hósdagur 7. apríl 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
36
TILTØK
Gudstænastur 10. apríl
Havnar kirkja: kl. 11:
Gudstænasta v/Una
Næs, dómprósti. Eftir
gudstænastuna verður
drekkamuður í Kirkjustovu.
Vesturkirkjan kl. 11.00:
Bergur Debes Joensen.
Sunnudagsskúli er undir
gudstænastuni.
Hoyvík kl. 11, Ann Dahl
Hansen. Eftir guðstænastuna
verður kirkjukaffi, sum
konfirmantar og foreldur
skipa fyri.
Kaldbak kl. 12, Sonja Klein
Vestmanna kirkja kl. 11:00.
Maria Jørðdal Niclasen.
Altargongd
Kvívíkar kirkja kl. 12:00.
Lestur
Kollafjarðar kirkja kl. 11:00.
Lestur
Miðvágur kl 11,00, Inga
Poulsen Dam
Eiðis kirkja kl. 12, Bergtórur
H. Bjarkhamar, altargongd.
Tjørnuvíkar kirkja kl. 12,
Henning Bøgesvang.
Eysturoyar ellisheim.
Gudstænasta kl. 15 v/
Henning Bøgesvang
Glyvra kirkja kl. 11,
konfirmatión, Meinhard
Bjartalíð
Leirvík kl 11:
Barnaguðstænasta. Anne
Mette Greve Klemensen
Fuglafjarðar kirkja kl.1700,
innsetingargudstænasta:
Uni Næs, dómpróstur, skipar
Marjuna Bæk, sóknarprest,
í kallið í Fuglafjarðar
prestagjaldi.
Christianskirkjan kl.11.00
Hanus á Gørðum altarg.
Viðareiðis kirkja, Jóannes
Purkhús, kl. 12.00.
Altargongd.
Hvannasunds kirkja, Marjun
Lómaklett, kl. 12.00
Hvalba 12.30. Jens Mortan
Mortensen
Sandvík 18.00: Jens Mortan
Mortensen
Bønhúsið í Øravík kl. 11
Jónsvein Bech.
Sumba: Familjugudstænasta
kl. 12.30, Patrick de
Neergaard
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn
Sunnudag: Morgunmøti kl
10.30, sunnudagsskúli kl 12
Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt
møti.
Mánakvøldið kl.20 bønar- og
uppbyggingarmøti.
Øll hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Sunnumorgun kl. 11:
Minnismáltíð Harrans
Sunnudag kl. 12:
Sunnudagsskúli.
Sunnukvøld kl 18: Evangeliskt
møti.
Mánakvøldið 11. apríl kl. 20
er kvinnumøti.
Mikudag kl. 10-12 møtast
mammur og børn.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Hóskvøld kl. 20:
Ungdómsmøti.
Hjartaliga vælkomin
www.Ebenezer.fo
Frelsunarherurin Tórshavn
Sunnudag kl. 18.00
Evangeliskt møti
(sjónvarpsupptøka)
Øll eru hjartaliga vælkomin
KFUM og K í Havn
Mánadagur 11. apríl
kl. 15.00 í KFUK:
Seinnapartsamkoman við
Poul Johannessen Klaksvík.
Hósdagur 14. apríl kl. 19.30 í
KFUK: Binditreff, allar kvinnur
eru vælkomnar.
Hósdagur 14. apríl kl. 19.30
í KFUK: Bíbiltími við Randi
Joensen. Ápostlasøgan 13.
kap.
Adventistakirkjan
Leygardagin 9. apríl
Kl. 10 Sabbatsskúli: Allan
Falk
Kl. 11 Gudstænasta: Allan
Falk
Kl. 12 Felags døgurði
City Church Tórshavn
Sunnudagur 10 apríl kl. 11
morgumøti Dánjal Petersen
talar. Kl. 11.45 City Kids.
Missiónshúsið við
Landavegin
Sunnukvøldið møti kl. 18.00
v/ Egil Joensen
Katolska Kirkjan
Hvønn gerandisdag messa í
kerit kl. 17.30.
Leygardag - messa í Kerit kl.
11.30
Sunnudag verður hámessa
v/Paul Marx í Mariukirkjuni
kl. 11. Sunnudag fær
Diosa Heinesen sína Fyrstu
Kommunión. Aftaná messuna
verður ein kaffimuður
Sunnudagsskúli kl. 14.
www.katolsk.fo
Nazaret Kaldbak
Leygarkvøldið 09.04. kl. 21,
stórt ungdómstiltak, Jógvan
Jacobsen talar & T.O.S spælur
Sunnudagin 10.04. kl. 11.00
Familjumøti, Pauli Nolsøe
greiðir frá um barnaheim í
Sierra Lione.
Sunnudag kl. 12.30
sunnudagsskúli.
Sunnudagin kl. 12.30
minnismáltíð Harrans
Týskvøld Kl 20 bønarmøti.
Missiónsvika í
Missiónshúsinum
í Vestmanna
5. – 10. apríl
Fríggjadagur 8. apríl:
kl. 19.30: Bønarløta
kl. 20.00: Regin Høgnesen,
Leirvík.
Jóhan Edvard úr Leirvík syngur
Leygardagur 9. apríl:
kl. 19.30: Bønarløta
kl. 20.00: Hans Pauli
Højgaard, Rituvík. Manskórið í
Rituvík syngur.
Innsavning til missiónshúsið
Sunnudagur 10. apríl:
kl. 13.00:Skrúvu-
sunnudagsskúli
kl. 17.30:Bønarløta
kl. 18,00Maria Jørðdal
Niclasen, prestur, Kvívík.
Jóhanna, Hallgerð og Marita
úr Vík syngja
Keldan, Skálafirði
Leygardagin kl. 20, Awake
Sunnudagin kl.11,
Morgunmøti við Ólavi
Jacobsen
Barnamøti kl. 11
Missións- og ungdómshúsið
á Glyvrum
Fríggjadagin kl. 21:00
Ungdómsmøti
Sunnudagin
kl. 16:30 Bøn
kl. 17:00 Møti, Sylverius
Jacobsen talar
Týsdagin kl. 20:00 Todos
venur
Mikudagin kl. 19:30 Bøn og
Bíbliutími
Fríggjadagin kl. 21:00
Ungdómsmøti
Verið hjartaliga vælkomin
Lívsins Orð, Runavík
Sunnumorgun kl. 10.30Møti
v/Kára E. Jacobsen, kl.
11.00 Barnamøti - Jesus og
lærusveinarnr á veg til Emaus
Øll hjartaliga vælkomin
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 17.00 bøn
Sunnudagin kl. 18.00 møti við
Jōnfríðu Justesen
KFUM & K Klaksvík
Sunnudag
Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit
fara syngja, hoyra bíbliusøgu
og hugna okkum saman.
Foreldrini fáa drekka.
Kl.17.30 Bønaløta
Kl.18.00 Evnismøti við Øssur
Kjølbro. Evni: Kallað til at
vera øðrvísi? Felagssangur,
lovsangur, annarleiðis innsløg
o.a. Barnaansing er undir
møtinum
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Øll hjartaliga vælkomin
Vitja okkum eisini á fb
kfum&kklaksvik
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin 10. apríl:
Kl. 14.00 sunnudagsskúli.
Kl. 17.30 bøn-& lovsangur.
Kl. 18.00 møti v/Klæmint
Sólsker og Kriistian Hentze.
Hjartaliga vælkomin
Missiónsvikuskifti í Fámjin
kirkju
Leygarkvøldið 9. apríl kl.
20.00:
Gunnar Nattestad Sandavágur
talar, Mansbólkurin syngur
Sunnukvøldið 10. apríl kl.
18.00:
Sverri Steinhólm Tórshavn
talar, Streingjakórið í Porkeri
syngur
Innsavnan
Gongufelagið:
Úr Fagradali í Kaldbaksbotn
Sunnudagin t. 10.apríl verður
túrur við Gongufelagnum úr
Fagradali í Kaldbaksbotn.
Hetta er ein lættur túrur.
Bussur fer av Bursatanga
klokkan 10.00 sunnudagin.
Minnist til at hava heit
og góð gonguklæðir og
matpakka við. Tilmelding
fer fram á kunningarstovuni
ella á telefon nummar +298
302425 áðrenn klokkan
13:00 leygardagin t. 9.apríl.
Sorgarbólkur fyri vaksin,
ið hava mist ein kæran
Bólkurin møtist umleið
3.hvørja viku. Áhugað kunnu
venda sær til bólkaleiðararnar.
Margret Mortensen
tlr. 223456 og Sigrun
Heldarskarð 265432
Dagtilhaldið í Runavíkar
Kommunu
heldur til í hølunum hjá Nón á
Torvgøtu 2. í Runavík.
Opið er Mánadag - Hósdag
frá kl. 14.00 til 17.00. Ymiskt
er at takast við, bløðini
eru til taks og ein góður
drekkamuður er at fáa hvønn
dag.
Hósdag kl. 14.30 - 15.30
er fimleikur í høllini í Glyvra
skúla.
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 13. apríl kl. 19,00
verður hugnaløta í Losjuni.
Á skránni er spurnarkapping
o. a.
NB! 5. mai verður útferð við
bussi til Fríðrikskirkjuna og
Hotel Runavík.
Neyðugt er at tekna seg og at
gjalda í seinasta lagi 29. apríl.
Kostnaðurin er 250,- kr.
Tekningarlisti verður lagdur
fram tá fundur er og tilber
at ringja til formannin tlf.
313281 - 278080.
Virkin sum longst
Vit møtast hvønn týsdag
frá kl. 15-18 í skúlanum í
Sørvági.
Drekkamunnur og køka.
Dagtilhaldið Blákollan
í Sunda kommunu
Opið er týsdag og hósdag
frá kl. 14 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vitjunarvinir til Reyða
Kross Føroya
Bryggjubakka 2, Tórshavn
Um onkur hevur hug at verða
vitjunarvinur hjá Reyða Krossi,
eru til vælkomin at ringja til
fyriskiparar Eyrith tlf. 513784
ella Marin 284333, teldupost
eyrith@redcross.fo ella
marin@redcross.fo og
redcross@redcross.fo
Losjan í Havn, Tinghúsvegur
18
Tiltak fyri tilkomin og eldri
fríggjadag kl. 15.00-18.00.
Brúdleyp
Leygardagin 18.06.16 giftast í Hósvíkar kirkju kl 14.00, Kristvør
Ósá Petersdóttir (Klaksvík) og Sonni Jacobsen (Vestmanna).
Veitslan verður í Eydnuni á Oyrarbakka kl 19.00, tey ið ynskja
at hátíðarhalda dagin saman við okkum vera biðin um at siga
frá á tlf 289086 (Sonni) ella 219086 (Kristvør), seinasta lagi
28.05.16
Kristvør og Sonni
Í summar hava vit
verið gift í 25 ár
Tí vilja vit bjóða familju, vin
um og kenningum í veitslu í
Bygdarhúsinum í Leirvík 24.
juni 2016 kl 19. – um tit ynskja
at verða við til veitsluna,
hevði verið gott um tit boða
frá á tpost linda@kss.fo ,
frimodt@kss.fo ella á telefon
267334/232038 innan 10. juni.
Vinarliga Linda og Frimodt
MERKISDAGAR
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Anna
Jacobsen, V.U.
Hammershaimbsgøtab 7,
100 Tórshavn, fødd tann
18.10.1918, deyð tann 5.
marts 2016, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
79/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 6. apríl 2016.
Sørvágs
kommuna
bjóðar
hervið
stórarbeiðstøkuna ’Upplifting av Tekjuni á
Niðaru Lon í Sørvágs Skúla _ Bygningsarbeiði’
út alment.
Her lýsta stórarbeiðstøkan ’Bygningsarbeiði’
fevnir um betong-, stál-, timbur-, snikkara- og
málaraarbeiði ísv. gerð av nýggjari yvirtrom
við flágari tekju og nýggjari timbur-/
vindeyga-framsíðu
v.m. meðan verandi
yvirtromin enn stendur, fyri síðani, tá tætt
er, at taka verandi yvirtrom niður og gera
innrættingararbeiðini _ alt í samstarvi við
fakarbeiðstakararnar viðv. ávikavist HVS- &
Ventilatións-, El- og Gólvarbeiðinum.
Arbeiðið er sett at fara fram frá mai –
desember í ár.
Útbjóðingartilfarið verður tøkt hálvan apríl.
Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til
FUGLARK við telduposti til jpj@fuglark.fo
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
Ú T B J Ó Ð I N G
S Ø R V Á G S S K Ú L I
– Upplifting av Tekjuni
á Niðaru Lon
V A R Ð A G Ø TA 8 · F O - 3 8 0 S Ø R V Á G U R
S O R V A G @ S O R V A G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0