hósdagur 26. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 161 - 26. august 2004
Nr. 161 - 26. august 2004
7
Leygardagin skipar
ferðavinnaní Suðuroy
fyri einum løttum
gongutúri
Leygardagin skipar ferða-
vinnan í Suðuroy fyri
gonguferð úr Porkeri til
Hovs.
Bussur koyrir av kunn-
ingarstovuni á Tvøroyri kl.
10.00 og av kunningarstov-
uni í gamla Skúla í Vági
10.30.
Báðir bussarnir koyra til
Porkeris, haðani verður far-
ið
til
gongu
niðan
ígjøgnum Skálan, upp á
Hamar
og
vestur
um
Kambin. Síðani yvirum
Hálsin, oman gjøgnum
Vágaskarð og omaneftir
Heiðunum. Nú koma vit til
Klivarstein og oman móti
Hósmannaklettum fara so
framvið Sarknagili og eftir
heygunum niðan í bygdina
í Hovi.
Túrurin er lættur at ganga
og staðkend heimildarfólk
eru við á túrinum, har greitt
verður frá ymsum á leiðini.
Eftir
loknan
gongutúr
verður koyrt við bussi úr
Hovi til ávikavist Kunning-
arstovurnar í Vági og á
Tvøroyri.
Gongutúrurin og buss-
koyring kosta 100 krónur,
men hjá børnum er tað
ókeypis.
Bindandi tilmelding til
túrin skal gerast á kunning-
arstovuni í Vági á tlf.
374342/ 284342 ella á
kunningarstovuni á Tvør-
oyri tlf. 372480/ 284480 í
seinasta lagi fríggjadagin
16.00.
Kunningarstovan heitir á
fólk um at hava heit og góð
klæði við, góðar skógvar
ella styvlar, matpakka og
ein drekkamunn.
– Hevur tú kikara og eitt
kort yvir økið har gingið
verður við tær, gerst túrurin
óivað meiri áhugaverdur.
Fýra túrar eftir
Ferðavinnan í Suðuroy hev-
ur skipað fyri gongutúrum
hvønn leygardag í alt
summar. Og nú eru fýra
túrar eftir.
Komandi leygardag verð-
ur gingið Porkeri - Hov, 4.
september verður farið av
av Hestinum til Kaspars-
holu og oman í Akraberg,
11. september verður farið
úr Hvalba til Sandvíkar, og
seinasti túrurin í ár er 18.
september og hann verður
úr Øravík til Vágs.
Gongutúrarnir í ár hava
verðið stak væl umtóktir.
Ætlanin er at gongutúrar
verða fyriskipaðir aftur
komandi summar hvønn
leygardag.
– Skal avtala gerast
ímillum fakfeløgini
og landsstýrið um
lønarsteðg, mugu øll
tey 40 fakfeløgini á
arbeiðsmarknaðinum
verða við, sigur
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum
TRÝPARTA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg taki fult undir við
tankanum. Men ein fortreyt
má vera, at øll fakfeløgini
semjast fyrst.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, tekur fult undir við
tankanum um at fara undir
samráðingar ímillum fak-
feløgini, arbeiðsgevarar og
landsstýrið um kostnaðar-
støðið í Føroyum.
Tað var eftir seinastu
samráðingar, at formaðurin
í Havnar Arbeiðsmannafel-
ag skeyt upp at fakfeløg og
arbeiðsgevarar skuldu fara
undir felags samráðingar
við landsstýrið í eini roynd
at lækka kostnaðarstøðið í
Føroyum.
Arbeiðsgevarar
hava
dúgliga ført fram, at kostn-
aðarstøðið í Føroyum er so
høgt, at tað er ein álvarslig-
ur trupulleiki fyri kapping-
arførið hjá vinnuni.
Ein stórur partur av hes-
um kostnaðarstøðinum eru
lønirnar. Og endamálið við
í ímillum fakfeløgini og
arbeiðsgevarar øðrumegin
og landsstýrið hinumegin,
skuldi júst vera, at fakfel-
øgini bundu seg til at halda
aftur við lønarkrøvunum og
kanska enntá seta lønar-
steðg í verk.
Men
afturfyri
skuldi
landsstýrið so binda seg til
at lækka skattir og avgjøld,
so at keypiorkan kundi
veksa, hóast lønin stóð í
stað.
Arbeiðarafeløgini og Ar-
beiðsgevarafelagið
hava
havt ein fund um málið fyrr
í summar og ætlanin var at
hittast aftur á fundi nú eftir
summarfrítíðina.
À tí fundinum skuldi
feløgini finna útav, um tað
bar til at semjast um eitt
felags útspæl til landsstýr-
ið.
Øll mugu semjast
Bárður Nielsen heldur ikki,
at tað er nóg mikið, at tað
bara eru arbeiðarafeløgini
og Arbeiðsgevarafelagið,
sum semjast um hetta.
– Skulu vit koma nakran
veg á hasum økinum, verð-
ur tað neyðugt, at øll fak-
feløgini í landinum taka
undir við ætlanini.
– Og tað verður eisini
neyðugt at øll fakfeløgini
semjast um eitt felags út-
spæl til landsstýrið um løn-
arafturhald afturfyri skatta-
og avgjaldslækkingar. So-
statt mugu tey velja eina
felags samráðingarnevnd at
samráðast við landsstýrið.
Tilsamans eru eini 40
fakfeløg í Føroyum á pri-
vata og almenna arbeiðs-
marknaðinum og landsstýr-
ismaðurin vil altso hava, at
tey øll at semjast um lønar-
afturhald afturfyri skatta-
og avgjaldslækking, áðrenn
slíkar samráðingar kunnu
vera við Landsstýrið.
– Tað verður neyðugt at
skipa allan arbeiðsmarkn-
aðin í ein samlaðan bólk,
sum landsstýrið kann sam-
ráðast við.
– Tað haldi eg er ein for-
treyt fyri at fara undir trý-
partasamráðingar,
sigur
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum.
Hann heldur, at skal
Landsstýrið samráðast við
fleiri bólkar ar fakfeløgum
um lønarafturhald, kann tað
skjótt enda í einum ruðu-
leika.
– Í mai mánaða skal sátt-
máli gerast ímillum arbeið-
arafeløgini og arbeiðsgev-
ararnar. Lat okkum siga, at
tað endar við eini semju um
lønarafturhald
afturfyri
skattalætta og avgjalds-
lækking.
– Spurningurin er so,
hvat fer at henda í oktober,
tá ið landsstýrið skal sam-
ráðast við øll fakfeløgini á
almenna arbeiðsmarknað-
inum, eitt nú Starvsmanna-
felagið, sum er nógv tað
størsta felagið.
– Hvat hendir um fakfel-
øgini á almenna arbeiðs-
marknaðinum ikki góðtaka
semjuna við arbeiðarafel-
øgini? Hendir tað, fær
landsstýrið ein veldugan
trupulleika.
– Tað ber ikki til at gera
serliga avtalu um skatta-
lætta við arbeiðarafeløgini.
Tí má ein avtala fevna um
øll fakfeløgini, annars fara
veldugir trupulleikar at
taka seg upp, sigur Bárður
Nielsen.
Hann leggur afturat, at
hevði tað borið til at savna
allan arbeiðsmarknaðin um
eina slíka semju, hevði
hann avgjørt verið sinnaður
til at tosa um at lækka
skattir og avgjøld, treytað
av, at fakfeløgini afturfyri
bundu seg til at halda aftur
við lønarkrøvunum.
Vil hava øll fakfeløgini
at semjast um lønarsteðg
Fara til gongu úr Porkeri til Hovs
Seinasta leygardag var gingið ú Sumba og niðan á Hestin. Veðrið var av tí allar besta. Nógvir
útlendingar vóru við á túrinum. Á myndini sæst ein hugtikin avstraliari við útsýni við Beinisvørð
– Tað ber ikki til at gera avtalur við nøkur fakfeløg, sum onnur
kanska ikki góðtaka. Tí mugu øllfakfeløgini fyrst finna eina
semju, sigur Bárður Nielsen
Seinastu tíðina hevur
herverk verið framt á
nógvar bátar, ið liggja
í Vágsbotni og á
Argjum. Svend Erik
Dølum, bátaeigari,
sigur, at bert innan-
fyri seinasta mánað-
in, hevur onkur gjørt
seg inn á glastrevjabát
hansara ikki færri
enn tríggjar ferðir. Nú
hevur hann verið
noyddur at taka bátin
upp til umvælingar,
orsakað av herverki
HERVERK
Eydna Skaale
eydna@sosialurin
Svend Erik Dølum hevur
havt sín skjóttgangandi
stuttleikabát í umleið eitt
hálvt ár. Báturin hevur ligið
í Danmark, men herfyri
valdi Svend Erik at taka
bátin heim til Føroya. Tað
skuldi hann ikki havt gjørt,
tí báturin hevur í seinastuni
at kalla ikki fingið frið fyri
herverki, og nú er hann
tikin upp til umvælingar.
Eina tíð lá hann í Vágs-
botni, men seinastu tíðina
hevur hann ligið á Argjum.
– Herverkið byrjaði fyri
einum knøppum mánaði
síðan. Báturin lá á Argjum,
og eg helt, at hann fór at
kunna liggja í friði. Hann
hevur ligið í Danmark,
uttan at nakað er hent, so eg
gekk út frá, at hann fór at
fáa frið í Føroyum eisini,
greiðir Svend Erik frá.
Men tá Svend Erik ein
dagin kom oman í bátin
varnaðist hann skjótt, at alt
ikki var, sum tað átti at
vera. Onkur hevði verið
umborð og rótað runt í bát-
inum. Alt var endavent. Ein
av
hátalarunum,
sum
hoyrdi til tónleikaanleggið
umborð, var eisini ryktur
leysur og tikin.
– Fyrstu ferð, at viðkom-
andi persónar vóru umborð,
tóku teir bert ein hátalara.
Men teir høvdu rótað runt í
øllum bátinum, greiðir
Svend Erik frá.
Hann harmaðist sjálvsagt
um herverkið, men tá visti
hann ikki, at hetta bert var
lítið av miklum.
Herverks klikur
Eina góða viku seinni var
nevniliga aftur galið. Hesu-
ferð høvdu fortreðgerarirn-
ir ikki noyðst við at órudda,
men høvdu nú eisini stolið
anleggið og restina av há-
talarunum. Eisini høvdu
teir brotið okkurt umborð.
Nú var nóg mikið hjá
Svend Erik, so hann meld-
aði herverkið til løgregl-
una.
– Tá politiið kom út og
hugdi at bátinum, søgdu
teir mær, at tað vóru alstórir
trupulleikar av ungdómi,
sum gekk og gjørdi herverk
runt í býnum. Teir søgdu tá,
at teir júst høvdu tikið ein
unglinga, sum gekk niðri í
Vágsbotni, og gjørdi seg
inn á bátar har, og at støðan
var ring í Vágsbotni, greiðir
Svend Erik frá.
Løgreglan segði, at tað
allarhelst vóru bandar við
unglingum um 15-16 ára
aldur, sum gingu runt um
næturnar og gjørdu her-
verk.
Svend Erik tosaði eisini
við aðrar bátaeigarar, ið
høvdu bát sín á Argjum og
fleiri kendu til trupulleikan.
– Eigarin av bátinum,
sum lá uttanfyri mín bát,
segði, at hansara bátur fyrst
hevði ligið yviri í Vágs-
botni. Har bleiv báturin
stolin av unglingum, sum
heilt einfalt sigldu avstað
við bátinum. Meðan bátur
hansara lá har, bleiv an-
leggið eisini stolið. So hann
valdi at flyta bátin yvir á
Argir at liggja. Men nú, tá
hann sá, at skilið var tað
sama á Argjum sum í Vágs-
botni, flutti hann bátin hað-
ani eisini, sigur Svend Erik.
Svend Erik tók eisini av-
gerð um at fara at flyta sín
bát.
– Eg tók eg avgerð um, at
eg skuldi fara at flyta bátin
dagin eftir. Eg tordi ikki at
hava hann liggjandi við
bryggjuna har longur. Hann
lá eisini illa fyri, við allari
síðuni at bryggjuni, so hann
var lættur at koma umborð
á. Seint um kvøldið, um
hálvgum tvey tíðina, koyrdi
eg oman til bátahylin, bara
fyri at kanna um alt var í
lagið. Tá var alt sum tað
skuldi vera, men eg sá, at
har vóru nakrir unglingar,
um 15-16 ára aldur, sum
gingu og mólu. Ein teirra
hevði eina motorcross, sig-
ur Svend Erik.
Hann fór aftur til hús og
hugsaði, at tá einki var hent
so seint út á náttina, so
mundi báturin fara at fáa
frið.
Rútarnir knústir
Men dagin eftir, var báturin
ikki at kenna aftur.
– Teir høvdu blakað grót
á bátin og knúst rútarnar.
Eisini høvdu teir boygt
jarnið, sum rútarnir eru
festir í og brotið alt
møguligt innan í bátinum.
Tað vóru glassplintur um
allan bátin, og grótið hevið
eisini rakt dekkið, so at
málingin var farin av í fleiri
støðum. Tá tók eg bátin upp
beinanvegin, greiðir Svend
Erik frá.
Báturin er tryggjaður,
men við so grovum her-
verki,
gerst
tryggingin
munandi
dýrari.
Hetta
verður tí ein dýr søga fyri
Svend Erik. Ætlanin var
eisini at selja bátin, sum
hevur verið lýstur til sølu
fleiri ferðir, men nú væntar
Svend Erik, at tað verður
torført
at
fáa
nakran
keypara.
– Tað verður eitt stórt
arbeiði, at fáa bátin penan
aftur, sigur hann, ógvuliga
harmur á málinum.
Hann sigur, at hann
aldrin hevur verið úti fyri
nøkrum tílíkum, tað hálva
árið, sum hann hevur havt
bátin í Føroyum, og hann
heldur tað vera ógvuliga
spell, at ungdómurin ikki
kann lata so virðismiklar
ognir, sum bátar eru, fáa
frið.
– Tað loysir seg so lítið at
hava eina bátahavn, um
hetta skal vera viðferin, ið
bátarnir fáa, meðan teir
liggja har, heldur Svend
Erik at enda.
Trupulleikin við
herverki er avgjørt
vaksandi. Og tað er
ikki bert bátar, sum
ikki fáa frið, men
hús, garðar og bilar
eru eisini hart rakt,
sigur løgreglan í
Havn.
HERVERK
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Løgreglan í Havn sigur, at
tað altíð er nakað av her-
verki á bátar, men at teir
ikki hava merkt nakran
serligan vøkstur í júst
herverki á bátar.
– Tað er javnan, at báta-
eigarar melda herverk á
bátin, men vit hava ikki
merkt nakra herverksrøð
á bátar, sum so, sigur løg-
reglan. – Tað hava verið
nakrar fráboðanir í sein-
astuni, men ikki meiri enn
vanligt, vil eg meta.
Løgreglan merkir tó
týðuliga, at herverk sum
heild er farið at vinda
uppá seg. Hildið verður,
at tað eru ungdómar, sum
ganga í leti um kvøldini
og um næturnar, og ikki
vita hvat tey skulu gera,
sum oyðileggja.
– Tað gongur næstan
ikki dagur, har vit ikki fáa
onkra fráboðan um her-
verk. Í samlaðu tølunum
vil eg tó meta, at bátarnir
hava fingið góðan frið.
Bilarnir harafturímóti, eru
sera hart raktir. Tað tykist,
sum tey ungu stuttleika
sær við at ríva spegl og
antennur av og at skøva
bilarnar. Vit hava tó ikki
sett nakran stóran off-
ensiv inn ímóti herverki,
tí møguleikin fyri at fanga
tey seku, er so ógvuliga
lítil, sigur løgreglan.
Av tí, at tey fyri tað
allar mesta gera herverk
um næturnar, er møgu-
leikin nærum eingin at
finna tey, tá ið meldað
verður dagin eftir. Tá eru
tey jú langt síðani farin.
Løgreglan ásannar, at
tað sjálvsagt er sera harm-
iligt, og at tað kostar nógv
hjá teimum, ið verða rakt.
– Fólk eru sjálvsagt
altíð meiri enn vælkomin
at seta seg í samband við
okkum, og vit gera tað, vit
kunna. Men tey skulu
vita, at lítið og einki kann
gerast við hetta. Havnin
vil so fegin vera sum stór-
býirnir, og hetta er í allar-
hægsta grad eitt stórbýar-
fenomen. Hetta er heilt
einfalt slíkt, sum hendir,
er seinasta viðmerkingin
frá løgregluni.
Herverk á havnunum
Løgreglan um herverk:
Vaksandi trupulleiki
Stuttleikabáturin hjá Svend Erik Dølum er nú tikin upp á land, eftir at hava verið útsettur fyri herverk ikki færri enn tríggjar ferðir
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6