Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 ÍTRÓTTUR Debutantur í miðverjuni Fyri B36 var eisini talan um ein debutant á besta lið­ num. 17 ára gamli Bjarni Petersen hevur bara spælt 13 min­uttir í Effo-deildini og fimm minuttir í Champions League, áðrenn hann spældi sín fyrsta dyst frá byrjan fyri besta liðið. Avrikið var sannførandi í mið­verjuni, hóast hann tvær ferðir fekk nakað at huga um. Hann er fjórði ungi mið­verjin, sum B36 roynd­ir at spæla inn seinnu árini. Undan honum hava Hørður Askham, Robert Heðin Brockie og Andrias H. Eriksen allir fingið sítt gjøgn­um­brot á besta liðnum. Víkingur er steypaliðið Handan yvirskriftin er eftir­ hondini nógv brúkt. Tó so, so stendur tað við, at Víkingur vinnur, tá talan er um ein­ stak­ar steypadystir. Hesa ferð var talan um eit heldur verju­kend liðavrik, sum tóktist hava ein ætlan. Málið var, at lata B36 hava bóltin á egnari hálvu, og lokka teir hava senda ov nógvar menn i álop, fyri síð­ ani at fanga bóltin og fara í mótálop. Tað riggaði væl aftaná ein hálvan tíma, tá Víkingur upp á fáar minuttir skapti fleiri málmøguleikar. Fleiri ferðir var tað Andreas Lava Olsen, sum stóð fyri at órógva verjuna hjá B36, tá hann við sínum renningum á vonginum bjóðaði av. Víkingur var uttan Hans Paula Samuelsen, Hans Jørgen Djurhuus, Jón Krosslá Poulsen, Dánjal Paula Lervig og Bárð J. Hansen. Tað merkti eisini av­rikið nakað. Uppiborið samanlagt Tað vit leggja alt saman, so mundi Víkingur hava skapt fleiri málmøguleikar, men B36 tóktist hava bóltin meiri. Soleiðis vóru liðini eisini sett saman undan dystinum, og tað bleiv eisini úrslitið. Var tað B36, sum skoraði aftaná ein tíma, so hevði tað heldur ikki verið óuppiborið, men tað restaði nakað av broddi í álopspartinum. Er hetta bontstøðið undan kappingarárinum 2016, so hava vit nógv at gleða okkum til. Víkingur er aftur stór­steypavinnari, men teir vilja heldur hava eina góða byrjan upp á lands­ kapp­ing­ina. trondur@sosialurin.fo 4 GEZA TURI Gjørdi alt tað hann skuldi, og eitt sindur afturat. Bleiv av­bjóð­ aður nakrar ferðir, og bjargaði hvørja ferð. 3 JOBIN DRANGASTEIN Fekk seg royndan á høgra bakki. Tað er ikki hansara pláss, men tað gekk nú bara væl. 4 ATLI GREGERSEN Verjan hjá Víkingi bleiv væl stýrd av Atla, sum tóktist hava tamarhald á tí mesta. Átii bara ein feil, men tá bleiv hann bjargaður av makkaranum. 4 ERLING JACOBSEN Somuleiðis eitt sannførandi avrik í miðverjuni, tað er lítið – um nakað – at seta fingurin á. 3 HANUS JACOBSEN Eitt javnt gott avrik á vinstra bakkinum, har hann bæði luttók í verjuspælinum, og kom væl framvið. Tó uttan at nakað kom burturúr. 4 GERT HANSEN Kanska mest sannførandi avrikið á vøllinum. Ruddaði væl upp á verjukendamiðvøllinum, og var ofta spælarin, sum steðgaði B36 álopunum. Tóktist væl fyri. 4 SØLVI VATNHAMAR Saman við Gert besta boðið upp á dagsins spælara. Spældi á miðvøllinum, men fyri hann ert tað serliga dystarvinnandi málið, ið telur nógv upp. Eisini sann­førandi. 3 HEÐIN HANSEN (Út 90.min) Ger ikki so nógv um seg, men hevur við ár­unum spælt seg til eitt fast pláss á liðnum. Vísti tekin um góðan bólt­førleika, styrki í luft­spæl­ inum, og gott skil fyri spælinum. 4 ANDREAS L. OLSEN (Út 73.min) Skapti nógv órógv í verjuni hjá B36. Var vandamikil, tá hann fekk pláss at renna í. Kundi verið hepnari frammanfyri málinum, men eitt gott avrik. 3 MAGNUS JANSKOR (Út 60.min) Hevur havt trupult við at vinna seg á liðið, men prógvaði at hann klárar at spæla millum stóru dreingirnar. 3 FILIP DJORDJEVIC Sprutlaði í løtum sum áleypari, men tað bleiv ongantíð ordiliga spennandi. Arbeiddi hart, men ov fáar góðar aktiónir á bóltinum. 3 GUNNAR VATNHAMAR (Inn 60.min) Kom inn á vongin fyri Magnus, men uttan veruliga at seta seg á dystin. 4 JÁKUP V. OLSEN (Inn 73.Min) Tók við eftir at Lava fór út, og sprellaði óført á vonginum. Bjóðaði av og spældi við fullari ferð. FANNARD SKORADAL (Inn 90.min) Kom inn seinastu minuttirnar Venjarin: 4 SÁMAL ERIK HENTZE Spældi upp á umtillingar og vardi rímiliga langt afturi á vøllinum. Ikki so spennandi, men effektivt í hesum førinum. SPÆLARAMETING Stórsteypadysturin er samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og sum vit eisini kenna tað frá øðrum londum, eitt nú Charity Shield í Onglandi, snýr tað seg eisini um at fáa til vega pengar til okkurt vælgerandi endamál. Hesaferð verður tikið eitt tak fyri at hjálpa Føroya Fólkaháskúla, ið arbeiðir við at betra um tær heldur vánaligu umstøðurnar, niðurslitnu bygningarnir geva. Við góðari hjálp frá Lions Club og fleiri øðrum ber nú til at skifta takið, so tað verður tætt á skúlanum, ið tó framvegis hevur ábøtur fyri neyðini. Tað næsta, sum skal gerast á Føroya Fólka­háskúla, verður at fáa skift vindeygu, og Lions Club hevur gjørt av, at tað verður til tað endamálið, at óskerdi ágóðin frá stórsteypadystinum fer. Myndir: Sigmar Mørkøre 1 til 6 B36 - Víkingur 0-1 (0-0) 0-1 Sølvi Vatnhamar, 65 Dómari: Alex Troleis Áskoðarar: 376 B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Hørður Askham (Andrias H. Eriksen, 65.min), Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard (Pætur Petersen, 65.min) – Høgni Madsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Gestur B. Dam Á beinkinum: Trygvi Askham, Rói Hentze, Erlendur Magnus, Hannis Agnarsson, Árni G. Nilesen Venjari: Eyðun Klakstein Víkingur: Geza Turi – Jobin Drangastein, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gert Hansen, Sølvi Vatnhamar – Andrias Lava Olsen (Jákup Vatnhamar Olsen, 73.min), Heðin Hansen (Fannhard Skoradal, 90.min), Magnus Jarnskor (Gunnar Vatnhamar, 60.min) – Philip Djordjevic Á beinkinum: Sámal Jákup Joensen, Elias Rasmussen, Elias Lervig Venjari: Sámal Erik Hentze FÓTBÓLTUR