hósdagur 7. apríl 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
34
Óli Jacobsen
LÍVIÐ VAR EISINI
TRUPULT INNAN GLYVUR
Í hesum seinasta partinum av frásøgnini hjá Hervør verður
greitt frá Andrew og hansara ætt innan Glyvur
Hervør Djurhuus:
4. partur
A
ndrew fór ungur til skips.
Hann var við Fossanesi, sum
gekk burtur í 1938. Eisini var
hann í Grønlandi í teirri tíðini,
føroyingar høvdu so nógvar trupulleikar
við donsku myndugleikarnar, sum eisini
skapti politiskt rumbul í Føroyum.
Andrew kom til trúgv 18 ára gamal, tá
ið hann kom til Havnar og kom at ganga á
møti í Ebenezer. Tá hann fór til Ìslands í 1945
at arbeiða var tað náttúruligt hjá honum at
leita tey trúgvandi upp. Tí kom hann nógv á
møti hjá Jón Betuelson í brøðrasamkomuni
í Breiðaborgarstíg í Reykjavík. Eisini kom
Andrew nógv í Frelsunarherin saman
við øðrum føroyingum, har vitnaði hann
onkuntíð. Hann arbeiddi eisini í Vestmanna
oyggjunum, har hann kom á møti hjá hvítu
sunnusamkomuni.
Í Reykjavík møtti og hoyrdi Andrew
tann navnframa Fríðrik Fríðriksson . Fríð
rik stovnaði KFUM í Íslandi, sum kom
at hava stóran týdning. Andrew tosaði
mangan um hendan mannin, sum hevði
havt árin á hann. Fríðrik kom til trúgv í
Føroyum ígjøgnum Gamla Sloan seinast
í 1800 talinum. Íslendingar hava heiðrað
hendan mannin við at seta eina standmynd
av honum í miðbýnum í Reykjavík.
Andrew arbeiddi eisini á Akureyri á Silda
verksmiðju. Har kom hann til møtini hjá
brøðrasamkomuni á Akureyri, sum enn í
dag er á Sjónarhæð. Har kom hann at kenna
hin navnframa bretska bíbliulæraran og
rithøvundan, Arthur Gook, sum var leiðari
í samkomuni har. Tá Andrew kom hagar, var
samkoman stór og livandi. Andrew tosaði
ofta um Arthur Gook. Hann gav út eitt
kristiligt blað, Norðurljósið. Hetta blaðið
fekk Andrew sendandi alt tað Poul Jóhan
minnist.
Arthur Gook, eins og Fríðrik Fríðriksson,
byrjaði barnalegurnar við Ástjørn, sum
hava verið hildnar har nú í 70 ár. Nógvir
føroyingar hava hjálpt til har, millum hesar
eisini Poul Jóhan.
Arthur Gook var væl kendur um alt
Ísland. Hann var ein framsíggin maður,
sum byrjaði egna útvarpsstøð, har hann
umframt andaligar sendingar eisini hevði
vanlig útvarpstíðindir, sum hoyrdust um
stóran part av landinum. Tá var ikki Ríkis
útvarp í Íslandi.
Andrew arbeiddi eisini á einum bónda
garði í Saltvík uttan fyri Reykjavík. Har var
ein annar føroyingur, Justines Háskor, úr
Svínoy. Tann, sum átti garðin, hevði apotek
í miðbýnum í Reykjavík. Tað var annars
vanligt hjá ungum føroyingum tá í tíðini
at arbeiða eitt skifti á íslendskum bónda
gørðum.
Tað var ein stór gleði fyri meg í november
í fjør at vitja í Íslandi saman við soninum og
verdóttrini. Tá vitjaðu vit bóndagarðinum í
Saltvík, har Andrew hevði arbeitt.
Innan Glyvur
Lagnan hjá ættunum hjá okkum báðum
kom at vera nokk so lík. Foreldrini hjá
Andrew vóru Petronella f. Poulsen av
Strondum og Jósup Djurhuus, Innan Glyv
ur. Tey giftust í 1914 og fingu tríggjar dreing
ir. Poul Johannes f. 1915, Díðrikur, f. 1918, og
Andrew f. 1920
Longu í 1922 doyði Petronella av tuberkl
um. Tá var Andrew bert tvey ára gamal.
Hann fór so út á Strendur til mammubeiggj
an Berint, sum var giftur við Marin, systur
Símun í Keldu, kendur maður við Sjógv á
Strondum. Ein annar mammubeiggi var
Andrias Poulsen, bóndi inni í Húsi við Sjógv.
Hann varð næstan 101 ára gamal.
Fyrsti lærarin hjá Andrew var Hákun
Djurhuus, sum seinni gjørdist kendur
politikari. Aftaná hann kom Johan Olsen.
Eftir at konan var deyð, fór Poulinu
Danielsen, ættað av Hvítanesi, at halda hús
hjá Jósupi. Tey giftust í 1925. Tá vildi Jósup
hava Andrew at koma heim aftur at búgva.
Tað var altíð eitt sera gott samband við
Marin við Sjógv á Strondum, sum ætlaði
at fostra Andrew upp sum sín egna son.
Poul Jóhan kallaði hana eisini fyri »omma
á Strondum.«
Poulina og Jósup fingu fýra synir, John
f. 1925, Berint f. 1927, Wensil f. 1929 og Emil
f. 1931.
Poul Johannes, beiggi Andrew, gekk
burtur við Immanuel í 1932. Tað fórust
tveir mans innan Glyvur. Hin var Díðrikur
Djurhuus. Hann var 30 ár, giftur og átti
ein son. Hann var beiggi Jósup. Hetta var
sjálvsagt ein rættuligur smeitur fyri eina
so lítla bygd.
Jósup doyði longu 3. juli 1934, bert 47 ára
gamal, eisini av tuberklum. Hetta var tvey
ár eftir, at hann misti sonin við Immanuel.
Longu tvey ár seinni doyr Díðrikur,
miðlingabeiggin. Andrew hevði verið í
meslingagrindini í Gøtu í 1936. Hann var
blivin smittaður, og tá ið hann bleiv sjúkur,
smittaði Andrew beiggjan, sum ikki hóraði
undan. Hetta var enn ein smeitur fyri hesa
familju.
Oluf Djurhuus, systkinabarn Andrew,
skrivar í bygdarsøguni hjá Innan Glyvur »At
loysa úr lagdi«, at »Poulina legði ikki árarnar
inn, tíbetur, men tók so mikið dyggiligari á
í staðin, og væl royndist. Dreingirnir komu
undan í øllum góðum, og hon megnaði at
geva teimum eitt gott og gudsóttandi heim.
Í hesum heimi havi eg havt mangar góðar
løtur.« Tann yngsti beiggin, Emil, er á lívi.
Hann er eitt ár eldri enn eg.
Andrew er uppvaksin í øðrvísi korum
enn eg sjálv. Hjá okkum í Húsavík var eingin
neyð. Jørð var í húsinum, og tað gjørdi
munin. Vit høvdu nokk av kjøti og eplum,
og vit høvdu mjólk. Men pengar kendu vit
einki til. Troyggjur vórðu bundnar at lata í
handilin. Tað sama var við eggum. So varð
keypt fyri tað, sum hetta gav av sær.
Men heima hjá Andrew var eingin jørð.
Pápin var sjúkligur og doyði í góðum árum.
Almenn hjálp var eingin til fólk í slíkari
støðu.
Eina ferð tað stóð illa til, tá kom ein mjøl
sekkur at standa í túninum. Tað vóru tá
tvey hús innan Glyvur. Hini húsini vóru
søgd at vera meira at kalla eini vala hús.
Konan í hesum húsinum kallaðist eisini
Poulina og hevði Poulsen til eftirnavn.
Hesin mjølsekkur skuldi veruliga verið latin
henni. Men tá segði henda Poulina, at var
sekkurin komin at standa hjá Poulinu hjá
Jósup, so skuldi hann eisini verða har. Hetta
kom sum vera mann væl við, tí tað var ikki
breyðbiti í húsinum.
Siðsøga
Næstfyrsta húsið innan Glyvur. Her búsettust Anna og Díðrik, foreldrini hjá Jósupi
Bygdin innan Glyvur i 1983
TEKNING, DION DJURHUUS