Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 40 H itleri dámdi væl hund­ar. Ella ið hvussu so er sín seinasta egna hund, sína egnu tík, sjefaratíkina Blondi. Hann átti annars fleiri hundar í buldruta lívi sínum. Men Blondi var, tað søgan veit at siga, hansara yndisvinur á fýra fótum. Sjefari sjálvandi, hálvsystir úlvs­ tíkina. Frumhundurin, tann upp­ runa­liga hundurin har á leiðini. Tey vóru væl, Adolf og Blondi, og fylgdust í deyðan handan várdagin í Berlin, hann til Helvitis ivaleyst, hon til Himmals, himmaltíkin. Hitler hevði onga yvirskipaða ætlan um rasurøkt fyri hundar. Teir skuldu ikki sáld­ ast frá, sum høvdu eina skeiva tonn ella ikki full­komnan hala. Hans­ ara rasupolitikkur var bara galdandi fyri fólk, fyri menniskju. Har helt hann tað vera al­neyðugt at rudda eitt sindur og røkta. Men hundarnir sluppu fyri hon­ um at vera teir hundar, teir vóru, og tær tíkar, tær vóru. Orðið underdog kemur ikki úr týskum. Hitler hevði stórar ætlanir. Hann tos­ aði uttan iva við Blondi um tær. Tíbetur gongur tó sjáldan sum prestur prædikar. So eru onnur, sum ikki vilja vita av hundum, sum onga ættartalvu hava og grenja, tá reyð ella blá sloyfu verður knýtt á høvdi teirra. Tey røkta rasuna, røkta hana, tí hon skal vera rein, gullrein. Kappingar eru millum kynreinar hundar, sum verða hundfarnir uttan um alla etiska djóravernd. Sjálvir leggja teir einki í, um teir vinna ella tapa. Nummar tvey bítur ikki nummar eitt. So sleppur hann ongantíð við aftur á bonaðu gólvini. Men tað veit hann bara ikki. Hygg, har fer Figo eina av sín-um dagligu kanningarferðum í granna- lagnum. Figo sleppur undan øllum kappingum, tí eingin kapping er um reinasta vegamótið. Hann hevur onga ættartalvu og heldur ongan vanga á Feysbukkuni. Men hann er forbannað fittur, Figo. Hann er ein hundur uttan dikkendarr. Hann hevur síni støð at vitja, støð, sum hann veit, at góð fólk búgva. Óhugnaliga rasurøktin kemst av, at vit halda okkum vera oman fyri djórini, hægri enn tey, tí vit duga at skoyna okkum. Tí kunnu vit fara við til dømis hundunum sum okkum lystir. Hundar verða viðfarnir sum forkelað og spilt børn, verða latnir í dýr mótaklæði og ganga til, nei, verða sleipaðir til manicure og pedicure og frisør. Ófýsin rasurøkt, men ikki forboðin. Og endar ikki við heimsbardaga. Vit siga, at hundurin er besti vinur menniskjans. Tí eiga vit at sýna teimum virðing. Rættir vinir spyrja ikki eftir ættartalvu ella tonnum. Rasuhundar halda neyvan, at menniskjan er besti vinur hundsins. Og er hundurin okkara besti vinur, hví er orðabókin so á tremur við neiligum orðum, sum byrja við hund ella hunda? Tín heidni hundur, siga vit, og tað er ikki nakað gott skoðsmál at fáa. Hundar eru hvørki religiøsir ella religiørir. Onkur bítur tó, og onkur fremur yvirgang móti heimaflogfenaði ella seyði, tó verri enn so so devulssettan yvirgang sum menniskjan ger. Hundar kunnu drepa seyð, hønur, gæs, og tað er so tað. Men gera teir tað, verða teir fyribeindir uttan rættarsak og dóm. Tað er munurin á teimum og flestu yvirgangsfólkum. Tað er brot á mannarættindi og øll handan lalasvadan har at drepa fólk, sum drepa fólk. Og har kemur Figo aftur. Nú er hann á veg heim. Steðgar á og kannar, um nøkur ketta er á kósini til hús. Tí honum dámar ikki kettur, heldur ikki tær við sloyfu. Nei, har er eingin ketta ella frens­ ur í dag, so Figo fer heim. Figo er ein vanligur hundur, og tað sleppur hann at vera. Rasan er ókend. Gevið hundunum frið Jóhan Thomsen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Vikar Bústaður: Klaksvík Hvat ætlaði tú at vera tá tú bleivst vaksin? – Tað er sum allir aðrir dreingir í Klaksvík. Skipari. Men lívsleiðin vendi aðrar vegir, so í dag eri eg sama stað sum eg var, tá eg droymdi um at blíva skipari. Í skúlanum sum vikar. Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár? – Eg livi frá degi til dags, so eg leggi ikki rætlanir fram í tíðina. Enda setningin: Allir føroyingar kunnu verða samdir um at .... At Føroyar høvdu verið eitt enn betur stað at búð í, um fólk brúktu orku at tosa gott um hvønn annan, ístaðin fyri ringt. Og so sjálvandi um Klaksvík var høvðusstaður Hvør er tín fyrimynd og hví? – Mamma og babba. Tað er eingin grund at boða frá hví, men tey hava borið ein á lógvunum alt lívið. Hvat er eitt eydnuríkt lív? – Eitt eydnuríkt lív er tað at kunna vakna hvønn morgun, og fara at gera tað ein tímir, fyri síðan at kunna fara heim aftaná arbeiði og njóta tíð saman við familju ella vinum. Hvat er seinasta gávan tú gav damuni? – Er tað í ordan, at eg gav hundinum eina gávu? Hvat er tað seinasta góða ráðið tú fekk? Ikki taka meiri á teg enn tað tú megnar. Um tú kundi sungið ein sang í X-factor, hvønn hevði tú valt? – Eg hevði valt onkran góðan, fangandi sang sum ikki var alt ov ringur at syngja. Men so skal leggjast aftrat, at eg eri so ómusikalskur, at tað at farið og sungið hevði verið heilt utopiskt. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg .... Havi lovað onkur ting sum eg aldrin komi at gera. Hvør er seinasta stuttliga uppliving hjá tær? – Í mínum starvi er hvør dagur ein stuttlig uppliving. At koma í skúla og síggja andlitini á fegnum næmingum, kann ikki metast upp í einari stuttligari uppliving, men fleiri.