Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinasta hósmorgun land­ aðu írsku systirskipini, Bren­del­en og Father Mckee, um­leið 1300 tons í part av hav­gølti til Havsbrún í Fugla­firði. Havgøltur gjørdist annars eitt gott íkast hjá fóð­ur- og mjølvirkinum í Fugla­firði tey árini, tá rá­ vøru­tølini vóru smá. Fara vit nøkur ár aftur í tíð­ina - aftur til 2010 - hevði Havs­brún ongan fisk fingið frá føroyskum skipum, tá kom­ið var inn í mars mán­ aða hetta árið. Hóast eingi føroysk skip høvdu landað í Fuglafirði, hevði Havsbrún kortini keypt stívliga 30.000 tons, tá komið varð nakrar dagar inn í mars 2010. Hetta árið og onnur ár við, tá ráfiskanøgdirnar til fram­leiðsluna hjá Havsbrún vóru ógvuliga smáar, vóru írsku skipini, Brendelen og Father Mckee, álitið. Í 2009 vóru írsku systir­ skip­ini tey, sum førdu størs­ tu nøgdirnar av upp­sjóv­ar­ fiski til lands í Fuglafirði, og vóru tey so­leið­is hetta árið ein týð­andi partur av rá­ vøru­grundarlagnum. Í ár er øðrvísi, og tað hevur gingið væl hjá Havs­ brún higartil at tryggja sær rá­vøru. Men, vóru Brendelen og Father Mckee hollir stuðl­ar tey vánaligu árini hjá Havs­ brún, eru skipini og tess mann­ingar tað eisini í dag. Men hvat er ein hav­gølt­ ur? Vit skulu eini 10 ár - ella kanska stívliga tað - aftur í tíðina, tá virkið tók ímóti fyrstu nøgdunum av hav­ gølti. Tað var nótaskipið Christian í Grótinum, sum fekk hesar fiskarnar, tá teir royn­du eftir rossamakreli í Ensku Kanalini. Tá hevði nóta­skip­ið eina íblanding av hav­gølti, sum teir landaðu í Fugla­firði. Seinni eru tað serliga írsku systirskipini, sum hava verið á Fuglafirði við hav­ gølti, sum tey hava fiskað á leið­unum sunnan fyri Írland og niðri móti Ensku Kanal­ ini. Havgøltur er smáur fiskur. Er slagið gott, liggur stødd­in millum 10 og 13 senti­metrar, men er fiskurin smá­ur, er longdin kanska einar 5-6 sentimetrar. Havgøltur minnir um konga­fisk í skræðuni; hann er nakað hvassur, og tí hevur hann eisini verið ringur at fáa upp úr skipinum. Neyðugt er at brúka nógv vatn, tá havgøltur verður land­að­ur. Tað var tann tíð, tá írsku systirskipini, Brendelen og Father Mckee, mest sum vóru álitið hjá Havsbrún í Fuglafirði Írar trúfastir í Fuglafirði Joan Sørinardóttir hevur givið út forvitnisligu bókina, Hvannpoppkorn & summardáa- fruktsalat. Hetta er ein bók við uppskriftum og myndum, og har grundarlagið er ymiskur matur við rávørum úr føroysku náttúruni Rúmligari á havnaløgum Vilmund Jacobsen Sunda kommuna er í holt við at víðka um havna­løg­ ini í Hósvík og Hval­vík, og í síðstu viku varð ný­ sprongdað økið á havna­ lag­num í Hósvík handað kom­mununi. Tað er felagið Arti­con, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Havnalagið sunnan fyri Krás í Hósvík er nú víðkað við 1000 fermetrum. Avlopið av tilfarinum, sum er sprongt í Hós­vík, verður eitt nú brúkt til útfylling á havna­lag­num í Hvalvík, har eftir­spurn­ing­ ur er eftir vinnu­økjum. - Jú, vit merkja ein ávísan íløguáhuga á vinnu­ liga økinum. Heðin Zachariasen, borg­ar­stjóri í Sunda kom­ munu, vísir á, at ein stórur bygn­ingur nýliga er bygdur á vinnuøkinum í Hvalvík, og kommunan hevur onkr­ ar aðr­ar umsóknir um vinnu­bygn­ingar, eins og onk­ur hevur søkt um at sleppa at byggja út. Tað er í Hósvík, Hval­ vík, Oyri, Norðskála og í Haldarsvík, at mesta vinnu­virksemi í Sunda kommunu er. 14 ár eru nú liðin, síðan Karl Birgir Isaksen stovnaði fyri­ tøku­na, KBI. - Hetta hava verið 14 sera góð og hendingarík ár, sigur stjórin Er nøkur framtíð? Vilmund Jacobsen 17 fólk búðu í Hesti við árslok 2015, og tað er eitt fólk minni enn við árslok árið fyri. Fólkatalið í bygdini er nógv minkað seinnu árini. Hóast talið av teimum, sum eru skrásett at búgva í Hesti, er 17, eru bara eini 12-15 fólk í bygdini eitt vanligt gerandiskvøld. Nógv hús standa tóm, men hiti er í flestu húsum, sum verða brúkt til summarhús. Um høgtíðir, og tá fjøllini verða gingin, leita fleiri fólk sær aftur til bygdar. Á nýggjárinum hevur verið fastur táttur at skipa fyri nýggjársveitslu í bygdarhúsinum, og tá eru gjarna eini 60 til 70 fólk við á veitsluni. Nýsprongdað økið á havnalagnum í Hósvík er nú handað Sunda kommunu Articon hevur sprongt og planerað á havnalagnum sunnan fyri Krás í Hósvík Tað eru serliga írsku systirskipini, Brendelen og Father Mckee, sum hava verið trúfastir á Fuglafirði við havgølti