mánadagur 29. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Beinta í
Jákupsstovu,
dr.polit.
Ætlanin er
at
broyta
g a l d a n d i
lóg
fyri
kommunu
val.
Ein
h ø v u ð s
orsøk skal vera, at summi
meta tað vera neyðugt at
minka um talið á valstøð
um fyri at tryggja veljarum
anonymitet.
Um
støðið
verður tikið í demokratiteori,
er ikki evsta mál í politikki
at verja um anonymitetin
hjá veljaranum, evsta mál
er fólkaræði. Anonymitetur
kann vera góður í summum
førum, t.d. tá einstaklingurin
er
kundi,
sosialklientur,
pasientur,
revsidømdur
o.s.fr. Leikluturin er ein
annar á politiska vøllinum.
Tá
er
einstaklingurin
samfelagsborgari,
veljari,
kanska
fólkavalt
umboð.
Frá fornari tíð hevur tað
verið ein samfelagsskylda
at luttaka í demokratinum.
Upprunin til orðið »idiot«
sigst at vera, at soleiðis vóru
tey nevnd í gamla Athen,
sum ikki luttóku í politikki.
Tað fyrimyndarliga hevur
ofta verið beinleiðis luttøka,
men í modernaða stórsam
felagnum riggar kanska betri
við umboðandi fólkaræði.
Kortini,
tað
er
neyðugt
at fólkið gevur politisku
skipanini legitimitet. Djúpt
í okkara politisku mentan
liggur, at tað at fara á val ikki
bara er ein grundleggjandi
menniskjarættur, men eisini
ein samfelagsskylda.
Geva loynilig val størri
frælsi?
Tað er rætt, at tá loynilig
val vórðu innførd um fyrra
aldarskiftið, gav tað summum
størri frælsi, tí tey kundu velja
øðrvísi enn t.d. arbeiðsgevarar,
sum tá á døgum høvdu vald
til at geva arbeiðsfólki sekkin,
sum ikki vórðu lýðin, eisini
tá tey fóru á val. Tey liberalu
virðini eru nú so mikið væl
vard í okkara lóggávu og
mentan, at tað neyvan er
nakar stórur trupulleiki, um
tað onkuntíð ber til at gita seg
til, hvør ið hevur valt hvønn.
Tað er eisini merkisvert, at
tað ikki eru veljarar í teimum
smáu valdømunum, sum
krevja, at teirra anonymitetur
verður betri vardur. Tey tykjast
heldur ikki at hava himprast
at fara á val, tí vallutøkan er
oftast sera høg úti á bygd, og
hægri enn í Havn.
Søguligu virðini sum
lokaldemokratisk luttøka
hevur
Ein spurningur er, um tey
lokaldemokratisku virðini
verða nóg væl vard í nýggju
kommunulógini frá 2000 og
við teimum broytingarupp
skotum, sum nú verða skotin
upp í kommunuvallógini.
Tey fólkavaldu umboðini
á tingi og í kommunu- og
bygdaráðum mugu hava í
huga, hvat lokaldemokrati í
roynd og veru snýr seg um.
Tað er at hava fólkaræði í
einum geografiskum øki. Tey
fólkavaldu eru vald umboð fyri
hesi øki. Hvørt øki umboðar
ein felagsskap við felags
samleika. Í Føroyum hava hesi
øki havt stóran týdning fyri
føroyska mentan. Tórshavn
fekk sína kommunulóg
fyri 150 í 1866, og restin av
landinum varð býtt upp í sjey
kommunur í 1872; men vert
er at merkja sær, at Løgtingið
og amtmaðurin tá mettu
tað vera beinast, at tær 39
sóknirnar vórðu kommunur,
also til saman 40 kommunur,
í r o k n a ð
T ó r s h av n a r
kommunu. Myndugleikarnir
í Keypmannahavn vildu hava
færri kommunur. Úrskurðurin
var, at prestagjøldini vórðu
grundeindir, men tað skuldi
bera til at býta kommunurnar
sundur seinni; og so varð.
Politisku eindirnar komu stórt
sæð at vera tær somu sum tær
siðbundnu sóknirnar (sí J.
Djurhuus 1974 og H. Høgenni
1992).
Bygdapolitikkur – kjarnan í
føroyskum fólkaræði?
Fjølbroytni hevur verið
mett at vera eitt eyðkenni
og nakað at gleða seg yvir í
okkara fámentu tjóð – heilt
fram til kreppuna í 1990-
unum, tá »bygdapolitikkur«
fekk eina neiliga merking,
tí hjúklan um heimstaðin
varð roknað sum ein orsøk,
um ikki høvuðsorsøkin til
at landið misti stýringina
við fíggjarpolitikkinum. So
nú varð nýggja leiðarorðið
kommunusamanlegging; og
væl hevur eydnast, nú eru
bert 30 av teimum áður 51
kommununum eftir.
Hin
vegin
er
ikki
tørvurin fyri at verja og
stimbra fólkaræði í lokalu
samfeløgunum
horvin.
Framvegis eru geografiskar
eindir, har fólkið má hava
ein stovn til at umboða
felagsskapin. Bygda- ella
býráðið er best ment til 1)
at loysa lokal stríðsmál, t.d.
um hvussu lokala økið kann
brúkast á besta hátt, og 2) at
umboða lokalsamfelagið, tá
landsins myndugleikar skulu
taka avgerðir, sum fara at
hava árin á teirra samfelag.
Tað kann t.d. vera spurningar
um lokalisering av stovnum,
sum tað nú á døgum verður
hildið vera rætt at hava í
vælferðarkommunum.
Tey fólkavaldu eru umboð
fyri sínar veljarar. Tá val er,
kunnu veljararnir 1) velja ella
ikki afturvelja síni umboð,
alt eftir hvussu væl tey hava
roynst bygdini/býnum, ella 2)
velja ein flokk ella uppstillaði,
sum hava eina góða skrá fyri
framtíðar kommunupolitikki.
Veljararnir mugu hava vissar
møguleikar at hava tamarhald
á sínum umboðum. Tað er
jú fólkið, sum hevur evsta
valdið í einum fólkaræði, ikki
tey fólkavaldu, og enn minni
ríkisstjórn ella embætisfólk.
Hvat hevur tað at siga, at
valstøðini verða færri?
• Veljararnir í teimum smáu
valstøðunum hava sum er
ein stovnsettan møguleika
eftir til at boða nýggja
bygda- ella býráðnum frá,
hvørji tey meta sum síni
umboð: Tey kunnu vísa til
valúrslitið frá sínum lokala
valstaðið. – Sostatt eiga
valstøðini at verða mett
sum fólkaræðiligir stovnar,
sum eiga at varðveitast. Tað
at senda brøv ella savna
undirskriftir ella biðja um
fund við bygda-/ býráðið
er meira at rokna sum
viðbøtur, sum einstaklingar
og bólkar kunnu brúka at
fremja nýggj mál ella at
mótmæla førdum politikki.
• Fólkavald umboð, sum hava
fingið nógvar persónligar
atkvøður, hava eisini
fingið nógv vald í teimum
stóru
kommununum.
Atkvøðurnar frá teimum
smáu valstøðunum eru
ikki nógvar, men geva eina
virðismikla ábending um,
hvat ið hesir borgarar meta
um tey uppstillaðu og tann
politikk, sum tey umboða.
Um tey smáu valstøðini
hvørva, fara valúrslitini
ikki longur at geva teimum
fólkavaldu í bygda- /
býráðnum kunnleika um,
hvaðan atkvøðurnar koma,
og hvørji lokal samfeløg,
sum líta á, at hugsað verður
um teirra geografiska øki,
tá politiskar avgerðir verða
tiknar.
Samanumtikið,
sæð
frá
einum
fólkaræðiligum
perspektivi er tað eingin ivi
um, at tey smáu valstøðini
ikki mugu hvørva.
Fígging av valstríði – ein
forðing
fyri
vælvirkandi
fólkaræði?
Sum nevnt hevur verja
av anonymiteti ikki verið
eitt krav, sum hevur verið
nógv frammi í almenna
orðaskiftinum. Men tað er
ein annar stórur trupulleiki
við bæði kommunuvali og
løgtingsvali,
sum
javnan
hevur verið á lofti seinastu
árini, og sum til ber at gera
nakað við, nú kommunulógin
verður endurskoðað. Tað
er,
at
valstríðið
kostar
pengar, og at tað oftast eru
valevnini sjálvi, sum fíggja
valstríðið.
Spurnakanning
gjørd millum tey, sum vóru
uppstillaði í 2004, vísti, at tey
sum stilla upp, hava í meðal
størri inntøku enn fólkið
í
meðal.
Spurnakanning
gjørd fýra ár seinni bendir
á, at ójavnin økir. Jú størri
kommuna, jú meira verður
brúkt í valstríðnum. Hetta
er ein stórur fólkaræðiligur
trupulleiki tí at
• Tey, sum ikki hava ráð, ikki
kunnu kappast javnbjóðis
tey ríkaru valevnini.
• Skipanin kann føra til
korruptión, har tey sum
gjalda fyri valstríðið, krevja
serligar sømdir frá teimum
fólkavaldu.
• Um fylgt verður somu
reglum sum í grannalondum,
eigur at verða sett inn
ein paragraff um, at tey
sum eru vald, skulu fylla
út skjal við uppgerð fyri
útreiðslur til valstríðið, og
við upplýsingum um hvør
ið hevur fíggjað valstríðið,
seinast 14 dagar eftir valið.
Skeivir upplýsingar verða
sektaðir við bót. Kommunan
sendir avrit av hesum
skjølum saman við avriti
frá gerðabókini um valið, til
Innlendismálaráðið seinast
3 vikur eftir valið.
Men ein vallóg kann
tryggja javnari kynsbýtið!
Eitt annað, sum landsins
myndugleikar í nógv ár hava
roynt at gera nakað við, er
javnari kynsbýti í bygda-/
býráðum og á Løgtingi. Um
vallógin skal broytast, ber til
at skoyta upp í, at í minsta lagi
40 prosent av teimum, ið verða
vald, skulu vera kvinnur (ella
menn, um fleiri enn 60 prosent
av teimum valdu eru kvinnur).
28. februar 2016
Súni Selfoss,
formansvalevnið
S t a r v s
m a n n a
felagið
er
eitt sterkt
og stórt fel
ag. At leiða
S t a r v s
mannafelagið krevur royndir,
netverk, styrki, áræði, vilja og
áhuga.
Starvsmannafelgið er eitt
ógvuliga breitt fakfelag. Felagið
umboðar limir bæði á sjógvi, á
landi og í luftini.
Starvsmannafelagið hevur
tí sáttmálar, sum umboða
starvsfólk, sum starvast hjá
landinum, hjá kommununum
og
kommunala
felags
skapinum SEV, og hjá almennu
partafeløgunum – Føroya Tele
– Posta - og nú eisini Atlantic
Airways.
Hetta krevur, at formaður
felagsins sær allar limirnar í
øllum sáttmálunum. Tað krevur
so aftur, at formaðurin hevur
tamarhald á støðuni, at hann
kann hava fleiri bóltar í luftini
í senn, er tolin, strategiskur,
dugur at lesa støðuna og ikki
leypur framav.
Hesar eginleikar haldi eg
meg hava, og eg eri ikki bangin
fyri at handla, tá tað krevst.
Starvsmannafelagið
skal hava ávirkan
á samfelagið
Tað er ikki bara til lønarsam
ráðingar, at vit skulu stríðast,
men hvønn dag, árið runt.
Tí er umráðandi við einum
virknum og sjónligum felagi.
Starvsmannafelagið skal tí
verða eitt sjónligt fakfelag,
bæði á politiska pallinum,
í miðlunum og ikki minst
millum limirnar. Hetta merkir
ikki, at Starvsmannafelagið
skal hava ein politiskan lit,
men ein fakfelags lit. Vit skulu
gera vart við okkum, tala at,
rósa, samstarva og mótmæla.
Vit eru ein týðningarmikil
liður í demokratiska sam
felagnum, og tí mugu vit gera
vart við okkum, tað fer at
gagna okkum øllum.
Starvsmannafelagið
er tykkara felag
Limirnir
í
Starvsmanna
felagnum skulu altíð kenna
tað soleiðis, at Starvsmanna
felagið er teirra fakfelag. Tað
skal verða attraktivt at verða
limur í Starvsmannafelagnum,
tað er her tú fær mest fyri
limagjaldið.
Felagið hevur eina ógvuliga
góða og professionella um
siting, sum saman við for
manninum, tekur sær av
øllum viðurskiftum hjá limun
um. Verði eg valdur, fari eg
at lata fyrisitingin taka sær
av administriva partinum,
í stóran mun. Hinvegin fari
eg í høvuðsheitinum at taka
mær av tí fakfelags politiska
arbeiðinum. Tað merkir, at
felagið verður sjónligari,
bæði millum limir og úti í
samfelagnum.
Gott val
Komandi leygardag, 5. mars,
er dagurin tá vit skulu hava
avgjørt, hvør skal leiða felagið
komandi fýra árini, og sum
áður nevnt, so er tað ikki líka
mikið hvør tann persónurin er.
Eg haldi meg vita rímu
liga væl, hvat rørist á arbeiðs
plássunum
kring
landi,
millum annað viðurskiftini
hjá dagrøktaranum í Runavík
og Klaksvík, brandmeistaran
um og sløkkiliðsfólkinum
í Havn, limunum umborð
á skipunum hjá Strand
ferðsluni, Havstovuni og Vørn,
skrivstovufólkunum, lækna
skrivaranum og tannklinikk
starvsfólkunum kring landið,
flogternunum, starvsfólkun
um á Posta, Føroya Tele og
SEV, miðlafólkunum, bóka
varðunum og sosialráðgevun
um, lívbjargaranum og sjúkra
flutningstænastuni.
Tað er ikki at liggja á boðun
um og rokna við, at eg verði
valdur, hvør einasta atkvøða
telur og tí er tað serstakliga um
ráðandi at tit, ið stuðla mær sum
formansvalevnið, veruliga nýta
tykkara møguleika og velja meg
til at leiða Starvsmannafelagið
komandi fýra árini. Saman
standa vit sterk.
Vil at enda ynskja øllum
ein góðan ársaðalfund og
Starvsmannafelagnum eina
bjarta framtíð.
Kann niðurlegging av valstøðum hava
neiligt árin á fólkaræðið í Føroyum?
Eitt sterkt felag
Viðmerkingar til uppskot til broytingar í vallógini