hósdagur 7. apríl 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
39
Sjúkra røktar
frøðingur og
Heilsu røktari til
Vistarheimið í Havn
Tórshavnar Privata Vistarheim søkir eftir einum
sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara at
byrja 1. juni 2016 ella eftir avtalu.
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi,
sum hevur hug og hegni at arbeiða við fólki við
sálarsjúku, og sum evnar at stimbra, menna og
fjálga um búfólkini.
Umsøkjarar skulu hava prógv sum
sjúkrarøktarfrøðingar. Tað er ein fyrimunur, um
umsøkjarin hevur royndir innan psykiatriska
økið. Tann sum settur verður, má tola broytingar í
starvinum.
Setanarbrotið fyri starvið er 0,8 ella eftir nærri
avtalu. Arbeiðið umfatar skiftandi vaktir og arbeitt
verður 3. hvørt vikuskifti. Løn og setanartreytir
sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Starvið sum heilsurøktari
Vit sóknast eftir einum heilsurøktara, sum hevur
hug og hegni at arbeiða við fólki við sálarsjúku,
og sum evnar at stimbra, menna og fjálga um
búfólkini.
Umsøkjarar skulu hava prógv sum heilsurøktari.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir
innan psykiatriska økið. Tann sum settur verður,
má tola broytingar í starvinum.
Setanarbrotið fyri starvið er 0,8. Arbeiðið umfatar
skiftandi vaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Vistarheimið
Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við
sálarligum sjúkum. Stovnurin umfatar 2 hús, har 6
búfólk búgva í øðrum húsinum og 4 í hinum.
Til ber at fáa meiri at vita um størvini við at venda
sær til dagliga leiðaran Asbjørg Jacobsen á tlf.
213381.
Umsóknir skulu vera Vistarheiminum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 22. apríl 2016.
Umsóknir skulu sendast til:
TÓRSHAVNAR PRIVATA VISTARHEIM
Fugloyarvegur 1
100 Tórshavn
KLH er einasta skip aða lurtara- og hyggjara
felag í Føroyum – stovnað 6. apríl 1959. Enda-
mál fe lags ins er at virka fyri kristiligum send-
ingum í almenna kringvarpinum t.d. kristilig-
um fundum, guds tæn ast um, andaktum, kristi-
ligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum
arbeiði o.t.
KLH styðjar kringvarpið í góðum og sømi-
lig um sendingum. KLH arbeiðir fyri at kring -
varpið ikki verður nýtt til ósømiligar sendingar
o.a., ið er ikki kristnum siði og kristnari trúgv
verdugt.
KLH er lima felagsskapur við 1200 limum.
Set teg sum lim í KLH og ver uppií arbeiðinum
fyri góðum til fari í almenna kringvarpinum.
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag
hevur ársaðalfund Kristi Himmals-
ferðardag – hósdagin 5. mei 2016
kl. 15 í Kirkju- og Missónshúsinum
á Argjum.
Fundarskrá
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av nevndarlimum
4. Val av tiltakslimi
5. Val av grannskoðara
6. Lógarbroytingar
7. Ymiskt
Uppskot, sum limir ynskja at koma
til viðgerðar á aðalfundi, og uppskot
til nevndarlimir, mega vera formann-
in um – Una Næs, Essalág 18, 100
Tórshavn, í hendi 8 dagar framman-
undan aðalfundinum. Til ber at seta
seg sum lim á ársaðalfundinum.
Í sambandi við aðalfundin hevur
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag
alment møti í Kirkju- og Missóns-
húsinum á Argjum kl. 19.
Essalág 18 · 100 Tórshavn · tel 23 73 25
klh@klh.fo · www.klh.fo
KLH hevur
ársaðalfund
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag
Almannaverkið søkir eftir 2
námsfrøðingum og
summarfrítíðaravloysarum
Søkt verður eftir námsfrøðingum sum
brenna fyri serøkinum og vilja vera við til at
gera mun í gerandisdegnum hjá búfólkunum
á Eirargarði 16A/B í Tórshavn
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan
er í Eind 7 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk
mugu tola broytingar og umskipanir í
starvinum. Løn sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 19. apríl 2016 kl. 12.
Námsfrøðingar
til Eirargarð
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Almenn móttøka á
Føroya Barnaheimi
Í samband við at Laura Poulsen hevur 40 ára
starvs dag og at hon 1. apríl fór úr starvi
Verður móttøka á Føroya Barnaheimi fríggja
dagin 15 apríl frá kl 1517
Familja, vinir, starvsfelagir og børn gjøgnum
tíðirnar og onnur sum ynskja at heilsa uppá
Lauru eru hjartaliga vælkomin.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO100 Tórshavn