Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 Februar 2016 2 Eyðfinn Reyðberg Tá Sp/f Norðhús fór undir trota­ búar­viðgerð á sumri 2012, gjørdu brøðurnir Rógvi og Hjalti Josephsen skjótt av og stovnaðu nýtt felag Sp/f NH Bygg. Gamla felagið stovn­ aði Rógvi Josephsen í 2001, men kreppuárini gjørdust ov tung, og tá nógv føst ogn var í felagnum, megn­ aði tað ikki at yvirliva. Øll tey árini hevði Norðhús støð­ ugt millum 20 og 30 fólk í arbeiði, og bygdu millum annað nógvar virkis­ bygningar, millum annað í Klingru­ garði í Klaksvík. Tá so gamla felagið var endaliga strikað, valdu eigararnir av Sp/f NH Bygg at broyta navnið á felagnum til Sp/f Norðhús. Gott avlop Siðan felagið var stovnað august 2012, hevur Norðhús havt nógv ar­ beiði. Fyrsta roknskaparárið sum end­ aði við árslok 2013, hevði Norðhús eitt avlop áðrenn skatt uppá góðar 2 milljónir krónur. Í 2014 vaks virksemið og avlopið gjørdist enn betur 2,3 milljón krónur. Í hesum tíðarskeiði síðan byrjað var, er talið av starvsfólki farið úr 20 upp í meir enn 40. Tað vil siga at starvs­fólkatalið er tvífaldað eftir ein­um ári. Lært av kreppuni At eigararnir hava lært av kreppuni sæst aftur í, at felagið ikki hevur bund­ið pening í fasta ogn. Hetta ger, at tøka gjaldføri felags­ ins longu er komið uppá góðar 2 milljónir krónur, samstundis sum felagið onga rentuberandi skuld hevur. Eginognin sum við stovnan í august 2012 var 80.000 krónur, er nú komin uppá 3 milljónir krónur, og er hetta eftir at felagið hevur útgoldið 700.000 krónur í vinningsbýti. Tað er brøðurnir Rógvi og Hjalti Josephsen sum eiga og reka Sp/f Norðhús, har teir báðir eru stjórar. HÓAST SP/F NORÐHÚS BERT HEVUR TVEY ÁR AT VÍSA Á, SO HEVUR FELAGIÐ HAVT TVEY GÓÐ ÁR VIÐ VØKSTRI OG GÓÐUM ÚRSLITI Sp/f Norðhús Fingið góða byrjan Norðhús Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 12.776 9.216 39% Starvsfólkakostnaður 9.518 6.657 43% EBITDA 3.258 2.559 27% Avskrivingar 685 387 77% Fíggjarpostar netto -278 -133 109% Úrslit áðrenn skatt 2.295 2.039 13% Skattur 432 370 17% Ársúrslit 1.863 1.669 12% Støðisogn 1.992 880 126% Ogn í umferð 5.636 4.272 32% Ogn tilsamans 7.628 5.152 48% Eginpeningur 2.902 1.420 104% Skuld 4.726 3.732 27% Skyldur tilsamans 7.628 5.152 48% Tøkur peningur 2.152 950 127% Rentuberandi skuld 149 275 -46% Starvsfólk - - - TN Bygging Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 8.382 4.811 74% Starvsfólkakostnaður 6.665 4.771 40% EBITDA 1.717 40 4193% Avskrivingar 344 217 59% Fíggjarpostar netto -139 -130 7% Úrslit áðrenn skatt 1.234 -307 -502% Skattur 222 -55 -504% Ársúrslit 1.012 -252 -502% Støðisogn 1.835 2.016 -9% Ogn í umferð 3.911 3.543 10% Ogn tilsamans 5.746 5.559 3% Eginpeningur 2.857 1.844 55% Skuld 2.889 3.715 -22% Skyldur tilsamans 5.746 5.559 3% Tøkur peningur 471 275 71% Rentuberandi skuld 849 1.845 - Starvsfólk - - - Eyðfinn Reyðberg Á sumri 2007 stovnaðu teir báðir Starvsfólkatalið vaks við 40 prosent frá 2013 til 2014, og enn fleiri eru komin í starv síðani tá. Hetta er veruleikin hjá byggi­ fyri­tøk­uni Sp/f TN Bygging á Saltangará, sum truplu árini har byggi­virk­semi í samfelagnum mink­ aði, valdi at halda fast við eina fasta nøgd av starvsfólki. Hetta hevur eisini gjørt tað lættari at vaksa um virksemið aftur, og vóru 6,7 milljónir krónur útgolnar í lønum í 2014. Hetta er meir enn tvífalt so nógv sum í 2010, tá felagið hevði ein lønar­kostnað uppá 3 milljónir krónur. Ongantíð havt so nógv virksemi sum nú TN Bygging hevur ongantíð havt so nógv virksemi sum júst nú, og hetta sæst eisini aftur á roknskapi felags­ins, sum vísir eitt avlop uppá 1,2 milljónir krónur í 2014. Felagið hevur hesi seinastu 10 árini havt eitt samlað avlop áðrenn skatt uppá knappar 5 milljónir krón­ur, og hevur í sama tíðarskeiði út­goldið meir enn 40 milljónir krónur í lønum. Nóg stór arbeiði Sp/f TN Bygging hevur staðið fyri nógvum stórum byggiverkætlanum, har felagið millum annað hevur bygt skrivstovubygningar, virkishallir og sethús umframt inrætting av handils- og skrivstovuhølum. Eginogn felagsins er í dag knappar 3 milljónir krónur, og er felagið fíggjarliga væl fyri við einum soliditeti uppá 59 prosent og nærum ongari netto rentuberandi skuld. Torben Nielsen, byggifrøðingur á Glyvrum er stjóri og eigari felagsins. Góð gongd hjá TN Bygging á Saltangará VIÐ EINUM GÓÐUM ÚRSLITI Í 2014 OG MEIR ENN 25 FÓLKUM Í ARBEIÐI, MERKIR TN BYGGING VERULIGA VØKSTURIN Í BYGGIAKTIVITETINUM Í FØROYUM Stóri og snotuligi handilin hjá Bónus í Klaksvík, sum Sp/f Norðhús stóð fyri at byggja. Skrivstovubygningur á Saltangará, sum Sp/f TN Bygging hevur bygt fyri felagið Snaraløkur.