Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LØGTINGSGRANNSKOÐAN ÓGREIÐ VIÐUR­SKIFTI UM ÁBYRGD GERA AT NØKUR MÁL IKKI ERU LOYST Tað manglar enn at fáa fleiri viðurskifti í rættlag, so ábyrgdin í almennu skipanini kann stað festast Árni Gregersen Løgtingsgrannskoðararnir eur komnir við frágreiðingini fyri roknskapin hjá land­ inum í 2014. Aftur hesaferð eru atfinn­ ingarnar hvassorðaðar og tey finnast at, at ov lítið verður gjørt við tað, sum grann­skoð­ ararnir undan­farin ár hava víst á. Ferð eftir ferð hava lands­stýrisfólkini sagt við grann­skoð­anina, at viður­ skiftini eru við at koma í rættlag, men í veruleikanum hendir onki. Spurdur um lands­ stýris­fólkini lúgva um hesi viður­skiftini, sigur for­ mað­urin fyri grannskoðar­ unum, Jónleif Johannesen, Javnaðar­flokkurin: – Nei, eg haldi ikki at lands­stýris­fólkini lúgva, men summi mál eru ikki so løtt at loysa, meðan onnur krevja polit­iskar semjur, og aftur onn­ur taka tíð. – Tað er kanska meiri ein spurningur um hvussu høgt landstýrisfólkini raðfesta tey viðurskiftir grannskoðanin spyr um.  Tað er so, at tá ið grann­skoðarin er liðug við eina grannskoðan, skal hann spyrja landsstýrisfólkini, hvat tey gera fyri at fáa viður­skiftini í rættlag. Løg­ tings­grann­skoðararnir hava avgjørt at frammyvir vilja teir eisini minna land­stýris­ fólk á viðurskiftir, sum síggja út til at koma í dra, sigur hann. Óskrásettir tímar Ein annar spurningur, sum løgtingsgrannskoðararnir hava víst áhuga, er at fleiri almennir stovnar als ikki hava skrásett, hvussu nógvar tímar teir skylda starvs­fólk­ unum – ella hvussu nógv­ ar tímar stovn­urin eigur tilgóðar hjá øðrum starvs­ fólkum – Flestu stovnar hava áset­ingar um flextíð, tað kann t.d. +30/-15 tímar, og tá er ikki vanligt at tím­ar­ nir verða skrásettir í rokn­ skap­inum. Men hjá nøkrum stovnum vísir tað seg, at tíma­talið víkir nógv frá innan­hýsis reglunum, og +/- tímar eru nógvir. – Nakrir stovnar eru, sum hava nógva yvirtíð, utt­ an at tað verður útgoldið ella skrásett á annan hátt í rokn­skap­inum og tá fáa vit ikki eina nóg góða mynd av støðuni, tí øll arbeiðsorkan er ikki skrá­sett í fíggjarárinum, sigur for­maðurin og leggur afturat: – Tað tykist, sum leiðslur­ nar á stovnunum ikki vita nóg greitt eftir hvørjum reglum, roknskapurin skal gerast. – Rokniskapar­kunn­gerð­ in, ið ásetir at vørur og tæn­ astur skulu skrásetast, tá ið tær eru latnar, ella rokni­ skapar­meginreglunum í land­rokni­skapinum, ið t.d. ásetir at skyldug frítíðar­ løn fyri fastlønt verður út­reiðslu­førd, tá ið hon verður út­goldin. Kanska skal lands­stýris­maðurin í fíggjar­málum áseta greiðari reglur,   so staovarnir sleppa undan iva­spurningunum. Almennu ognirnar Eitt annað mál í frá­greið­ing­ ini er, at almennar ognir ikki verða viðlíkahildnar nóg væl. – Svarið helst at talan hev­ur verið um niður­rað­ fest­ing av viðlíkahaldið, og at ikki hevur verið hildið nóg vakið eyga við ognum, sum landi einaferð hevur brúkt, men sum í dag ongan tørv hevur á. Hvør skal syrgja fyri at almennu bygningarnir verða viðlíkahildnir? – Tann sum varðar av ein­ um bygningi, hevur ábyrgd av at halda viðlíka.  Kortini er tað  eitt sindur ógreitt, hvør hevur ábyrgd, tá ið játtanin til viðlíkahald er undir Lands­verk og stovnurin, sum skal viðlíkahaldast er hjá øðrum landsstýrismanni ella á aðrari játtan. Tað ger viðurskiftini eitt sind­ ur ógreið, sigur Jónleif Johannesen. Strandferðslan Ein afturvendandi spurn­ ing­ur gjøgnum fleiri ár hev­ ur verið Strandferðslan og møgu­lig ovurnýtsla har. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi júst tað, at ein politisk kreppa tók seg upp og eitt mis­álit var reist á lands­ stýris­mannin við sam­ ferðslu­málum. Uppskotið fall tó. For­mað­urin fyri grannskoðar­ unum, Jónleif Johannesen