit iðra okkum um tapið á Skála. Avbjóðingin er, at vit ikki hava verið nóg støðugir. Í løt­um hava vit víst meistaraspæl, meðan tað til aðrar tíðir ikki hevur verið at sæð, at hetta er meistara­ liðið frá í fjør. Takið er at fáa allar spælararnar alla tíðina at vísa rætta hugburðin, sigur B36 venj­ arin. TB úrtøkan úr fýra umførum er fýra stig og málmunurin 2-3. Tað sigur TB miðvallarin Salmundur Bech, at teir ikki eru nøgdir við: – Málmunurin sigur, at tað er í álop­inum, at vit hava trupul­leik­ ar. Tað sást væl ímóti HB, tá ið tað vóru ógvuliga nógvar støð­ur í brotsteiginum hjá mót­støðu­lið­ num, ið kundu borið mál við sær. Har er nógv at arbeiða við hjá okk­ um. Vit vóna og trúgva uppá, at tað skal eydnast ímóti B36, sigur TB mið­vallarin. Víkingur ikki góð minni av Argjum AB - VÍKINGUR RÚNI GAARDBO sunnudagin kl. 17.15 Síðani Trygvi Mortensen tók við sum venjari á Argjum hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Einasta stigið higartil varð vunnið í 1-1 javnleikinum í fyrsta umfari ímóti B68. Trygvi Mortensen hevur ikki mist mótið um, at tað fer at venda: – Vit hava spælt tríggjar torførar dystir á útivølli, og talan hevur ikki verið um stórtap. Nú eiga vit aftur heimavøll. Ímóti B36 sóu vit aftur, at tað gongur illa hjá okkum at spæla okkum til heilt upplagdar mál­møgu­leikar. Ímóti B36 vóru vit betri á síðsta triðinginum, enn vit áður hava verið, og tað telur eisini rætta vegin, at spælararnir vístu góðan hugburð, sigur AB venjarin. Í fjør endaði tað tvær ferðir mál­leyst á Argjum millum AB og Víking. Mongu javnleikirnir vóru orsøk til, at Víkingur ikki megnaði at blanda seg í FM stríðið. Jón Krosslá Poulsen heldur, at tað sær gott út hjá Víkingi eftir 4-0 sigurin á B68: – Í fyrstu umførunum var tað strilt­ið í fyrra hálvleiki. Ímóti B68 fótaðu vit okkum eftir hálvan tíma. Nú ræður um hjá okkum at vera klár­ir frá fyrsta bríksli, sigur nýggi Víkinga álopsspælarin Jón Krosslá Poulsen. JOANNES@SOSIALURIN.FO KÍ ÍF AB TB SKÁLA Besta deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 4 3 1 0 8 4 +4 10 2 NSÍ 4 3 0 1 12 4 +8 9 3 B36 4 3 0 1 10 4 +6 9 4 Víkingur 4 2 2 0 11 4 +7 8 5 KÍ 4 2 0 2 6 7 -1 6 6 TB 4 1 1 2 2 3 -1 4 7 ÍF 4 1 1 2 5 12 -7 4 8 Skála 4 1 0 3 2 8 -6 3 9 B68 4 0 2 2 3 10 -7 2 10 AB 4 0 1 3 2 5 -3 1 MYND: SIGMAR MØRKØRE 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur Skála - HB ÍF - KÍ B36 - TB B68 - NSÍ AB - KÍ KENDI TIPPARIN Jørgen Niclasen Formaður í Fólkaflokkinum Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Hann hevði fýra rættar, men lat kanska hjartað vinna á skilinum, tá hann tippaði ein javnleik á Sevmýri. Jenis av Rana tippaði: NSÍ - ÍF 1 (6-1), TB - HB x (0-1), Víkingur - B68 1 (4-0), KÍ - Skála 1 (2-0) og B36 - AB 1 (2-1) MYND: ÁLVUR HARALDSEN