mánadagur 29. februar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25
GOMLURÆTT
– Gamlarætt kann verða eitt rættilig sólskins
søga! Tað sigur Sjúrður Olsen, formaðurin
í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð
Vænta at fáa
Gomlurætt fyri einki
Býráðið vil yvir
taka havnina
á Gomlurætt
Hann staðfestir, at býráðið
fer at royna at sleppa at
yvirtaka
havnarlagið
á
Gomlurætt frá landinum, tá
ið Sandoyartunnilin er tikin
í brúk.
Men hann væntar ikki, at
Landið ger at krevja pening
fyri Havnarlagið.
– Eg vænti at vit sleppa
at yvirtaka Gomlurætt fyri
einki, og so er landið leyst av
øllum skyldum at halda og
gera ábøtur á havnarlagið,
sigur hann.
Sjúrður Olsen sigur, at
stórur áhugi er fyri at brúka
Gomlurætt til ferðavinnu í
samband við sigling og tað er
eisini umsókn komin um at
sleppa at byggja hús á havn
arlagnum til at hava at skifta
í, eta í, o.s.fr.
– Tað er ein vinna, sum er
í stórum vøkstri, og tað hevði
verið eitt gylt høvi at kunna
yvirtikið
Gomlurætt
og
brúkt til ferðavinnuendamál,
sigur hann.
Hann sigur, at ein trupul
leiki er, at tey vita ikki
akkurát, hvat Sandoyartunn
ilin kemur upp.
–
Upprunaliga
skuldi
hann koma upp í hædd við
Merkið, sum er málað á ham
aran. Men síðani hevur ljóð
að, at tunnilsmunnin skal
flytast longur oman, kanska
heilt oman á havnarlagið.
Hann sigur, at býráðið
fer at leggja stóran dent á
at forða fyri at tað hendir,
tí so fara allir ferðavinnu
møguleikar á Gomlurætt fyri
skeyti, sigur hann.
Tí sigur hann, at býráðið
fer at streingja á fyri at fáa
greiði á, hvar tunnilin kemur
upp, so at tað ikki hendir, at
allir ferðavinnumøguleikar
verða fyribeindir.
Teitur Samuelsen, stjóri í
tunlafelagnum, sigur, at heilt
endalig avgerð er ikki tikin
um, hvar tunnilin kemur upp
á Streymoyarlandinum. Men
sum støðan er nú, er ætlanin
at fara inn niðast við Gomlu
rætt, í horninum syðst á
keiðini, inni móti berginum,
so at tað fer at ávirka virk
semið
á
havnarlagnum
minst møguligt. Hann sigur,
at bæði jarðfrøðiliga, og fyri
tunnilin, er tað best at hann
kemur upp so niðarliga sum
gjørligt.
– Jarðfrøðingarnir halda,
at vit skulu fara so langt
niður sum gjørligt. Og sam
stundis staðfesta ráðgev
ararnir, vit hava, at ein
undirsjóvartunnil skal altíð
ligga so lágt sum til ber fyri
at hava so lítið hall sum
gjørligt.
Men kemur ein undir
sjóvartunnil til Suðuroyar
tunnil einaferð seinni, ber til
at broyta vegaføringina til
og frá tunlinum.
Teitur Samuelsen leggur
afturat, at áðrenn nakað
verður sett í verk, skal polit
iski myndugleikin góðkenna
prokjektið. Men hann vísir
eisini á, at tað stendur í lógini
fyri felagið, at tunnilin skal
koma upp á Gomlurætt.
Áki Bertholdsen
Tá ið Sandoyartunnilin er
tikin í brúk, er tað sjálv
sagt, at Tórshavnar Komm
una yvirtekur havnarlagið
á Gomlurætt frá landinum.
Tað halda býráðslimir í
Havn.
Samstundis
gera
býráðslimir greitt, at teir
eru ikki samdir við tunla
felagið um, hvar tunnilin
skal koma upp á streym
oyarlandinum.
Á býráðsfundi í Havn
hóskvøldið varð upplýst,
at upprunaliga hevur talan
verið um, at tunnilsmunn
in skal vera uppi í hædd
við Merkið, sum er málað
í Hamaran, tað er í hálvari
omankoyringini til havnar
lagið í Gomlurætt.
Hetta er fyri, at tunnils
munnin ikki verður lagdur
soleiðis, at fer at forða fyri,
at virksemi kann vera niðri
á sjálvum havnarlagnum.
Men í felagnum, sum
skal standa fyri at gera
tunnilin vilja tey hava, at
tunnilin skal koma upp
longur niðri.
– Tunlafelagið vil hava
at tunnilin skal koma upp
á sjálvum havnarlagnum,
fortaldi
Marin
Katrina
Frýdal, býráðslimur, fyri
hinum býráðslimunum.
Hon sigur, at tað er fyri
at spara pening, at tunla
felagið vil hava tunnilin
longur niður, og fyri at
hallið skal á tunlinum skal
vera so lítið sum tilber.
Má aldrin
góðtaka tað
Marin
Katrina
Frýdal
leggur dent á, at býráðið
má aldrin góðtaka at tunn
ilin skal koma upp niðri
á Gomlurætt, tí tað fer
fullkomiliga at oyðileggja
havnarlagið.
– Kemur tunnilin upp
á havnarlagnum, fer tað
at forða fyri, at tað kann
verða brúkt til nakað sum
helst, sigur hon.
Tvørtur ímóti heldur
hon, at tað er sjálvsagt, at
Tórshavnar
Kommuna
yvirtekur
havnina
á
Gomlurætt, tá ið Sandoyar
tunnilin er tikin í brúk, og
Teistin gevst at sigla.
–
Gamlarætt
er
av
álvara í menning og tað eru
ikki færri enn fimm ferða
vinnufeløg sum brúka tað
regluliga
Tað eru feløg sum sigla
við ferðafólki, serliga við
skjóttgangandi
bátum,
sum brúka Havnina á
Gomlurætt nógv.
Men eisini Norðlýsið,
Westward Ho, og onnur
skip í ferðavinnuni, brúka
Gomlurltt.
– Tí eiga vit at hjúkla
um havnarlagið, heldur
Marik Katrina Frýdal.
Hon hugsað eisini ser
liga um veksandi áhugan
fyri at sigla út í Hest,
Koltur og Nólsoy, og rund
anum tær oyggjarnar, har
nógv ferðamál eru, bæði
Klæmintsjógv í Hesti, um
framt onnur sermerkt støð.
– Tá ið undirsjóvar
tunnilin er komin, verður
havnarlagið tókt til onnur
endamál, bæði til ferða
vinnu, og kanska annað
við, og tí eiga vit at forða
fyri, at tunnilin verður
lagdir soleiðis, at vit for
koma tí møguleikanum,
sigur býráðslimurin.
Ein perla
Aðrir býráðslimir at vera
samdir í, at havnarlagið á
Gomlurætt eigur at varð
veitast, og at kommun
an skal yvirtaka tað, táið
tunnilin
er
komin,
og
Teistin gevst at sigla
Ein av teimum býráðs
limunum, sum taka undir
við hesum, er Tróndur
Sigurðsson, ið er formað
ur í Byggi- og Býarskip
anarnevndini hjá býráð
num, og hann sigur, at nu
er neyðugt at seta tunla
felagið skák.
– Gamlarætt kann verða
ein náttúruperla, bæði hvat
siglingartúrum viðvíkur,
men har kann eisini verða
bæði kampingpláss, breyt
at koyra go-gart á, ella,
hvat tað skal vera.
Elin Lindenskov stað
festir somuleiðis, at býráð
ið má forða fyri, at tunnilin
kemur upp á Gomlurætt.
Men hon heitir eisini á
býráðið um at hugsa um
havsvimjarar, sum brúka
havnarlagið á Gomlurætt
regluliga, tá ið Teistin ikki
er har.
aki@sosialurin.fo
Býráðslimir í Havn hava nógvar dreymar
um at gera Gomlurætt til eina perlu
YVIRTØKA
Tá ið Sandoyartunnilin er komin, eigur Tórshavnar Kommuna at
yvirtaka havnina á Gomlurætt, halda býráðslimir í Havn – og teir
vænta at fáa hana fyri einki. Tað er í beninum, syðst á havnarlagnum,
áraka molan, at tunlafelagið ætlar, at tunnilin skal koma upp.