Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FMA FYRI TRIÐJU FERÐ Barbara Holm Miðlahúsið, Kringvarp Før­ oya og Norðurlandahúsið hóku stig til at stovna FMA, før­oysku tón­lista­virðis­løn­ir­ nar - ella Faroe Music Awards 2014 – tá ið Planet Awards fór í søguna, og ynski varð um at skipa fyri einum størri tón­ leika­fagnaði. Tað eru umboð fyri teir tríggjar stovnarnar, sum manna arbeiðsbólkin. Har­ um­framt hevur tónleika­um­ hvørv­ið valt umboð í arbeiðs­ bólkin. Í arbeiðsbólkinum sita Eyð­finn Jensen fyri Kring­ varp Føroya, Barbara Holm fyri Miðlahúsið, Fróði Vest­er­gaard fyri Norð­ur­ landa­hús­ið, meðan Sun­ leif Ras­mus­sen er valdur av tón­leika­um­hvørvi­num í Før­oy­um (t.e. tón­leika­feløg, musikk­skúlar o.o. sum hava við tón­leik at gera). Arbeiðsbólkurin hevur valt ein samskipara av til­ taki­num, sum er Rólant Waag Dam, og hevur sett fleiri dóms­nevndir at finna fram til til­nevningarnar innan tær ymisku kategoriirnar. 12. mars verður Norðurlandahúsið karmur um enn eitt FMA til­tak, har føroyskur tónleikur verður fagnaður fyri síni avrik. Hesa­ferð ber til at síggja FMA beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kring­ varpi­num. Nú tað stundar til triðja umfarið av FMA, lýta vit aftur á vinnararnar frá undanfarnum árum