Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 161 - 26. august 2004 Nr. 161 - 26. august 2004 5 Eingin peningur til sjónvarp- og útvarps- gjald. Eingir biograf-, cafe- ella býtúrar. Yvirdrátt á kontu hvønn mánað. Út- settar rokningar fyri at hava pening til føð- ingardagar. Tríggir samfelagslesandi føroyingar á lærda háskúlanum í Ros- kilde hava kannað støðuna hjá einligum mammum í Havn, og talan er um alt annað enn eina sólskinssøgu EINLIGAR MAMMUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo "At leggja tey menninsk- ansligu virðini í politikkin, so at politikkurin alla tíðina hevur sum mál at skapa eitt betri og eitt tryggari sam- felag-lata politikkin stutt og greitt snúgva seg um menn- iskjuni". Løgmaður Jóannes Eid- esgaard boðaði í fyrstu løg- mansrøðu síni á ólavsøku um, at bjartasta málið ein samgonga kann seta sær er at skapa eitt gott samfelag fyri øll. Í vár hava tríggir samfel- agslesandi føroyingar á lærda háskúlanum í Ros- kilde kanna støðuna hjá einligum mammum í Havn í teirra BA-uppgávu, og tal- an er um alt annað enn eina sólskinssøgu hjá føroyska vælferðarstatinum. Einligu mammurnar í høvuðsstaðnum hava ómetaliga torført við at fáa endarnar at røkka saman, og samanborið við støðuna hjá einligum mammum í okkara grannalondum, eru før- oysku mammurnar illa fyri. Teir tríggir samfelagsles- andi Rókur Jakobsen, Jóh- ann Lützen og Fróði Jacob- sen rópa tí varskó til pol- itiska myndugleikan um at taka hendan illa sperda bólk í føroyska samfelagn- um í størri álvara. Fáar hentleikar Kanningin av einligum mammum er bygd um sam- røður við sjey ymiskar kvinnur, sum búgva í høv- uðstaðnum. Felags fyri hesar kvinnur- nar er, at inntøkugrundar- lagið hjá teimum er ómeta- liga lágt og røkkur ikki til vanligar hentleikar, ið eyðkenna gerandisdagin hjá flestum okkara. Millum hes- ar hentleikar kunnu nevnast biograf-, cafe- og býtúrar, ið hesar kvinnur sjáldan kunnu ditta sær at royna. Flestu klæðini verða keypt á útsølu, og peningur er heldur ikki tøkur til at rinda sjónvarps- og út- varpgjaldið. Fleiri hava eisini kent seg noyddar at útseta rokningar fyri hava pening til føðingardagar og konfirmasjónir. Tað kemur eisini javnan fyri, at einligu mammurnar kenna seg noyddar at yvirdraga kont- una fyri at fáa røkkarnar at hanga saman. Felags fyri mammurnar er, at tær altíð seta tørvin hjá børnunum frammum sín egna. Hóast einligu mammurnar hava lítið fíggjarliga at geva av, verður nógv lagt fyri, at børnini hava tað gott. Hvønn leygardag ganga tvey fólk runt í handlum í Havn fyri at savna saman frukt og grønmeti, ið er um at fara um seinasta søludag. Handlarnar lata fruktina og grønmeti ókeypis, og gávan verður latin illa sperdum húsarhaldum. Fleiri av einligu mammunum gera sær dælt av tænastuni, tí peningur røkkir ikki til frukt og grønmeti í gerandisdegnum. Solidariteturin avgerandi Hóast allar kvinnurnar eru illa sperdar fíggjarliga, megna flestu teirra kortini at hóra undan. Tað er kortini ikki við hjálp frá tí almenna, men hinvegin hollur stuðul frá familjuni, sum ger, at einligu mamm- urnar klára seg sømuliga. Familjurnar hjálpa við mati, barnaansing, peningi og bústaði. – Vit erpa okkum av at hava ein vælútbygdan væl- ferðarstat, har tað almenna veitir fólkum, ið ikki klára seg, ein hjálp. Kortini fáa einligu mammurnar alt ov lítið til at klára seg nøkun- lunda. Teirra inntøkugrund- arlag er langt undir miðal hjá vanligum einstaklingum og familjum, og tær hava tí ongan møguleika at liva á sama støði, sum vit onnur. Tað er ikki føroyski væl- ferðarstaturin, ið kann breggja sær av at nakrar av hesum kvinnum kortini klára seg nøkunlunda. Høvdu tær ikki havt eitt vælfungerandi sosialt net- verk, hevði støðan verið heilt hættislig, siga teir tríggir samfelagslesandi á lærda háskúlanum í Ros- kilde. Teir vísa á, at siðvenjan í Føroyum við veita teimum nærmastu hjálp, tá illa á stendur, kemur veruliga til sjóndar, tá vit tosa um ein- ligar mammur. – Søguliga hevur væl- ferðin í Føroyum verið tryggja við at tey nærmastu hjálpa hvørjum øðrum. Vit kenna jú søgurnar um einkjurnar í bygdasamfel- agnum, sum fólk vóru fús at hjálpa við mati og øðr- um. Sami solidaritetur kann sigast at vera galdandi hjá einligu mammunum í dag, vísa Rókur, Jóhann og Fróði á. Orðið ein sosialpolitikk Vælferðarstaturin hevur í fleiri áratíggju verið stolt- leikin hjá Norðanlondum, men á fleiri økjum eru før- oyingar eftirbátar. Kann- ingin hjá teimum trimum vísir greitt, at inntøku- grundarlagið hjá føroysku kvinnunum er væl lægri enn eitt nú í Danmark. Fremstu orsøkirnar til lága inntøkugrundarlagið hjá einligu mammunum í Havn er ov høgir húsaprísir og ov lágar sosialar veitingar. – Danski staturin tryggjar einligu mammunum eina rímuliga vælferð, meðan føroysku mammurnar í stóran mun eru noyddar at dúva uppá familju og vinir. Hetta er ein beinleiðis and- søgn við, at vit eru partur av danska ríkinum og fáa eina heildarveiting til at menna ein vælferðarstat, sum kann tryggja øllum rímulig livikor. Teir tríggir samfelagsles- andi á lærda háskúlanum í Roskilde eru á einum máli um, at føroyingum vanta ein veruliga sosialpolitikk. – Tað er ein sannroynd, at tingið er mannað við 29 monnum 3 kvinnum og hetta sæst eisini aftur. Áhugamálini hjá monnum snúgva seg um asvalt, havnir og fiskivinnu, með- an sosialpolitikkurin ikki vekir stórvegis áhuga, og tað er harmiligt. Politikar- arnir hava ongantíð veru- liga meldað út, hvussu før- oyska samfelagið skal mennast á sosiala økinum. Spurningur kann avgjørt setast við um tað er nøkt- andi, at tað er sosiala netverkið hjá einstaklingin- um, ið ger av um fólk klára seg ella ikki. Tað má verða vælferðarstaturin, sum tryggjar fólki rímulig livi- kor, sláa Rókur, Jóhann og Fróði fast. Teir nevna skipanina við bústaðartrygging(boligsikri ng, blðm), sum kundi verið eitt frálíkt ískoyti hjá ein- ligu mammunum, tí júst høgi bústaðarprísurin er ein stór forðam hjá mammun- um. Bústaðartryggingin er ein solidarisk skipan, sum tryggjar teimum veikastu í samfelagnum betri kor. Ískoytið verður regulerað eftir, hvussu høg húsaleigan er í mun til inntøkustøðið. Mugu útseta rokningar fyri at halda føðingardag EINLIGAR MAMMUR VIÐ SKERDAN LUT: Vælferðarstaturin hevur í fleiri áratíggju verið stoltleikin hjá Norðanlondum, men á fleiri økjum eru føroyingar eftirbátar. Kanningin hjá teimum trimum samfelagslesandi vísir greitt, at inntøkugrundarlagið hjá føroysku kvinnunum er væl lægri enn eitt nú í Danmark. Fremstu orsøkirnar til lága inntøkugrundarlagið hjá einligu mammunum í Havn er ov høgir húsaprísir og ov lágar sosialar veitingar. Modellmynd: Jens Kristian Vang Økja um javnstøðuna Í gjár byrjaði eitt kvinnu- politiskt seminar í Føroy- um, sum verður hildið fyri kvinnuligum parla- mentarikarum og øðrum í útnorði á Hotel Føroyum. Endamálið er økt polit- isk javnstøða, og at økja um kvinnuliga partin av politisku avgerðartil- gongdini. Seminarið heldur áfram í dag. Kvinnupolitiska seminarið verður hildið sambært tilráðing frá Út- norðurráðnum. Seminarið endar í dag klokkan 17:00, tá Heidi Petersen flytir fram røðu. Listi yvir luttakarar: Inatsisartut Agathe Fontain, Inuit Ataqatigiit Doris Jacobsen, Siumut Astrid Fleischer Rex, Demokraterne Marie Fleischer, Demokraterne Jensine Berthelsen, Atassut Ellen Christoffersen, Atassut Naja Joelsen, skrivari Alþingið Guðrún Ögmundsdóttir, Samfylkingin Anna Kristín Gunnardsdóttir, Samfylkingin Kolbrún Halldórsdóttir, Vi. hreyfingin - grænt framboð Arnbjörg Sveinsdóttir, Sjálfstæðisflokkur Drífu Hjartardóttir, Sjálfstæðisflokkur Sólveig Pétursdóttir, Sjálfstæðisflokkur Jónínu Bjartmarz, Framsóknarflokkur Arna Gerður Bang, skrivari Løgtingið Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin Marjun Olsen, Sambandsflokkurin Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldisflokkurin Heidi Petersen, Tjóðveldisflokkurin Rúna Sivertsen, Fólkaflokkurin Charlotta á Váli Olsen, Miðflokkurin Annleyg Lamhauge, Sjálvstýrisflokkurin Elin Lindenskov, Javnaðarflokkurin Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri í Løgtinginum Marius Rein, Høgni Joensen, Birita Samuelsen, skr. Onnur Annika W. Joensen, forkvinna fyri Javnstøðunevndina Orðstýrari Bjørt Samuelsen Tíðindaskriv: Teleios er navnið á eini skeiðrøð, sum byggir á eina saman- renning av nútímans kom- munikatiónspsykologi og tí kristnu lívshugsjónina. Skipað verður fyri tveimum vikuskiftis- skeiðum í sept. mánaði. Á tí fyrsta skeiðinum 17.-19. sept. 2004 verður undirvíst í samskifti (kommunikatión millum menniskju) Skeiðið miðar ímóti at geva luttakarun- um betri fatan av teimum viðurskiftum sum ávirka teirra samskifti við onnur. Eitt nú ynskir, tørvir, for- dómar, lívsroyndir. Endamálið við hesum skeiði er: • at læra hvussu ein lurtar eftir og hjálpir øðrum, utt- an sjálvur at gerast út- brendur • at uppliva sunnar relatión- ir til familju, vinir, starvs- felagar og meinigheitir. Á tí seinna skeiðnum 24.-26.9.2004 »Sig sand- heden i kærlighed« verð- ur dentur lagdur á at vera trúgvur móti egnum kenslum • at tora at taka upp ósemjur • at læra seg at siga sannleikan í kærleika Um nóg stórur áhugi er, er ætlanin eisini at skipa fyri einum stuttum kvøld- skeiði í leiðslu av smá- bólkum. Hetta skeiðið er ætlað fólki, sum standa fyri smáum bólkum eitt nú cellubólkum, alfa, ung- dómsbólkum, krisubólk- um m.m. Teleiosskeiðrøðin hevur vunnið stóra virðing í nógvum trúarfelagsskap- um í Skandinavia. Royndirnar hava verið so góðar, at eisini í vinnu- lívinum í Noregi eru Tele- ios-skeiðini vorðin ein eftirspurd vøra. Kostnaður fyri hvørt vikuskiftisskeið er 700,- (umfatar undirvísing, skriftligt tilfar og kost). Kvøldskeiðið 200,- kr. Nærri fæst at vita hjá samskiparunum Elsa og Tummas í Garði tlf. 310150, 220797 og 224957. Skeið um lívið TÍÐINDASKRIV Leygardagin 25. september kl. 13 - 16.30 skipar Syn- ergi fyri forkunnugum sem- inari á Hotel Føroyum! Kendi danski granskarin og rithøvundurin Dr. Niels Christian Hvidt, Phd. kem- ur til Føroya at leiða semin- arið og leggja úrslit fram frá gransking síni um sam- bandið millum trúgv og heilsu. Medisinalfyritøkan Lundbeck hevur fíggjað granskingina. Hvussu nógv hevur heilsa við trúgv at gera ? Síggja læknavísindin og teologiin ikki verðina við heilt hvør sínum eygum? Kunnu hesar vísindir yvir- høvur sameinast? Seinastu árini er ten- densurin, at klassiska læknavísindin hevur vaks- andi áhuga í sambandinum millum tað at trúgva og heilsuna hjá fólki. Hetta hevur m.a. ført áhugaverdar royndir við sær - einttá eisini royndir við møguligu ávirkan forbøn hevur á grøðingina. Tað mest áhugaverda eru kanska ikki úrslitini, men tað, at slíkar kanningar yvirhøvur eru í gongd. Mong vilja vera við, at fyri bert nøkrum fáum árum síðandi, vóru slíkar kanningar als ikki tiknar í álvara. Søgan sigur okkum frá eini ørgrynnu av frásøgn- um um undurverk, sum skulu vera farin fram. Und- urverk hava aldrin mangla í kristindómsin søgu, og gera tað heldur ikki í dag. Úr øllum heimi hoyra vit um grátandi Mariu standmynd- ir, um børn sum fáa opin- beringar og um mirakuløsa grøðing av sjúklingum, sum læknar hava uppgivið. Tað sigst verða øking av tílíkum mirakuløsum hend- ingum í kristnum saman- hangi í dag. Seinni fyrilesturin tekur útgangsstøði í, hvussu man yvirhøvur definerar eitt mirakel. Alt eftir hvussu nógv verður eftir av tíðini, verður eisini farið inn á 2-3 case-stories m.a. við døm- um úr nútíðini. Bæði fyrri partur og seinni partur leggja upp til spennandi kjak m.a. í sambandi við granskingar- úrslitini, ið eru komin fram. Dr. Niels Christian Hvidt, Phd. var hugskotshavari til áhugaverdu sendingarnar "Guð doktari", ið vórðu vístar í SVF fyri stuttum. Fleiri upplýsingar og til- melding innan 1/9 á heima- síðuni hjá Synergi, www.synergi.fo ella á tlf. 227464/225462. Í summar hevur verið skipað fyri føroyakvøldum ymsastaðni í Eysturoynni. Undirtøkan hevur verið góð í ár og kvøldini hava verið væl eydnaði og gestirnir sera væl nøgdir. Føroya- kvøldini hava verið hildin í Skótadeplinum á Selatrað, í Kappróðrarneystinum á Glyvrum og í Bygdasalin- um á Skála. Komandi fríggjakvøld kl. 19 verður aftur føroyakvøld í Bygdasalinum á Skála. Hetta er seinasta føroya- kvøldið í Eysturoynni í ár. Á skránni verður eitt breitt úrval av føroyskum mati, so gestirnir fáa etið seg mettar og roynt ymiskan siðbundnan føroyskan mat. Ymiskt undirhald verður á skránni sum t.d. upplesnað- ur um føroyska samfelagið, søgu og mentan, felags- sangur og filmur um Føroy- ar. Kvøldið endar við eini dansiframførslu, har gestir- nir eisini sleppa at royna stev. Atgongumerki til tiltakið kunnu keypast á Kunning- arstovunum í Eysturoynni. Nú summarfrítíðin er farin afturum, verður arbeiðið við sjálv- hjálparbólkum fyri børn og ung, ið hava mist foreldur og systkin, tikið uppaftur SJÁLVHJÁLPAR- BÓLKUR Tíðindaskriv Í mun til seinastu skeiðini, er tilboðið nú eisini gald- andi fyri børn, ið hava mist systkin við deyða. Ikki er greitt enn, um hesi børnini verða í einum bólki fyri seg ella tey verða saman við teimum, ið hava mist for- eldur við deyða. Hetta verður avgjørt, tá greitt er, hvussu nógv melda til. Tó síggja bólkaleiðararnir tað ikki sum nakran trupul- leika, um børnini vera í sama bólki.Í sorgarbeiðin- um eru kenslur og tankar, sum hesi børn og ungu kenna aftur hvør hjá øðr- um. Og tað, ið hevur stórsta týdning er, at børnini eru saman við øðrum, sum hava merkt stóra sorg á egnum kroppi, og tí hava eina aðra føling við hvørjar kenslur og tankar bylgjast í einum. Tað er júst hetta børnini og tey ungu sakna í gerðandisdegnum, bæði í skúlanum og eisini ofta ímillum vinir. Fundirnir eru skipaðir soleiðis at pláss bæði er fyri at práta, tekna, mála, spæla og ikki minst fyri einum góðum drekkamunni. Tað er sera umráðandi, at tað er hugnaligt og trygt at koma til fundirnar, so tað verður stórur dentur lagdur á. Eftir at hava havt tvey skeið við uml. 40 børnum og ungum íalt, meta bólka- leiðararnir, at hetta tilboðið eigur at verða verandi. Tær afturmeldingar, ið eru komnar, og tær eru ikki so fáar, hava verið positivar og børnini og tey ungu hava sum heild verið ógvuliga trúgv at møta til fundir, og hava sagt seg at vera glað fyri at koma. Tey, ið hava hug at verða við, kunnu venda sær til Annu S. Dalsgaard á tlf. 319552/519552, el. e-mail: Janna@kallnet.fo. Føroyingar savnast um Føroyar Hjálp tær sjálvum Samband millum trúgv og heilsu Fríggjakvøldið verður seinasta føroyingakvøldið í Eysturoynni á hesum sinni C M Y K 5 4