Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 KJAK Sambært § 10 Stk. 3. í løgtingslóg um mál­ráð við gildiskomu 1. Januar 2013 stendur: Lands­stýris­ maðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frá­ greið­ing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, .. Í sambandi við útgávuna av Móðurmálsalfabetinum hjá Málfelagnum (29.09.15) hevði Kringvarp Føroya (02.10.15) samrøðu við formannin í Málfelagnum, Dan Reinert Petersen og eftirfylgjandi við formannin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen. Tá útvarpskvinnan spurdi formannin í Málráðnum, um tíðin ikki var komin til at kasta handklæðið í ringin, nú ongin semja fekst um nakað, svaraði Zakaris Svabo Hansen, at talan var als ikki um at arbeiða sum ein meiriluti og ein minniluti í Málráðnum, men at tey samstarvaðu væl - bara ikki um stavraðið. Meirilutin í Málráðið bert undirtøku frá 30% av føroyingum Málráðið hevur ellivu limir – sum sita í fýra ár - út­nevnd­ir av menta­mála­ráð­harranum (08.01.13). Limirnir í Mál­ ráðnum skulu breitt umboða tær ymisku mál­áskoðanir­nar. Meiri­lutin, átta av limunum ella 73%, um­boða ta puristisku eksklu­derandi mál­á­skoðan­ ina við skerdum alfa­beti, ið bert 30% av føroyingum taka undir við, meðan minnilutin, tríggir av limunum ella 27%, umboða ta inkluderandi mál­áskoðanina við støðið í sjálvum móður­málinum og óskerdum móður­máls­ alfabeti, og sum yvir 70% av føroyingum taka undir við. Tvær óheftar kanningar frá 2014 vísa, at yvir 70% av føroyingum taka undir við óskerdum alfabeti ella stavraði. Meirilutin er einaráðandi Meirilutin í Málráðnum hevur formannin, næst­ for­mannin og allar fimm limirnar í starvsnevndini. Starvs­nevndin hevur fund einaferð um mánaðin, meðan alt Málráðið sjálvt bert hevur fund tvær til tríggja ferðir um árið. Hug­skotið at skipa Málráðið sum umboðsráð (11 limir) við starvsnevnd (5 limir) bygdi á ta áskoðan, at so fingu vit eina fyri allar føroyingar breiða málsliga umboðan. Vísandi til demokratiska siðvenju skuldi formaðurin í Málráðnum umboðað tey 70% av føroyingum, sum taka støðið í sjálvum móðurmálinum við óskerdum alfabeti. Næstformaðurin kundi hóskandi umboðað tey 30% av føroyingum, ið taka undir við tí meiri puristisku máláskoðanina við skerdum alfabeti. Sum nakað sjálvsagt áttu tær báðar áskoðanirnar at verið umboðaðar í starvsnevndini, tí tað er har arbeiðið fer fram. Verandi uppbýti í Málráðnum er ikki sambæriligt við andan og ætlanina við sjálvum Málráðnum og traðkar vanliga demokratiska siðvenju undir fót. Amputerað stavrað og politiserað Málráð Sam­bært Jógvan í Lon Jacob­sen, professari í før­ oysk­um máli, er stav­raðið ikki ein mál­frøðilig­ur spurning­ur, men talan er um eitt pedagogiskt og praktiskt am­boð í tí dagliga, har hugsað verður um nyttuvirði heldur enn um ideologiskar sann­føringar. Lat okkum nýta eina inkluderandi at­ laging, sum byggir á eina norðurlendska og føroyska siðvenju. Vit vera ikki verri føroyingar, hóast c, og w og aðrir stavir eru í okkara stavraði, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, professari. Jógvan Mørkøre, geo­ grafur og stjórn­mála­frøðingur, sigur, at takkað veri tí amputeraða stavraðnum, ið ein meiriluti í Málráðnum hevur g jøgnumtrumfað í heilaga navninum hjá tjóðarbyggingini, lýkur tað nýggja atlassið ikki treytirnar hjá staðarnavnanevndini (UNGEGN) hjá ST, og tí vilja fleiri geografar ikki brúka atlassið í undirvísingini. Vit skuldu heldur varðveitt tað stavraðið, sum vit høvdu frammanundan. Tað hevði spart okkum fyri nógv stríð, tí nú mugu vit hava tvey. Minnilutin í Málráðnum, málfrøðingarnir Eivind Weyhe, Hjalmar Petersen og Randi Meitil, eru av somu áskoðan. Tí tá meirilutin í Málráðnum í stavraðaspurninginum ynskir at skerja alfabetið, so er tað ikki við atliti til tað málfrøðiliga. Hetta er stórt spell, tí við verandi meiriluta í Málráðnum verður Málráðið meira at rokna sum eitt politiskt forum heldur enn eitt breitt málfrøðiligt forum sum upprunaliga ætlað. Annars hevði ráðið helst verið mannað við politikarum og ikki við fólki við málfrøðiligum førleika. Stóri taparin eru vit føroyingar, tí nú skulu vit til útlandi eftir bókstavum fyri at kunna nøkta tørvin í føroyska dagligdegnum og raðfylgjuna í alfabetinum kenna børnini heldur ikki. Ein sjálvgivin meinbogi, sum vit eiga at siga nei takk til og broyta. Svøríki økti alfabetið, vit skerja Í 2006 økti »Svenska Aka­ demiens språk­kommité« tað svenska alfabetið við »W« , frá 28 til 29 bók­stavir. Sam­ bært tals­manninum, Sture Allén, kom broytingin í lag av internationalum praksis og eisini av psyko­log­isk­ um orsøkum, og tað at orðið »web« (www) bleiv so nógv brúkt umframt fleiri onnur orð við w. Svenskarar fingu við hesum tað van­liga latínska alfabetið eins og all­ ur vesturheimurin. Politiskt-puristiski meiri­ lut­in í Málráðnum vil skerja Móðurmálsalfabetið við c, q, w, x, og z og harvið geva komandi ættarliðum eitt hjálpar­leyst national­puristiskt stavrað mótsatt øllum vestur­heimin­ um, sum annars við tí latínska alfabetinum megnar at stava seg til nútíðina og framtíðina, eins og Svøríki avgjørdi, at tey eisini vildu í 2006. Talu – og skrivifrælsið og eitt livandi mál hoyra saman Í Føroyum hava vit talu – og skrivifrælsið, sum er fortreytin fyri einum livandi demokratii við livandi miðlum, men hetta krevur samstundis eitt livandi mál, tí ongin kann hugsa longri enn hann/hon hevur mál til. Tí er neyðugt við eini inkluderandi atlaging í málinum, sum byggir á eina norðurlendska og føroyska siðvenju, og ikki á ein puristiskt ekskluderandi málpolitikk, sum tann, ið meirlutin í Málráðnum einvegis hevur sett sær fyri at føra. Við einum skerdum móður­ máls­alfabeti hevur meir­lutin í Mál­ráðnum máls­liga niður­ bundið føroyingin soleiðis, at fleiri kristin føroysk nøvn nú ikki kunnu stavast á føroyskum. Heldur ikki megna vit nakað yrkismál á føroyskum við skerd­ um móður­máls­alfabeti, og tað er beinleiðis í stríð við viðmerkingarnar til § 5 Stk. 4 í lógina fyri Málráðið, har tað stendur, at tað er umráðandi at hava eitt væl ment yrkismál, so at samsvar er millum málið, sum fólk í ávísari vinnu nýta, og so tey orð, sum eitt nú orðabøkur mæla fólki til at brúka. Nýggja samgongan segði seg vilja virða demokratisk rættindi, og tí vilja vit við hesum skrivi heita á lands­ stýriskvinnuna í mentamálum um at kanna um samsvar er millum enda­máls­orðingina hjá løgtinginum fyri Málráðið og verandi praksis í Málráðnum, umframt at fáa normaliserað okkara stavrað ella alfabet soleiðis at tað verður í samsvari við móðurmálsalfabetið, sum stendur í Móður­máls­orða­ bókini, og sum yvir 70% av føroyingum ynskja, at tað skal vera. Fuglafjørður tann 09. februar 2016 Vinarliga Málfelagið – móðurmálinum at frama Dan Reinert Petersen, formaður dan.reinert.petersen@skulin. fo Rolf Guttesen, skrivari, Regin Eikhólm, kassmeistari Góði Jógvan. Sum forkvinna í Menta­mála­nevnd Tórs­ havnar Býráðs vil eg fegin bera tær heiðursgesti í kvøld eina tøkk og eina kvøðu, og eisini takka øllum stigtakarunum og tónleikarunum handan hesa heiðurskonsert. Eitt gullnám av tónleiki Tað liggur tað eitt gullnám av tónleiki eftir teg Jógvan á vinyli, á kasettubondum, í arkivum og goymslum, sum vit vita alt ov lítið um. Kvøldið í kvøld hevur verið ein fantastisk ferð gjønum tín laga- og sangskatt. Tú hevur skrivað nógv løg, sum vit dag og dagliga syngja og lurta eftir, men sum vit ikki vistu vóru tíni. Leikandi lættur, melodiøsur og sera fjølbroyttur tónleikur. Jógvan er ein sannur 1000 kunstnari – kann mann siga. Jógvan Telling Joensen er Havnarmaður, føddur í 1947, og hevur alt sítt lív verið av virknastu tónleikarum, tónasmiðum og sangarum. Í 1993 varðst tú kortini nógv darvaður av einum álvarsomum blóðtøppi. Tá ið tú vart í vælmaktini, varð ikki so vanligt við live- konsertum. Tú búleikaðist í nógv ár í Danmark, men tað var eingin avmarking. Í útvarpssending frá 2014 sigur Súni Merkisstein soleiðis, at í 70unum og 80unum var Jógvan Telling »Útisetarøddin í útvarpinum«. Nógv spældur, men kanska ikki líka nógv sæddur. Skjótur, hvassur og eisini stuttligur. Tú viðurkendi ongar avmarkingar, og sum dømi kann nevnast, at á útgávuni »Við Jógvani í Kátuvík« syngur tú og spælir øll ljóðførini sjálvur. Meg minnist eina mynd, Skiparin lítli, Skúmbananir, Katrin býr á Strondini, Fríggjarafarið, Lívið er ein kabal, Nú seta tey á teymarnar, Suður við Smyrli, Klettar eru høgir, Stilli er, Pápi Sjúrða, Mær dámar bjór, Hønan skrukkar, Ríða Edeling, Samgongan, Skála­fjarðar­sangur­in, fjøl­ broytt­ur kabarett­tón­leikur, tættir og vísur, kórsatsir, hvøss tón­leika satira og ikki at gloyma av­rikini í Harkaliðnum, sum jú er ein av virknastu og kendastu tónleikabólkum úr Havn. Alt hetta er frá tínari hond, og eg kundi hildið fram. – Sangir og tónleikur, sum hevur sett sín dám á barnauppaling, felags sang, veitsluhald, skemt og álvara og mentanarlív í áratíggju. Tøkk fyri tað! Nógv skøld hava givið Jógvani Telling íblástur til at skapa tónleik – og afturfyri hevur Jógvan Telling blást nýtt lív í teirra skaldskap, bæði skaldskap av manna munni og skaldskap hjá eitt nú Pól F, Hans Andrias Djurhuus, Gunnari Hoydal, Oskar Hermanson og øðrum. Góði Jógvan Telling. Ein hjartans tøkk frá Tórshavnar Kommunu fyri alt tað, ið tú sum virkin tónlistamaður úr Havn hevur skapað og avrikað. Vit ynskja tær alt tað besta, og vóna at tað fer at eydnast at skráseta og geva tónleikaverk títt út til gleði fyri bæði okkum og komandi ættarlið. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráð Til Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum Jógvan Telling er ein sannur 1000 kunstnari Røða fyri Jógvan Telling á heiðurskonsert 27. Februar 2016 Áheitan frá Málfelagnum – móðurmálinum at frama Jógvan Telling er ein ómetaliga produktivur tónleikari, sum hevur ríkað okkum við sangum og løgum í hópatali. Nógv meira enn vit vistu. Túsund tøkk fyri henda stóra skatt. Eg vóni at henda heiðurskonsertin í kvøld verður startskotið til tað innsavningar- og skrásetingarbeiði av tónleiki Jógvans, sum er so átrokandi. Og vit hava av sonnum fingið brellbitar, sum muna í kvøld.