mánadagur 29. februar 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25
Skúlanæmingar í smáum flokkum
læra meiri enn næmingar í
stórum flokkum. - Tað eru
svenskir granskarar á einum máli
um, skrivar nýggjasta Skúlablaðið
Vilmund Jacobsen
Í yvirlitinum eru tilsamans
4.012 harur skrásettar at vera
skotnar í Føroyum í 2015.
- Út frá hesum meti eg, at
samlaða talið av harum, sum
vórðu skotnar í Føroyum
í 2015, hevur verið umleið
4.500, kanska eitt sindur
hægri, men ikki fleiri enn
5.000.
Eyðfinn Magnussen vísir
á, at kanningin byggir á tøl
frá tilsamans 636 harutúrum
í 197 hagapørtum kring land
ið.
- Helvtin av harunum
vórðu skotar í 36 hagapørt
um. Av hesum vórðu 1.987
harur - tað er 25 prosent -
skotnar í 13 hagapørtum.
Hann sigur, at í teimum
20 bestu haruhagunum, fin
gu teir tilsamans 1.350 harur,
sum er 34 prosent av saml
aðu veiðini í Føroyum í 2015.
- Raskastir at skjóta har
ur í Føroyum í 2015 vóru teir
í hagapartinum “Norður
triðingi,
Norðaripartur”
í Sørvági, eisini nevndur
“Norðurtriðingur - Uttan fyri
Ánna”. Teir skutu tilsamans
113 harur á átta túrum. Teim
um á baki vóru teir í “Suður
triðingi - Ytripartur”, eisini
í Sørvági, við 92 harum á
níggju túrum. Á triðja plássi
vóru harumenninir í Sunds
haga í Sandavági - við 78 har
um á 10 túrum.
Eyðfinn Magnussen sigur,
at tá hædd verður tikin fyri,
hvussu nógvir túrar vórðu
gingnir í hvørjum haga, og
hvussu nógvir skjúttar vóru
við hvønn túrin, broytist úrs
litið.
- Eftir hesum útrokn
ingarhátti lá best fyri í
hagapørtunum “Byrgið” í
Kunoy og “Bíggjarhaga -
Líðarseyður” í Kaldbak . Í
báðum
hesum
hagunum
varð bara skotið tann eina
dagin, har ein einsamallur
maður
fekk
sjey
harur.
Á triðja plássi vóru teir,
sum skutu í “Inni í Haga -
Heimaripartur” í Funningi,
við 6,8 harum fyri hvørja byr
su um dagin.
Eyðfinn Magnussen vísir
á, at fyri alt landið vórðu
skotnar 2,36 harur fyri hvørja
byrsu hvønn dagin.
- Hetta er munandi minni
enn í 2014, tá veiðan var
3,1 harur fyri hvørja byrsu
hvønn dagin - og eisini minni
enn í 2013, tá miðalveiðan var
2,9 harur fyri hvørja byrsu
hvønn dagin, leggur hann
aftrat.
Flest harurnar í 2015
vórðu skotnar á Streym
oynni, 1.612 harur tilsamans,
sum er 40% av samlaða tali
num av harum, sum vórðu
skotnar í Føroyum í 2015. Í
Vágum skutu teir 1.059 harur,
í Eysturoynni 644 og á Borð
oynni 212.
- Vestmanna er eins og
undanfarin ár tann bygdin
í Føroyum, har flestu har
urnar vórðu skotnar í 2015.
Tilsamans skutu vestmenn
ingar 392 harur á 54 túrum,
men hetta er bert ein trið
ingur av tí, sum teir fingu í
2014, tá talið var 1.120 harur
á 74 túrum, sigur Eyðfinn
Magnussen.
Vilmund Jacobsen
Við seinasta festival var
føroyska ullin á dagskrá.
Evnið kveikti áhuga hjá
fleiri til ullarbeiði, umframt
at Búnaðargrunnurin hev
ur tikið táttin upp aftur at
fáa gagnnýtt føroysku ull
ina betri.
Á bindifestivalinum í
ár verða tað tey føroysku
bindingamynstrini,
sum
seta dagsskránna á verk
stovunum.
- Bindifestivalurin skap
ar veitsludám í Fuglafirði,
har hurðar verða latnar upp
á víðan vegg, og bjóðaðar
verða 70 verkstovur og 30
fyrilestrar við viðkomandi
evnum. Eisini fara kaffi
húsini við leskiligum ábiti
at hava opið frá tíðliga á
morgni til seint á kvøldi, og
hesi verða øll opin fyri al
menninginum, siga tey úr
Fuglafirði.
Eyðfinn Magnussen hevur nú á fjórða sinni
gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða
skotnar í Føroyum. Yvirlitini fevna soleiðis
um árini 2012, 2013, 2014 og 2015
Í døgunum, 14.-16. apríl,
fara fleiri hundrað kvinnur
at seta sær stevnu á altjóða
bindifestivalinum í Fuglafirði
Soleiðis royndist
haruárið
Veitsludámur
í Fuglafirði
Nú várið nærkast,
eru bindiáhugaðar
konur í Sandoynni á
triðja sinni farnar at
rigga steinin til, sum
øll vilja síggja
Veiðan
roynist
ikki væl
- Flestu línuskip eru
til fiskiskap. Tvey
eru farin til Íslands,
meðan restin er
undir Føroyum.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at
siga, at fiskiskapurin
undir Føroyum fram
vegis ikki er nøktandi.
Línuskipini fáa mest
av toski, hýsu, lon
gu og brosmu.
- Vit vænta tvey
ella trý línuskip inn
at landa í dag, og
síðan koma nøkur
seinni í vikuni.
Okkurt línuskip ný
liga er farið nýggjan
túr og kemur tí
neyvan inn aftur at
landa hesa vikuna.
Væntandi er, at
onkur línuskip aftrat
fara til Íslands.
- Streymurin verður
góður, og veðrið verð
ur eisini gott. Tí verður
roknað við nógvum
útróðri. Útróðrarbát
arnir fáa so at siga
bara tosk og hýsu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vænta tey, at
fleiri partrolarapør
koma inn at landa
í vikuni. Men, hóast
tað er besta fiskitíð,
er upsafiskiskapurin
framvegis vánaligur.
Umframt partrol
ararnir, fiska eisini
tríggir djúpvatns
trolarar upsa, men
teir koma neyvan inn
at landa í vikuni.
Tveir djúpvatns
trolarar eru á
Flemish Kap.
Um teir smáu
trolbátarnar, visti
marknaðurin fríggja
dagin at siga, at ein
er norðan fyri, tveir
eystan fyri, og tríggir
eru á Skeivabanka.
- Tann, sum er
norðan fyri, fiskar
tosk og hýsu, meðan
hinir fiska havtasku.
Trolbátarnir koma
væntandi inn at
landa miðskeiðis
og síðst í vikuni.
Lagt verður aftrat,
at tvey garnaskip
fiska svartkalva og
koma helst inn at
landa síðst í vikuni.
Garnaskipini hava
brúkiligan fiskiskap.