mánadagur 29. februar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Jóannes Hansen
Kappróðrarfelagið NSÍ er
eitt
av
feløgunum,
sum
hevur vunnið nógv FM heiti.
Eysturoyingur, Heiðabátur
in, Sølmundur og Tjaldrið
hava borið fagrar sigrar og
gull og skreyt til felagið.
Í gjár eydnaðist tað fyri
fyrstu ferð einum umboði
úr Kappróðrarfelagnum NSÍ
at vinna gull í HM kapping.
Tað var í Boston í USA. Nýggi
heimsmeistarin
er
Bogi
Olsen úr Rituvík, sum vann
gull í lættvekt í bólkinum
millum 40 og 49 ár.
Bogi Olsen er ógvuliga
kendur
í
Kappróðrar
felagnum NSÍ. Eysturoyingur
vann FM í kappingini millum
10-mannafør fyri fyrstu ferð
í 1998. Samlaða talið á FM,
sum Eysturoyingur hevur
vunnið, er sjey. Øll hesi árini
hevur Bogi Olsen verið annar
av lærmonnunum. Um tað
gongur, sum ætlanin er, so
verður Bogi eisini í ár annar
av lærmonnunum umborð á
Eysturoyingi. Hann og hinir
royndu
kapprógvararnir
hava síðani fyri jól fyrireikað
seg til nýggja kappingarárið.
Bogi Olsen hevur sitið í
maskinunum longri og meiri
enn
bátsfelagarnir.
Tað
hevur hann gjørt, tí hann
hevur fyrireikað seg til HM
kappingina, sum í gjár var í
Boston.
Allur tann føroyski róð
rarheimurin
og
serliga
tey
í
róðrarfelagnum
á
Glyvrum fylgdu sera væl
við í gjár, tá ið níggju
føroyskir rógvarar bjóðaðu
heimsins bestu í inniróðri
av. Tað bar til at fylgja við
á netinum, og fagnaðurin
var øgiligur, tá ið Bogi Olsen
hevði
tryggjað
Føroyum,
Kappróðrarfelagnum
NSÍ,
Rituvík og sær sjálvum sigur
og harvið gullkrónu.
– Vit skipa fyri móttøku
klokkan 18 í kvøld. Øll eru
hjartaliga væl komin, og
vit vóna, at nógv møta upp.
Hetta er fyrsta ferðin, at
felagið eigur ein heims
meistara, og tað ætla vit
okkum at markera í kvøld,
sigur Jón Nónklett, sum
er ein annar av royndu
rógvarunum
í
róðrar
felagnum á Glyvrum, sum
eisini er við til at manna
10-mannafarið í ár.
Tað hevði verið so rímiligt
og upplagt, at sera kapp
róðraráhugaði borgarstjórin
í
Runavíkar
kommunu,
Tórbjørn Jacobsen, í røðu í
kvøld heilsaði nýggja heims
meistaranum, tá ið rógvarnir
koma í neystið á Støðni
á Glyvrum, men soleiðis
verður tað ikki:
– Eg fari av landinum í
dag, og harvið verður ikki
møguleiki at røða fyri Boga
og hinum óføru rógvarunum
í kvøld. Men eg rokni við at
heilsa upp á hann, áðrenn
hann kemur so langt. Hann
skal heim við flogfarinum,
sum eg fari til Íslands við í
dag, so munnu vit ikki fara at
hittast í Keflavík, er vónin hjá
borgarstjóranum, sum gevur
nýggja heimsmeistaranum
hetta skoðsmálið:
– Bogi er av rætta slagnum
við rætta andanum. Hann
orkar ikki at tapa. Tað er ikki
so langt síðani, at hann segði,
at hjá honum snýr tað seg
bara um at vinna. Alt annar
er fullkomuliga líka mikið.
Tí leggur hann so nógv fyri.
Hann er lættur og sterkur,
og so er hann so treiskur,
sum eg veit ikki hvat. Tað eru
góðir eginleikar at hava, tá ið
tú skal kappast við teir bestu
í heiminum.
Bogi Olsen er
málleysur
Tað var sera gott lag í føroy
sku kappróðrarleguni í Boston
í gjár.
Serligan ans vakti tað, at
føroyskir
rógvarar
vunnu
bæði gull og silvur í kappingini
40-49 menn í lættvekt. Gull
vann Bogi Olsen úr Rituvík
í tíðini 6:28.8, og silvur vann
Jens Kristian Dam úr Havn
í tíðini 6:34.7. Bronsukrónan
varð vunnin í tíðini 6:38.5.
Nýggi heimsmeistarin er
sjálvandi ovurfegin:
– Eg dugi ikki at seta orð
á hetta, men talan er um
framúr kenslu. Hesum hevði
eg ikki roknað við, at ein
lítil maður úr Rituvík skuldi
vinna HM í Boston.
Ert tú ovfarin?
– Tað kann ikki sigast
annað. Eg havi vant í nógvar
mánaðir, og fyri seks vikum
síðani eydnaðist tað mær
at kvalifisera meg til HM
kappingina. Síðani tá havi
eg vant fram ímóti, at tað
í
HM
kappingini
skuldi
eydnast at rógva skjótari,
enn ta tíðina, sum bar kvali
fikatiónina við sær. Tað stóð
nógv á, men tað eydnaðist, og
eg eri ovurfegin, segði Bogi
Olsen úr Boston stutt eftir,
at tað var greitt, at heims
meistaraheitið var vunnið til
Føroyar, Kappróðrarfelagið
NSÍ og til Rituvíkar.
Tølini siga, at sigurin
hjá Boga Olsen var sann
førandi.
Hann
var
seks
sekund frammanfyri silvur
vinnaran, og tað vakti ans
í Aganis Arena í Boston, at
føroyingar struku avstað við
bæði gullkrónuni og silvur
krónuni. Næstfremstur var
Jens Kristian Dam úr Havn,
sum 2. februar fylti 40 ár, og
harvið fyri bara fáum vikum
síðani, hvat aldri viðvíkur,
varð skikkaður at luttaka í
hesi kappingini.
Undan
fráferðini
úr
Føroyum
hevði
Jens
Kristian Dam ikki ímyndað
Kappróðrarfelagið NSÍ heiðrar í kvøld Boga Olsen úr Rituvík, sum í gjár
var málleysur, tá ið hann vann HM í inniróðri í Boston
HEIMSMEISTARIN