Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge – Tórsvøllur Víkingur er stór­steypa­vinn­ ari fyri triðju ferð upp í slag, eftir at liðið vann 1-0 á B36 í stórteypadystinum á Tórs­vølli. Sølvi Vatnhamar skor­aði einsamalla málið mið­skeið­is í seinna hálvleiki. Sjálvt stóra steypið hevði ikki so stóran áhuga. – Høvdu vit tapt hevði eg sagt, at tað ikki hevði so stóran týdning. Nú vit hava vunnið vil eg sjálvandi siga, at hetta er ein góður sigur, segði Atli Gregersen aftaná stór­steypasigurin. Liðskiparin er glaður um eina góða test, áðrenn lands­ kappingin fer í gongd. Lands­ liðs­spælarin slær fast, at trý stig ímóti Skála sunnudagin eru týdningar­miklari, enn at vinna stórsteypið, men fegn­ast um, at Føroya Fólka­ há­skúla fekk ein fíggjarligan fløva. Kalt – men spennandi Tað var bítandi kalt, tá spælararnir komu á vøllin leygarkvøldið á Tórs­vølli. Bæði liðini vóru uttan lykla­ spælarar í álops­part­inum, so tað var eitt sindur ivasamt hvussu nógv kundi væntast av dystinum. Undirlagið á Tórsvølli blívur skjótt fryst, og tað merktist í løtum, at undir­ lagið var nakað hart og hált. Onkir spælarar gramdu seg um, at tað var serliga hált á síð­unum á vøllinum. 376 áskoð­arar var tað heila, ið møttu upp til dystin. Tað er í minna lagi til ein frum­fram­ sýning av føroysku lands­ kappingini. Tó skulu spælararnir hava rós fyri, at teir ikki spardu seg í stórsteypadystinum, sum bleiv ein til tíðir ferð­ mikil dystur við nakað av spenningini. B36 vil hava bóltin B36 var uttan Sebastian Pingel, Jógvan Skeel Nolsøe, Høgni Eysturoy og Jákup á Borg, meðan Andrias H. Eriksen sat á bonkinum. Tað er helst ongin ivi um, at B36 hevur eina ætlan um at verða eitt spælstýrandi lið í ár. Fyrsta hálva tíman hildu teir fast í bóltinum, og fluttu hann væl runt á vøllinum. Tað er altíð lættari at verja, enn tað er at leypa á við bóltinum. Tí síggja vit eis­ini mangan, at verru liðini velja at verja og spæla upp á um­stillingar. Tað kostaði B36 nakað í hesum dystinum, men við spælarum sum Róaldi Jakobsen, Alex Mellem­gaard og Lukasz Cieslewicz, so fingu vit ein­ støk dømir um, hvat B36 kann við einum bólti. FÓTBÓLTUR H E S A V I K U N A 4 TÓRÐUR THOMSEN Ikki so nógv at gera, men tók sær av tí, sum tú kanst rokna við. Ringt at gera nakað við málið. 3 JÓNAS TÓR NÆS Í løtum sannførandi og á lands­liðs­stigi, men hevur eisini ein­stakar støður, har hann nakað undir miðal. 4 HØRÐUR ASKHAM (Út 65.min) Stóð seg væl í mið­verjuni, har hann fyri tað mesta vann sínar tvídystir. Komin fyri seg, eftir drúgvan skaða í fjør. 3 BJARNI PETERSEN 17 ára gamli miðverjin fekk seg av álvara royndan millum teir stóru. Við aldrinum í huga, so var avrikið gott, men tvær ferðir mundi hann komið í óføri. Ein tvøravlevering, og ein tvídystur við Lava-mannin. 4 ALEX MELLEMGAARD (Út 65.min) Ótrúliga tryggur á bóltinum og tykist væl fyri í ár. Kom væl framvið á vinstra­ bakk­inum og hevði okkurt gott innlegg. 3 HØGNI MADSEN Tykist passa væl inn á miðvøllin hjá B36. Avrikið var ikki betri enn miðal hesa ferð, men kundi sæð út sum, at hann riggar væl til spælið hjá B36. 3 RÓALDUR JAKOBSEN Í løtum uppi á einum 4-tali, men endaði eisini í onkrum heldur óneyðugum taklingum. Fekk ongantíð lagt avgerandi avleveringina, men góður á bóltinum. 2 BENJAMIN HEINESEN Kanska tann B36 arin, sum datt mest niður í millum. Fekk ongan­ tíð ordiliga pláss í álops­spæl­ inum, men arbeiður annars væl. 3 HANUS THORLEIFSSON Arbeiðssamur og gløggur á bóltinum og við renningunum, men tað restar eitt sindur í, tá dysturin skal avgerast. 4 LUKASZ CIESLEWICZ Hevði tað torført móti eini sterk­ ari verju. Fekk sett gongd í nøkur álop, men tað bleiv ongantið avgerandi. 3 GESTUR B. DAM Endaði sum áleypari og tað gekk so sum so. Skal hava rós fyri at bjóða seg fram hvørja ferð, og vilja nakað á bóltinum. Feil­plaseraður, og tað sást til eitt vist. 3 ANDRIAS H. ERIKSEN Stóð seg væl, eftir at hann kom inn í miðverjuna. Málið kom tó, beint eftir at hann kom inn. 3 PÆTUR PETERSEN Kom inn á høgra vongin og vísti í einkultum førum, at hann er ein spennandi spælari, sum hevur bóltførleika og ferð. Venjarin: 4 EYÐUN KLAKSTEIN Hóast liðið var nakað umskipað í álopspartinum, so var fótbólturin á góðari leið. Restaði tó í at bjóða av móti endanum. SPÆLARAMETING STÓRA STEYPIÐ LÍTLAN ÁHUGA Tað fór ongantíð at snúgva seg um sjálvt steypið, men heldur um sakina hjá Lions Club, og um tvey lið, sum skulu fyrireika seg til kappingarbyrjan. Stóri vinnarin var Føroya Fólkaháskúli FEGIN SKÚLASTJÓRI Háskulin hevur fingið góða undirtøkur frá fleiri fyritøkum, privatpersónum og nú eisini Lions Club. Tað er ordiliga stutligt at kunna hyggja eftir fótbólti, og so fer ágóðin til eitt vælgerandi endamál. Eg vil gjarna takka Fótbóltssambandinum, Lions Club og øllum áskoðarum fyri stuðulin, sigur Annfinnur Heinesen, skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla. 1 til 6