Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 LØGTINGSGRANNSKOÐAN Árni Gregersen Sjálvt um løgtinbgs­grann­ skoðararnir á hvørjum ári eru komnir við ein­ um lemjandi kritikki av lands­kassa­rokn­skap­ inum, so finn­ast tey nú at, at tað er sum lands­stýrið ikki tekur hend­an kritikk í álvara. Nýggju løgtings­grann­ skoðararnir vilja tí hava, at nakað hendir beinan­ vegin og herða trýstið á al­mennu fyrisitingina, so betri skil kemur á. Serliga trý punkt vilja grannskoðararnir hava at virka betur. • starvsfólk skylda ella eiga til góðar nógvar lønartímar, uttan at tað sæst í roknskapinum • ognir og útbúnaður ikki eru skrásett • peningastovnskontur ikki eru skrásettar í lands­roknskapinum Grannnskoðararnir hava ferð eftir ferð víst á, at tal­an er um lógir, sum als ikki verða hildnar. Tey vísa eisini á hesaferð, at regl­ur ikki verða yvir­ hildn­ar, men tey vísa á, at í fleiri før­um er tað so­leið­ is, at reglur­nar als ikki eru gjørdar. Privatar átekningar At talan er um álvarsmál sæst týðuliga, tí í meira enn einum føri er tað hent, at almennir rokn­ skapir hava fingið átekn­ ing­ar við fyrivarni frá privat­um grann­skoð­ arum. Hetta verður mett ómetaliga álvarsligt og grann­skoðararnir siga, at hetta má fáast í rættlag beinan­vegin. Løgtings­grann­skoð­ arar­nir hava tó fingið eyga á batar í ávísum før­ um. Tey siga, at frávikini millum játtan og nýtslu ikki eru so stór nú, men tey staðfesta samstundis, at hetta als ikki eigur at koma fyri. Ein broyting, sum er gjørd herfyri er, at í fram­tíðini skulu løg­ tings­grann­skoð­ar­ar­ nir í seinasta lagi hava grannskoða rokn­skap­ir­ nar 11 mánaðir eftir árs­ lok. Higartil hava tey havt 14 mánaðir. Hetta verður mill­um annað gjørt, so grann­ skoð­anin kann hava ávirk­an á fíggjarlógina, tá ið hon skal samtykkjast. Løgtings­grann­skoð­ arar­nir eru nú Jónleif Johannesen, Javnaðar­ flokk­urin, formaður, Óluva Klettskarð, Tjóð­ veldi, næstformaður, Magnus Rasmussen, Sam­ bands­flokk­urin og Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin. arnig@sosialurin.fo Løgtingsgrannskoðararnir hava aftur ein lemjandi krtikk – eftir at tey hava gjøgnumgingið lands­kassaroknskapin fyri 2014 Finnast hvassliga at hvussu eftirlitið er við almennum ognum Spurningurin nú er um meirnýtslan hjá Strand­ ferðsl­uni aðrar avleiðingar: – Hetta er gomul meir­ nýtsla, og viðurskiftini hjá Strandferðsluni hava fingið avleiðingar. Hinvegin eiga vit neyvt at hyggja at hvat grannskoðanin fyri 2015 kemur at vísa, og síðani taka tað har í fra. Eitt afturvendandi punkt hjá grannskoðarunum er, at ognir og útbúnaður hjá tí al­ menna ikki er skrásett. Fyri at fáa skil á hesum má okkurt gerast: – Her hava vit kanska eitt gott dømi uppá at broytta manna­gongdin hjá løg­tings­ grann­skoðarunum kann royn­ast í verki. – Løgtings­grann­skoð­ arar­nir ætla fram yvir at minna landsstýrisfólk á  slíkt sum kemur í drag. Í hes­um sambandi vildi tað møgu­liga verið skilagott at mint land­stýris­kvinnuna í fíggj­ar­málum á at fáa gjørt reglur­nar greiðari. Eisini kann heitast á landstýris­ kvinn­una um áhaldandi at minna stovnarnar á reglur­ nar um at skráseta ognirnar, sigur formaðurin. KT-skipanirnar Eitt annað stórt og dýrt mál er KT hjá tí almenna. Hetta eru skipanir, sum alstórar pen­ingaupphæddir verða brúktar uppá. Fyri at tryggja,a t hetta er í lagi, eiga kervisskoðanir at verða gjørdar. – Ein og hvør stovns­leið­ ari hevur ábyrgd á sínum skipanum. Summir stovnar biðja um uttanhýsis fólk gera kervisskoðanir fyri at kanna um alt er í lagi. Stóru stovnarnir sum TAKS, Gjaldstovan og KT lands­ins hava latið gjørt slík­ar skoð­ anir. Hetta fyri at stað­festa hvar váðar ella vandar eru, soleiðis, at leiðslan kann seta í verk tiltøk at fyribyrgja veik­leikunum. Løgtigns­grann­skoð­arar­ nir hava eisini funnist at fyri­sitingarútreiðslunum hjá Landsverk. Tey siga, at torført er at síggja um umsitingin veks­ ur, tá ið peningur sum er av­settur í ymiskum verk­ ætlanum, eisini verður brúktur í fyrisitingini hjá lands­verk. – Hendan spurning mum fíggjarmálaráðið, Gjald­ stovan og Landsverk loysa, sigur Jónleif Johannesen. Musikskúlaskipanin fær eisini nøkur orð við á veg­ num fyri ikki at vera nóg greið, tá ið um peningin ræður. – At hetta ikki kemur í rættlag, kemst helst av, at hetta er eitt mál fyri bæði land og kommunu, sigur Jónleif Johannesen. Tingið skal við­gera upp­ skotið um góð­kenn­ingina av lands­rokn­skap­inum fyri 2014. arnig@sosialurin.fo