Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Sporðdrekin er í FM finaluni, eftir at tit hava vunnið 59-36 á Ravni av Toftum. Hvussu kennist tað? Hetta er fantastiskt. Vit skuldu vinna við fýra stigum í dag, fyri at tryggja okkum pláss í finaluni, so tað er fantastiskt at vit vinna so nógv í dag. Nú er kurvabólturin ikki so stórt í Føroyum, blívur mann spentur alíkavæl? Tað kanst tú ætla. Hetta var í nógvar mátar ein dystur, sum vit skuldu vinna. So vit hava verið spentir í dag, og tað eru eisini nakað av áskoðarum. Tað er stuttligt at spæla og tað hendir nógv á vøllinum allatíð. Tað er bara trý lið í landskappingini. Hvssu sær út í framtíðini? Eg var við til at stova Hamar fyri skjótt 20 árum síðani. Tað var eisini eitt annað felag, men nú eru trý. Tað er eitt sindur av einum dreymi, og vit í Sporðdrekanum hava ein ætlan um at fara í holt við kurvabólt til tey yngru í framtíðini. Tit skulu nú spæla FM finalu 19. mars í høllini á Hálsi. Tað er væl eisini ein dreymur? Ja, tað er fantastiskt, at vit nú hava eina FM finalu. Her má oddamaðurin í føroyskum kurvabólti, Janus Jakobsen, fáa stórt rós fyri at fáa tiltakið at rigga. Uttan hann hevði tað ikki verið til nakað. Tú og Sporðdrekin skulu spæla móti Hamar og Janusi Jakobsen, hvør vinnur? Tað góða við landskapingini hjá okkum er, at øll kunnu vinna á øllum. Tað sært tú bara á stigatalvuni nú, har tað er sera javnt. Tí verður tað ein spennandi finala. Vikan ið fór Marcus Rashford byrjar inni fyri fyrstu ferð, tá Manchester United á heimavølli skal vinna á FC Midtjylland. Hann skorar tvær ferðir, og verður longu roknaður sum eitt stjørnuskot. VÍF hevur sett nýggjan ungdómsvenjara. Talan er um 27 ára gamla norðmannin Fredrik Wollan. Hann kemur at standa á odda fyri ungdómsliðnum frá komandi kappingarári. Gianni Infantino verður valdur til nýggjan FIFA forseta. Gianni Infantino fær 115 atkvøður, meðan Sheikh Salman bin Ebrahim al-Khalifa fær 88 atkvøður. Hurðarnar svinga í Runavík, har NSÍ ger leiguavtalu við Silkeborg um Nicolaj Køhlert fyri komandi kappingarár, meðan Hákun Edmundsson hevur spælt sín seiansta dyst fyri felagið, tí tað er ósemja millum partarnar. AB, TB, B68 og Skála eru møguleikarnir. Føroyskir dómarar eru í Barcelona á vejingarlegu, har árliga dómaraskeiðið eisini er. FSF boðar frá, at túrurin ikki kostar fótbóltssambandinum eyka, tí dómararnir hava goldið eitt egingjald ...við ítróttinum ÍTRÓTTARUMMÆLI 5 SKJÓTIR Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United, um at tveita seg á síðulinjuni í dystinum móti Arsenal. Manuel Pellegrini, venjari hjá Manchester City, um at lata Willy Caballero stand í mál í finaluni – Eg havi biðið um umbering. Hatta var ikki rætt av mær at gera – Eg vil heldur tapa meistaraheitið, enn ikki at standa við mítt orð Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Magnus Jakobsen Aldur: 35 Ítróttur: Kurvabóltur (Sproðdrekin) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu gamal er Marcus Rashford? 2 Hvør skoraði málið fyri Víking í Stórsteypadystinum? 3 Hvørjum landi kemur nýggi FIFA forsetin, Gianni Infantino? 4 Hvør er FSF forseti? 5 Hvør fekk ágóðan av pengunum frá Stórsteypadystinum? 6 Hví spældi Kaj Leo í Bartalsstovu ikki um vikuskiftið við Dinamo Bukarest? 7 Nær vann Brasil seinast HM í fótbólti? 8 Hvør er spælarin á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 18 ár 2: Sølvi Vatnhamar 3: Sveis 4: Christian F. Andreasen 5: Føroya Fólkaháskúli 6: Sjúkur 7: 2002 8: Jónas Tór Næs ? Í USA er Steve Bartman ein tann kendasti áskoðarin, sum nakrantíð hevur verið til eina ítróttarhending. Tað er ikki tí hann ynskti tað, men tí hann bleiv ímyndin av ringu gongdini hjá Chicago Cubs í baseball, tá hann órógvaði ein spælara, sum var í holt við at lofta einum bólti. Chicago Cubs vinnur aldrin. Tað er eitt stórt baseball felag, men vinnur aldrin. Tá teir so 14. oktober spæla National League Championship Series, sum er eitt áðrenn alt avgerandi World Series, so droyma áskoðararnir. Chicago Cubs eru á odda, tá ein basebóltur er á veg móti áskoðarunum, men ein Chicago Cubs spælari hevur feamvegis møguleikan at lofta bóltinum, go harvið økja leiðsluna hjá Chicago Cubs í dystinum. Ólukku tíð fyri Steve Bartman, so velur hann at lofta bóltinum, sum so merkir, at ”battarin” vinnur og Chicago Cubs tapur eftirfylgjandi 8-3 – og best av sjey seriuna. Í dokumentarurin fylgir hendingini tætt og tosar við tey, sum eru tættast uppá. Tíverri er Steve Bartman ikki við, tí hann vil als ikki kennast við hendingina, sum hevur broytt lívið hjá honum. Hann er í dag ímyndin av óeydnuni hjá Chicago Cubs. Tað eru yvir 100 ár síðani, at Chicago Cubs vann World Series. Tær nýtist als ikki at vit anakað um baseball fyri at síggja dokumentarin. HYGG UM: Tú hevur hug at síggja eitt lív hjá einum fittum manni blíva oyðilagt av eini ítróttarhending IKKI HYGGJA UM: Tú ikki ert til reiðar at síggja ein mann heldur órættvíst fáa privitivar amerikanarar eftir sær HVUSSU ER AT HYGGJA: Tað er í løtum hart, tí Steve Bartman fær skyldina fyri meiri enn hann hevur uppiborið. Annars fangandi og áhugavert HVAT SIGUR TÚ? Dokumentarurin er lættur og fangandi, tí har er so nógv tilfar. Tað er eisini okkurt spennandi við, at vit ikki hoyra frá manninum sjálvum ★★★★★★ FAKTA Steve Bartman er síðani hendingina var undir jørðina, og hevur ongantíð víst seg fram. Klædnastílurin hjá honum til dystin var í nógv ár ein favorittur til Halloween í USA. Dokumentarur: Catching Hell