hósdagur 26. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 161 - 26. august 2004
Nr. 161 - 26. august 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Sendistovur fáa hóttanir
Fleiri útlendskar sendistovur í Stockholm hava fingið
hóttanir, sum eru vendar ímóti USA og hinum lond-
unum, sum hava hermenn í Irak.
Tað sigur ein embætismaður á sendistovuni hjá Filip-
soyggjunum. Hann sigur við svenskar fjølmiðlar, at
fólk hóitta við hevndarálopum á londini, sum hava her-
menn í Irak, men meiri vil hann ikki siga. Avstralska
sendistovan í Stockholm váttar, at hon hevur fingið eitt
hóttanarbræv. Brævið var á arabiskum máli, men av tí
at tað ikki er týtt til enskt enn, dugir sendiharrin, Rich-
ard Rowe, ikki at siga neyvt, hvat stóð í tí.
Hvørki tann amerikanska ella tann bretska sendistov-
an í svenska høvuðsstaðnum vilja siga, um tær hava
fingið slík hóttanarbrøv.
Teir duga ikki við
kvinnum
Ein kanning í USA vísir, at hvørki av teimum báðum
forsetavalevnunum, George W. Bush og John Kerry,
duga at fáa samband við teir kvinnuligu veljararnar.
Lifetime Television, sum hevur gjørt kanningina,
sigur, at hvørki Bush ella Kerry duga at seta seg inn í
viðurskiftini hjá kvinnunum, og at teir eru púra sørir, tá
tey snýr seg um tær ungu kvinnurnar. Minni enn 10
prosent av kvinnunum halda, at Bush og Kerry skilja
teirra trupulleikar, og sambært Lifetime Television sig-
ur tað eitt sindur um, hví næstan 60 prosent av teimum
ivingasomu veljarunum eru kvinnur.
Kortini er tað ein sannroynd, at á einum amerikonsk-
um forsetavali eru tað serliga kvinnurnar, sum fara í
valhølið. Á valinum fyri fýra árum síðani vóru næstan
átta milliónir fleiri kvinnur enn menn á vali. USA hev-
ur ongantíð havt eina kvinnu í forsetaembætinum, og
næstan 20 prosent av kvinnunum siga í kanningini, at
tær vænta heldur ikki, at ein kvinna kemur í forseta-
embætið.
Danmark skal verja laks
ES krevur nú, at teir donsku myndugleikarnir skulu
seta neyðug tiltøk í verk fyri at verja eitt sjáldsamt
laksaslag.
Tað snýr seg um eitt serligt laksaslag, sum heldur til
í Ribe-ánni har suðuri í Jyllandi. Í mong ár heldu menn,
at Ribe-laksurin var útdeyður, men í 1999 staðfestu
DNA-kanningar hjá donsku fiskirannsóknarstovuni, at
nakrir laksar vóru eftir, men at vandi var fyri, at
stovnurin fór at doyggja út.
Síðani hevur ES kravt, at myndugleikarnir skulu
verja Ribe-laksin, sum hann ikki doyr út. Tað hava
danskir myndugleikar roynt, men sambært Bruxelles er
alt ov lítið komið burturúr. Tí hevur ES nú boðað frá, at
verður málið ikki loyst skjótt, verður Danmark drigið
fyri ES-dómstólin, skrivar Politiken.
5.000 km í rullistóli
Tann 65 ára gamli russarin Vladimir Ksenchak kom
fyrradagin til Madrid eftir at hava koyrt hagar allan
vegin úr Moskva. Teinurin er 5.000 kilometrar.
Vladimir Ksenchak greiddi sponsku tíðindafólkun-
um frá, at hann hevði verið noyddur at skifta dekkini á
rullistólinum tvær ferðir. Tann tyngsti teinurin var at
sleppa ígjøgnum fjallalendið ímillum San Sebastian og
Madrid, segði hann, men annars hevði ferðin gingið
væl. Hann fór úr Moskva tann 11. juni, og á ferðini
hevði hann ferðast ígjøgnum Hvítarussland, Póland,
Týskland, Niðurlond, Luksenburg og Frakland, áðrenn
hann kom til Spania.
Upprunaliga hevði Vladimir Ksenchak ætlað sær at
halda leiðina fram til Lissabon, men hann hevur gjørt
av at gevast í Madrid. Tá tíðindafólkini vildu hava at
vita, hví hann hevði slept tí seinasta teininum, svaraði
tann 65 ára gamli russarin, at hann væntaði ikki, at
koyristólurin fór at klára ferðina til portugisiska
høvuðsstaðin.
Ein óheft kanningar-
nevnd er komin til ta
niðurstøðu, at tann
ovasta amerikanska
herleiðslan má átaka
sær sín part av skyld-
ini av tí, sum hendi í
Abu Ghraib-fongslin-
um
FANGAVIÐFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani myndirnar av ir-
akskum fangum og am-
erikonsku
fangavørðum
teirra fóru um allan heimin
í apríl, hava amerikanarar-
nir skipað fyri fleiri kann-
ingum fyri at fáa staðfest,
hvat hendi, og hvør hevði
ábyrgdina.
Tann frágreiðingin, sum
verður hildin at vera tann
týdningarmesta, er nú lið-
ug. Ein óheft nevnd við
fyrrverandi verjumálaráð-
harranum James Schlesing-
er á odda kemur sambært
New York Times til ta nið-
urstøðu, at leiðandi persón-
ar í Pentagon og amerik-
onsku herleiðsluni med-
virkaðu til tað, sum hendi í
Abu Ghraib.
Nevndin sigur ikki bein-
leiðis, at Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharri,
ella
hansara næstu menn høvdu
givið boð um at pína teir ir-
aksku
fangarnar.
Men
nevndin sigur, at teir høvdu
als ikki eftirlit við tí, sum
hendi fangunum í Irak, og
at tað sama er galdandi fyri
fangar í Afghanistan.
Um generalin Ricardo
Sanczhes, sum var ovasti í
Irak um tað mundið, sigur
nevndin, at hann fór alt ov
lætt um frágreiðingarnar,
sum hann fekk um fanga-
píningina í Abu Ghraib.
Sambært Washington Post
er generalurin eisini fyri
hvøssum atfinningum í
einari aðrari frágreiðing,
sum ætlandi skuldi al-
mannakunngerast í gjár.
Amerikanska herleiðslan
hevur eisini gjørt sínar
kanningar í sambandi við
fangaviðferðina. Har er
niðurstøðan, at fangavørð-
arnir fóru út um mark, men
sambært New York Times
heldur tann óhefta kanning-
arnevndin, at so einfalt er
málið ikki. Nevndin sigur,
at eisini tann ovasta her-
leiðslan sveik.
Syndabukkur
Higartil eru sjey amerik-
anskir hermenn ákærdir
fyri at hava farið illa við ir-
akskum fangum. Verjin hjá
einum teirra kravdi týs-
dagin, at Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharri,
skal
vitna í málinum, men hes-
um vísti dómarin aftur.
Verjin vil vera við, at teir
ákærdu hermenninir gjørdu
ikki annað, enn teir høvdu
fingið boð um.
– Tað er láturligt at halda,
at hesir hermenninir gjørdu
nakað, sum leiðsla teirra
ikki hevði góðkent framm-
anundan, sigur verjin, Guy
Womark, við New York
Times.
Tvey flogfør fóru úr
Moskva við kós suð-
ureftir. Fyrst datt
annað niður. og bara
fáar minuttir seinni
datt hitt niður. Van-
lukkur ella yvir-
gangur?
FLOGVANLUKKUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Stutt eftir klokkan 22 fyrra-
kvøldið misti russiska flog-
eftirlitið sambandið við eitt
Tupolev-flogfar, sum var á
veg úr Moskva til Volgo-
grad við 44 fólkum um-
borð.
Nakrar minuttir seinni
sendi eitt annað Tupolev-
flogfar fráboðan um rán.
Hetta flogfarið var á veg úr
Moskva
til
Sosji
við
Svartahavið við 52 fólkum
umborð, og lítla løtu eftir
fráboðanina hvarv flogfarið
av radaraskerminum hjá
eftirlitinum. Tá var tað nær
býnum Rostov.
Nakað
seinni
funnu
bjargingarlið vrakið av tí
fyrra flogfarinum nærhend-
is bygdini Butsjalki einar
180 kilometrar sunnan fyri
Moskva. Øll tey 44 umborð
vóru deyð. Onnur bjarging-
arlið vóru tá farin at leita
eftir hinum flogfarinum,
men ikki fyrr enn tíðliga
gjáramorgunin varð vrakið
funnið. Tað vísti seg, at øll
tey 52, sum við vóru,
høvdu latið lív.
Vladimir Putin, forseti,
gav í gjár trygdarløgregluni
boð um at kanna báðar til-
burðirnar. Tað er ikki van-
ligt, at trygdarløgreglan
kannar flogvanlukkur, og
boðini frá forsetanum eru
tekin um, at myndugleikar-
nir hava illgruna um yvir-
gang, skrivar tíðindastovan
AFP úr Moskva.
Fólk, sum vóru nærhend-
is staðnum, har tað seinna
flogfarið datt niður, hava
greitt frá, at tey hoyrdu eina
spreinging, stutt áðrenn
flogfarið datt niður.
Duttu niður at kalla
samstundis
Pentagon medvirkaði
til píningina í Irak
Tað er sjáldsamt, at tvey flogfør detta niður við so stuttum millumbili sum tey bæði russisku fyrrakvøldið. Myndugleikarnir hava
illgruna um yvirgang
Breiðka innsiglingina á Havnina
Um góðan mánað
verður innsiglingin á
Havnina breiðkað við
65 metrum.
DÝPING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Um góðan mánað verður
høgligari at sigla á Havnina
Tórshavnar Havn arbeiðir í
løtuni við at dýpa innsigl-
ingina á Havnina við 65
metrum.
– Tá eitt ferðamannaskip
liggur við molan, og eitt nú
Norrøna skal leggja lat,
gerst ofta trongligt at koma
inn á Havnina. Eftir dýp-
ingina verður innsiglingin
breiðkað økt úr 105 metr-
um til 170 metrar, og tá
verður lættari at leggja at,
sigur Arnbjørn Christian-
sen verkfrøðingur
Fyri góðum tveimum ár-
um síðan varð dýpt frá mol-
anum út á boyuna, sum er
fest føst miðskeiðis á
Havnarvág. Ætlanin er nú
at dýpa frá boyuni og inn á
Viðanes.
Farið var undir arbeiðið
mánadagin, og Arnbjørn
Christiansen væntar, at at
arbeiðið fer at taka góðar
fýra vikur.
Tórshavnar Havn arbeiðir í løtuni við at breiðka innsiglingina á Havnina
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein 17 ára gamal unglingi
breyt annan skøvningin
og báðar armar, tá hann
mikumorgunin var fyri
eini arbeiðsvanlukka við
Eystaru bryggju í Havn.
Men sambært vakthav-
andi á Politistøðini, so
kundi skaðin verið mun-
andi størri. Arbeitt verður
í løtuni við at skifta takið
á
bygninginum
hjá
Farmaleiðum, og tað var
her, at óhappið hendi.
Maðurin hevur eftir øll-
um at døma ikki veið nóg
ansin, og hevur stigið á
eina plátu av plexi-glas.
Hendan bar ikki vektina
hjá manninum, sum datt
teir 10 metrar av takinum
og niður á gólvið.
– Vit kunnu bara stað-
festa, at maðurin hevur
verið ómetaliga heppin.
Hann hevur nýtt armarnar
at taka fyri seg í fallinum,
og tað hevur so kostað
brotini, men umframt tað,
so er talan bert um nøkur
prus í andlitinum, stað-
festir vakthavandi á politi-
støðini.
Løgreglan sigur annars,
at teir gera sína rapport
um málið, og at tað ann-
ars verður Arbeiðseftir-
litið, sum kannar málið
víðari.
-jm
Maðurin steig á ein av rútunum í tekjuni, tá teir arbeiddu
við at skifta takið á bygninginum hjá Farmaleiðum
Mynd: Jens Krisitan Vang
Datt 10 metrar
Javnaðarmenn hittast
Í gjár komu og í dag koma umboð fyri SAMAK til
Føroyar. SAMAK er samstarvsnevndin hjá norður-
lendsku arbeiðararørsluni. Ætlanin hjá SAMAK við
ferðini er at hitta limir í Føroya Javnaðarflokki. Við á
ferðini eru Peter Palshøj, aðalskrivari í SAMAK, og
Jens Christiansen, skrivari í danska javnaðarflokk-
inum. Umframt fundir við løgmann og umboð fyri
javnaðarflokkin verður eisini skipað fyri úferðum.
C
M
Y
K
3
2