Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GOMLURÆTT Tað verður hvørki ókeypis, ella treytaleyst, at Tórshavnar Kommuna sleppur at yvirtaka Gomlurætt Áki Bertholdsen – Vil Tórshavnar Kommuna yvirtaka havnarlagið á Gomlu­rætt, tá ið Sandoyar­ tunnilin er komin, mugu vit tosa um tað. Tað sigur Henrik Old, lands­stýrismaður í sam­ ferðslu­málum. Sum tað sæst í hinum grein­unum, vil Tórshavnar Komm­una sleppa at yvirtaka havnarlagið á Gomlurætt, tá ið Sandoyartunnilin er kom­ in, og Teistin gevst at siga. Og tey vænta enntá, at tey sleppa at yvirtaka hana fyri einki. Men Henrik Old, sigur, at so lætt spælir klaverið ikki. – Tað kann ikki verða talan um at geva eina havn, sum hevur kostað lands­kass­ anum nógvar pengar, burtur fyri einki, sigur Henrik Old. – So vil Tórshavnar Komm­una yvirtaka havnina, mugu tey koma við einum boði, leggur hann afturat. Hann sigur, at kemur ein áheitan frá kommununi, má spurningurin fyrst takast upp í samgonguni. Men hann sigur, at av tí at talan er um eina landshavn, sum Løgtingið hevur játtað nógvan pening til, verður tað undir øllum umstøðum eis­ini Løgtingið, sum má sam­tykkja, at Tórshavnar Kommuna sleppur at yvir­ taka Gomlurætt, og hvat prís­ urin skal vera. Men tað verða ikki tær ein­astu treytirnar! – Landið má undir øll­um umstøðum tryggja sær ein ávísan brúksrætt til Gomlu­ rætt, hóast kommun­an skuldi yvirtikið hana, sigur lands­stýrismaðurin í sam­ ferðslu­málum. Tað, hann hugsar um, er, at landið má undir øllum um­støðum tryggja sær rætt til at brúka Gomlurætt í eini til­búgving. Her hugsar hann mest um, at landið má fáa rætt til at brúka Gomlurætt til rutu­ sigling, skuldi okk­urt hent, sum ger, at Vága­tunn­ilin, ella Sandoyar­tunnilin, noyð­ast at lata aftur í eina tíð. – Í eini slíkari støðu mugu vit kunna brúka Gomlurætt at sigla upp á. So skuldi Tórs­havnar Havn yvirtikið Gomlurætt verður tað undir øllum umstøðum ein treyt, at tað mugu ikki gerast so stór­ar broytingar, at ikki hampiliga stór skip sigur hann. Samstundis má pláss verða fyri, at siglingin út í Hest má halda fram, leggur hann afturat. Mugu bera skjótt at Men Henrik Old staðfestir sam­stundis, at fyri tunnilin er tað best, at hann liggur so niðarliga sum gjørligt, fyri at hava hallið so lítið, sum gjørligt. – Uppgávan hjá tunla­ felag­num er at finna eina góða loysn, bæði tekniskt og fíggjarliga, og tað fari eg ikki at forða teimum í. Hann sigur, at skal tunn­ ilin koma upp so høgt, sum Tórshavnar Býráð ætlar, verður hann nakað longri fyri at hallið ikki skal verða ov stórt. Men so verð­ur hann eisini dýrari, og tann prísmunin má Tórs­havnar Kommuna so eis­ini átaka sær at rinda, sigur lands­stýris­ maðurin í samferðslu­málum. Hinvegin sigur hann, at arbeiðið hjá tunlafelagnum gongur skjótt, so skal nakað henda á hesum øki, má Tórshavnar býráð bera rættiliga skjótt at, tí hann ætlar sær ikki at seinka fyri­ reik­ingunum hjá tunla­felag­ num. – Nú eru vit komin so langt, at nú nyttar ikki at koma við nøkrum, sum ger, at fyrireikingarnar koma í drag, leggur hann afturat. Hann leggur kortini afturat, at hetta eru alt spurn­ingar, sum verða um­ røddir í løtuni, og í hesum sam­bandi verða atlit eisini tikin at eini framtíðar­sam­ ferðslu. – Skulu vit hugsa um ferðsluna til og úr Sandoynni burturav, er einki í vegin fyri at hann liggur so lágt sum gjørligt. – Men verður tað eina­ ferð í framtíðini so, at tunnil verður gjørdur av Velba­stað yvir í Havnardal, og fer ein framtíðar Suðuroyar­tunnil at føra til nógva tunga ferðslu, liggur tunnils­munn­ in kanska best eitt sind­ur longri uppi, eisini, tá ið hugs­ að verður um atkomu­vegir. Tað eru spurningar, sum hes­ir, um fígging og teknikk, og fyrimunir og vansar, sum hugs­ast skal um, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo VERÐUR IKKI TREYTALEYST AT YVIRTAKA GOMLURÆTT SKJÓTT – Vil Tórshavnar Kommuna sleppa at yvirtaka Gomlurætt, og fáa ávirkan á, hvar Sandoyartunnilin skal koma upp, mugu tey bera skjótt at, tí tað eru nógvir spurningar at greiða, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum