hósdagur 7. apríl 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
35
Komandi partur
Komandi tveir partar verða um tveir
kendar gøtumenn.
Eina aðru ferð var eingin døgurðamatur.
Tá var ein ketta komin við eini haru, hon
hevði tikið og lagt á trappuna. Hetta bjarg
aði døgurðan hendan dagin.
Andrew andaðist 19. juni 1999.
Søgan um Poulinu:
Bíblian hjá Dollanum
Sum ung fór Poulina til Viðareiðis, har hon
tænti hjá Jóan Jakku Jacobsen. Har kom
hon til umvendilsi.
Hon hevði nógv samband við Mariu hjá
Conrad, mamma Jónu og Conrad Joensen
og Sigurd Berghamar.
Poul Jóhan greiðir frá, at tað finnist eitt
bræv frá Mariu til ommu hansara, sum
hevur verið so dýrabart fyri hana, at hon
hevði tað í pengapunginum hjá sær til sín
doyggjandi dag. Tað var funnið í punginum
eftir at omman var deyð.
Poulina kom at kenna sera væl Linu
og Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin,
kendur frá hansara leikluti í Congosøguni
og trúboðaravirki í Føroyum. Tey bæði
vóru nógv á Viðareiði, helst tí mamma
Linu var ættað haðani. Sjálv var Lina fødd
og uppvaksin í Leith í Skotlandi.
Lina og Poulina hildu samband síná
millum alt lívið. Tá ið Dollin doyði í 1916,
flutti Lina aftur til Skotlands og bleiv gift
har. Men tað eru funnin fleiri postkort, sum
Lina hevur sent Poulinu úr Skotlandi. Hon
doyði í 1937. Lina skrivaði eisini postkort
til Poulinu meðan hon var á Finsen hospi
talinum í Keypmannahavn, har Dollin var
innlagdur.
Eisini hevur Poulina átt myndir, sum
hava givið íkast til bøkurnar um Dollan,
sum vegna sín leiklut í stríðnum móti harð-
ræðinum í Congo kann sigast at hava broytt
heimssøguna.
Lina gav Poulinu bíbliuna hjá Dollanum.
Poul Jóhan greiðir frá:
Eg minnist sera væl, tá omma mín innan
Glyvur, Poulina á Hvítanesi, gav mær bók
ina at eiga, tá ið eg var blaðungur drongur.
Hetta var ein Bíblia hjá Dollanum, sum
omma fekk frá Linu, eftir at hann var deyð
ur. Tað er týðuligt at síggja, at hetta var ein
Bíblia, sum Dollin hevur brúkt sjálvur, og
sum hann eisini hevur talað út frá. Her
er eitt ótal av undirstrikingum umframt
nakrar viðmerkingar.
Omma, sum var fødd í 1889, var eitt sind
ur »stolt« av sínum sambandi við Danielsen
hjúnunum.
Omma tosaði ofta um Linu og Dollan.
Tað skiltist, at hetta hevur verið ein góður
kennskapur fyri hana, sum hon var ómeta
liga glað fyri. Omma plagdi at leggja dent á,
at hon var ikki arbeiðsgenta hjá Linu, men
eg hugsi, at hon plagdi at brúka orðingina
»husstandspige«. Hon segði mær, at altíð
tá Dollin var burturstaddur, sendi frú
Danielsen, sum omma kallaði hana, boð
eftir ommu at vera hjá sær. Omma bleiv 91
ára gomul.
Hervør: Mín vitnisburður
Eg kom at ganga í Ebenezer, tá eg møtti
Andrew. Har hoyrdi eg um eina persónliga
frelsu, og at eg mátti persónliga túgva og
taka ímóti frelsuni. Eg kann ikki minnast,
nær sjálv frelsan er farin fram hjá mær, men
trúgvi meiri, at so við og við, sum eg havi
hoyrt boðskapin er tað sama hent hjá mær
sum hjá Lydiu í Filippi í Ápostlasøguni 16,
at hon hoyrdi orðið, og Harrin lat upp hjarta
hennara fyri orðinum.
Men eg minnist, at tíðliga í tíðini hjá mær
í Ebenezer, vóru tað menn, sum spurdi meg
persónliga um mína frelsu. Havna Jørgin,
Jørgin Danielsen, búsitandi í Vági, var
onkuntíð var inni hjá okkum. Hann spurdi
meg mangan um frelsuna.
Einaferð kom Axel Jensen, bróður Jens
av Reyni, inn á gólvið. Hann hevði verið
ørindi í býnum, hann kom bara fyri at spyrja
meg um eg var frelst. Hetta var nokk einastu
ferð hann var inni á gólvinum.
Petur Háberg spurdi meg eftir eitt møti í
Ebenezer, tí hann hevði hildið at hava sæð,
at eg græt, meðan tað varð talað.
Einaferð Ismar Joensen í Fuglafirði var
og vitjaði hjá okkum, sum hann fleiri ferðir
gjørdi, tosaði hann við meg um frelsuna. Eg
minnist at vit løgdu okkum á knæ, og hann
bað við mær.
Alt hetta trúgvi eg hevur verið við til at
leiða meg til eina greiða fatan av frelsuni,
sum eg so havi tikið ímóti við trúgv í mínum
hjarta.
Eg sá eisini, at ein trúgvandi átti at lata seg
doypa upp á sín egna munnliga vitnisburð,
sum tað stendur í Rómbrævinum 10,9: »Tí
um tú við munninum játtar Jesus sum
Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti
Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða
frelstur.«
Tað gjørdi eg í Gamla Ebenezer í sep
tember í 1963. Salurin skuldi takast niður
til at geva rúm fyri nýggja Ebenezer. Eg
var rædd fyri, at um eg bíðaði til salurin
var tikin niður, so varð tað aldri gjørt. So
eg tók mína avgerð, at nú skuldi tað verða.
Tosaði við Andrew Sloan, Jógvan Skýlindal
og Conrad Joensen, sum vóru álitismenn í
samkomuni. Og eg var doypt sum tann
einasti hetta kvøldið í september í 1963.
Eg havi altíð hildið, at eg var tann sein
asta, sum varð doypt í gamla Ebenezer. Eg
hugsi, at teir fóru undir at taka salin niður
longu dagin eftir. Tað var í hvussu er í somu
viku. Tað hevur altíð verið fyri mær sum, at
lat eg meg ikki doypa tá, so hevði tað gingið
long tíð ella aldri verðið.
Hervør endar sína frásøgn við hesum ørindi:
Takk, á, Gud, at tú frelsti meg,
takk, at eyga títt bar við meg,
takk, at Harran Jesus tú gav,
takk fyri náðinnar djúpa hav.
Tøkk til Hervør
Hetta var frásøgnin hjá Hervør. Vit hava
altíð kenst og verið væl. Visti, at Hervør
hevði eina áhugaverda søgu, sum tað var ein
sjálvfylgja at fáa uppí lag at fáa skrivaða.
Tað er sera týdningarmikið at fáa slíkar
søgur niðurskrivaðar fyri at kunna vísa
yngru ættarliðunum, at teirra vælferð er
ikki nøkur sjálvfylgja. Vit sum eru heldur
yngri hava ilt við at skilja, at lívið kundi
vera so trupult, sum Hervør greiðir frá.
Men okkara børn skilja tað als ikki. Tey
hava kanska ikki so stóran áhuga fyri
hesum frásøgnum beint nú, men er tað
niðurskrivað, so er tað altíð tøkt.
Hervør skal hava stóra tøkk fyri at hon
vildi luta hesa søgu við okkara lesarar. Poul
Jóhan hevur eisini stuðla frásøgnini við
sínum minnum, og Hanus undir Leitinum,
systkinabarn Hervør, hevur eisini verið
fúsur at greiða tey ivamál, sum kunnu
hava verið. Hetta hevur alt gjørt frásøgnina
meira fullfíggjaða.
Jósup, pápi Andrew
Petronella, mamma Andrew
Díðrikur gjørdist einans 18 ára gamal
Andrew í ungum árum
Poulina, seinna kona Jósup
Gamla Ebenezer, sum varð tikið niður í 1963 og flutt inn í Runavíkina, og eitur nú Berøa.
Tað var har, at Hervør kom at ganga á møti saman við Andrew, og har gongur hon enn