Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 38 STUÐUL ÚR FELAGSGRUNNI Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum síðst í juni mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava fyrimun. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella á heimasíðu kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblað verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla sum til ber. Meiri fæst at vita við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera, telefon 302010. Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík og Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 1. juni 2016. torshavn.fo Skúlin á Trøðni Skrivstovu-/bókhaldsfólk til Skúlan á Trøðni Skúlin á Trøðni søkir eftir skrivstovu-/bókhaldsfólki ¾ tíð at seta í starv 1. juni ella skjótast til ber. Arbeiðsuppgávurnar eru: • Bókingar í Búskaparskipan Landsins • Gera fíggjarætlan saman við stjóranum • Lønir og setanarskriv • Telefonavgreiðsla og aðrar samskiftisuppgávur • Annað fyrifallanda skrivstovuarbeiði t.d. skrásetingar Førleikakrøv: • Skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving • Kunnleika til bókhald og lønir • Telduførleiki • Hollan kunnleika til føroyskt Persónligir eginleikar: • Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir • Vera álítandi, røkin og kunna starvast sjálvstøðugt Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn og avrit av próvskjølum og møguligum viðmælum skal vera Skúlanum á Trøðni í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2016 Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Jan Christiansen, skúlastjóra tlf. 280025 Skúlin á Trøðni Frælsið 32 – Postrúm 2036 – 165 Argir Telefon 314522 – Fax 310196 www.skulin.fo/sat PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Viktoriu Margrethu Poulinu Petersen, Rógvuvegur 11, 350 Vestmanna, fødd tann 22. juli 1919, deyð tann 27. juni 2015, og fyrr deyða hjúnarfelaga Arne Petersen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, postboks 6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 376/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 31. mars 2016. Frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Aðalfundurin hjá BLF verður hósdagin, 21. apríl 2016, kl. 16:00. Aðalfundurin verður á Parnassinum í Hotel Hafnia. Skrá sambært viðtøkur felagsins. Sí eisini: www.blf.fo Nevndin Hagafundur Lýst verđur til hagafund hjá Hagapartinum Innan Gjógv, Skála, mikudagin 20.04.2016, kl. 19.00, í Skála skúla. Dagskrá: 1. Val av orđstýrara 2. Framlđga av roknskapi 3. Val av hagastýri 4. Ymiskt Hagastýrið Landsstevna 2016 verður í Skótahúsinum við Løkin Mýravegur 24, Runavík 15. og 16. apríl Meira fæst at vita á www.j.fo eblaðið sos.fo