Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 ÍTRÓTTUR ER ÚR RITUVÍK sær, at hann fór at vinna heiðursmerki, so talan er eisini hjá honum um framúr avrik. Tað er kendi danski rógvar­in Eskild Ebbesen, sum hevur lagt føroysku róg­var­un­um lag á. Hinir luttakararnir Í fjør vann Dánjal Martin Hofgaard úr Hvalba HM, men í gjár eydnaðist tað honum ikki at vinna heiðurs­ merki. Dánjal Martin luttók í opna bólkinum í lættvekt. Tíðin hjá honum var 6:23.7. Tað rakk til 14. plássið. Vinnaratíðin var 6:11.4. Tað var danski Steffen Bonde, ið vann hesa kappingina, sum tað vóru 71 luttakarar í. Í bólkinum 30-39 ár endaði Jóhannes Olsen á fjúrt­anda plássi í tíðini 6:23.0. Vinnaratíðin var 5:59.5. Í hesum bólkinum vóru 67 luttakarar. Sarita Hansen úr Miðvági var um reppið at vinna bronsu. Hon endaði á fjórða plássi, ið er sama plasering, sum hon endaði á í fjør. Hon luttók í opna bólkinum í lættvekt. Vinnaratíðin var 7:06.0, og bronsutíðin var 7:24.2. Tíðin hjá Saritu var 7:26.0. Í hesi kappingini vóru 38 luttakarar. Systkini Inga og Kem Weihe av Bønhúsmørk í Lamba royndu seg eisini í Boston í gjár. Inga Weihe endaði á sjeynda plássi í opna bólkin­ um hjá kvinnum. Tíðin hjá henni var 7:07.2. Vinnaratíðin var 6:43.1. Í hesi kappingini luttóku 155. Kem Weihe luttók í opna bólkinum tungvekt. Hann endaði á tíggjunda plássi. Tíðin hjá honum var 6:00.1. Í hesum bólkinum vóru 179 luttakarar, og vinnaratíðin var 5:49.4.. Olaf Vesturgarð endaði á 14. plássi í kappingini millum menn 50-54 ár opin bólkur. Tíðin hjá honum var 6:39.5. Vinnaratíðin í hesum bólkinum var 6:14.3. Hesa tíðina átti danski Torben Pedersen. Toni Dam endaði á 11. plássi í bólkinum 40-49 ár opin bólkur. Tíðin hjá honum var 6:19.0. Vinnaratíðin var 5:48.3. Í hesum bólkinum vóru 85 luttakarar.