Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Tað var ikki stórvegis av askoðarum, sum vóru á Tórsvølli, tá stórsteypadysturin var um vikuskiftið. Um tað er týdningurin av dystinum, kuldin ella tíðspunktið av dystinum, sum ger at tað vóru so fáir áskoðarar skal verða ósagt, men tað undrar meg, at ikki fleiri fólk eru áhugaði í at síggja FM vinnararnar og steypavinnararnar spæla eina viku undan landskappingarbyrjan. Tosaði við ein venjara um vikuskiftið, sum heldur tað er langtsíðani, at feløgini í bestu deildini hava fjalt sína spæliætlan so nógv í veningardystunum, sum í ár. Eg havi sjálvur eitt minni gott forhold til venjingardystir, tí so oftani vætni eg at fáa eitt svar ella tvey burturúr einum dysti, men tá samanumkemur, so tað fyri tað sama verið ein rennivenjing. Nógvar útskiftingar, einki skil á og gjara eru teir bestu ikki inni í senn. Soleiðis hevur tað verið í longri tíð, men um tað er blivið verri í ár – so er heilt galið. Tá alt tað er sagt, so er ein venjingardystur eisini ein venjingardystur. Tað er als ikki ein kritikkur av venjarunum ella spælarunum, men bara ein staðfesting. Tí var tað hugaligt, at síggja tvey lið spæla leygardagin, sum høvdu meiri at spæla fyri enn bara ein venjingardystur. Steven Gerrard hevði skorað Fyri hálvum øðrum ári síðani, lat Brendan Rodgers Liverpool legenduna Steven Gerrard fara til LA Galaxy. Steven Gerrard hevur síðani sagt, at hann hevði gott kunna hildið fram, men at hann kendi ár sær, at leiðslan og venjarin ikki vildu gera rúm fyri honum. Ímyndi tykkum, at Liverpool skifti Steven Gerrard inn í staðin fyri Adam Lallana í Capital One Cup finlauni móti Manchester City. Hann hevði hvørtfall skorað upp á brotssparkið, og givið liðnum nakað av vinnaramentaliteti. Hatta er tí, tú skal ansa væl eftir, áðrenn tú avskrivar vinnarar. Nakað sum Chelsea eisini skal hugsa um við John Terry, og nakað sum Sir Alex Ferguson dugdi til UG við sínum árgangi 92 dreingum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO 376 áskoðarar Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge TÓRUR SKRIVAÐI SØGU KAJ LEO SJÚKUR Tórur Mortensen og Rebekka Fuglø luttaka í hesum døgum í innandura- DM í frælsum ítrótti, og fyrr í dag framdi Tórur Mortensen eitt satt bragd. Hann gjørdist nevniliga danmarks­meistari í trístøkk. Tórur leyp 14,39m og endaði hálvan annan metur framman­fyri nærmasta danskara. Frælsur Ítróttur Føroya skrivar, at gull­merkið kom í hús uttan at hann leyp upp til sítt besta, og at hann longu áðrenn seinasta lopið hevði vunnið við 70 sentimetrum. Tórur Mortensen skriv­aði sam­stundis søgu um viku­ skiftið, tí hann er nevniliga fyrsti einstaki føroyingur, sum gerst danmarksmeistari í frælsum ítrótti. ALBINUS@SOSIALURIN.FO Kaj Leo í Bartalsstovu var ikki við í hópinum hjá Dinamo Bukarest, sum spældi oddadyst í rumensku lands­kappingini í gjár. Føroyski lands­liðs­ spælarin hevur verið sjúkur í tvær vikur, og varð ikki uttikin til hópin. Dinamo Bukarest spæl­ di móti Astra Giurgiu, sum liggur nummar eitt í lands­ kappingini. Dyst­ur­in endaði við javnleiki 1-1, eftir at Dinamo Bukarest fekk ein mann útvístan longu í fyrra hálv­leiki. Dinamo Buka­rest, sum hevur vunnið hinar báðar dystirnar eftir vetrar­ steðg­in, ligg­ur á øðrum plássi. Tað eru trý stig upp til Astra Giurgiu. Sum skilst, so er talan um fleiri spælarar, ið hava verið raktir av sjúku sein­ astu vikurnar. TRONDUR@SOSIALURIN.FO