hósdagur 26. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 161 - 26. august 2004
Nr. 161 - 26. august 2004
9
Skúlabygningurin,
sum Fuglafjarðar
kommuna hevur latið
byggja niðanfyri
verandi skúla, er nú
so gott sum liðugur. Í
niðaru hæddini eru
trý høvuðsrúm, og í
ovaru hæddini eru
fýra. Kostnaðurin av
byggingini er umleið
14,5 miljónir krónur,
og tað er Fuglafjarðar
kommuna, sum hevur
goldið alla
byggingina
SKÚLABYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgin, fríggjadagin 27.
august klokkan 17, verður
nýggi skúlabygningurin í
Fuglafirði alment latin
lærarum og næmingum.
Tað verður býráðsfor-
maðurin í Fuglafirði, Sig-
urd Simonsen, sum fer at
lata
skúlastjóranum
í
Fuglafirði, Súna í Hjøllum,
lyklarnar til nýggja bygn-
ingin. Við hátíðarløtuna á
skúlanum, sum verður mill-
um klokkan 16 og 18 hend-
an dagin, eru eisini fjøl-
miðlarnir bodnir at vera
við. Gentukór fer at syngja,
og hornatónleikur verður at
hoyra.
Leif Petersen, byggifrøð-
ingur, sum starvast á tekn-
isku deild hjá Fuglafjarðar
kommunu, hevur teknað
skúlan, og tað er tekniska
deildin sum hevur havt um
hendi alla projektering og
eftirlitið við arbeiðinum.
Á samkomuni fer Leif at
greiða frá, hvussu arbeiði at
byggja nýggja skúlabygn-
ingin hevur gingið, og hann
fer eisini at greiða frá, hvør
hevur gjørt tey ymisku ar-
beiðini, nú komið er undir
land.
Eftir hátíðarløtuna verður
borðreitt við døgurða á
Muntra í Fuglafirði til
teirra, sum hava verið við í
byggingini, býráðspolitik-
arum
og
lærarum,
ið
starvast við skúlan.
Fegin skúlastjóri
Súni í Hjøllum, skúlastjóri
við Fuglafjarðar skúla, sig-
ur, at nýggi skúlabygn-ing-
urin er bygdur beint niðan-
fyri verandi skúla, nevni-
liga har skýlið áður stóð.
– Tá ið tú kemur inn í
skúlagarðin, er gamli part-
urin av skúlanum á ovaru
síðu og fyri framman og
nýggi bygningurin á niðaru
síðu.
Skúlastjórin fegnast um,
at tiltrongda byggingin nú
er komin undir land.
– Jú, tað verður ein fegin
skúlastjóri, sum fríggjadag-
in fer at taka ímóti lyklun-
um til skúlan – vegna lær-
ararnar og skúlabørnini,
sum ganga við skúlan, sig-
ur hann.
Súni hevur verið skúla-
stjóri
við
Fuglafjarðar
skúla síðan 1989, men hann
byrjaði longu at undirvísa á
skúlanum í 1979, tá ið hann
júst var liðugur við sína
læraraútbúgving á Føroya
Læraraskúla.
Sostatt hevur hann nú
verið lærari í 25 ár og
skúlastjóri í 15 ár.
– Fríggjadagurin verður
ein stórur dagur hjá okkum,
tí nú fáa lærarar og næm-
ingar tær umstøður, vit
leingi hava bíðað eftir.
700 fermetrar
Súni sigur, at nýggi skúla-
bygningurin er stívliga 700
fermetrar tilsamans. Hann
er bygdur í tveimum hædd-
um. Niðara hæddin er úr
betong, og hin ovara er úr
timbri.
– Í kjallarahæddini eru
tríggjar høvuðsstovur. Ein
stova til motorlæru, sum
eisini kann brúkast til jarn-
smíð. Ein er til handverk og
list, og seinasta stovan er til
træsmíð.
Skúlastjórin vísir á, at øll
kjallarahæddin
soleiðis
kann sigast at vera ein
stórur verkstaður.
Í niðaru hæddini eru eis-
ini wc’ir og rúm til útsúgv-
ing.
– Í ovaru hæddini eru
fýra høvuðsstovur; har er
bókasavn, stova til lívfrøði,
alis- og evnafrøði og síðan
er ein fyrilestrarsalur, har
næmingarnir sita í ymisk-
um hæddum, sigur skúla-
stjórin, Súni í Hjøllum, at
enda.
Við Fuglafjarða skúla
ganga 360 skúlanæmingar
úr 1. flokki og upp í 10.
flokk.
Børn í Leirvík og Gøtu,
sum fara úr 7. flokki, fara
til Fuglafjarðar at ganga á
framhaldsskúla.
Byrjaði í 2000
Skúlabyggingin í Fugafirði
byrjaði seint á heysti í ár
2000.
Kristian Joensen í Fugla-
firði hevði útgrevsturin,
Jan Mohr í Fuglafirði
stoypiarbeiði, og Svend
Olsen í Gøtu hevur inni-
lokað bygningin. Jan Mohr
hevði eisini um hendi at
gera bygningin lidnan inn-
an. El-arbeiði hevur El-
teknik í Leirvík gjørt, og
Demich hevur gjørt rør-
arbeiði. Jóhan Larsen í
Fuglafirði
hevur
gjørt
snikkaraarbeiði,
gólv-
arbeiði gjørdi Gólvbúni í
Kvívík, og Hans Mohr í
Fuglafirði gjørdi málara-
arbeiði.
Nú byggingin er liðug,
kostar nýggi skúlabygning-
urin í Fuglafirði einar 14,5
miljónir krónur. Enn er
ymiskt eftir at gera rundan
um bygningin, men hetta
arbeiði verður nú gjørt.
Tað
er
Fuglafjarðar
kommuna, sum hevur gold-
ið alla byggingina, ið er
framd í stigum. Alt arbeiði
uttan útgrevsturin er útboð-
ið útboðið so hvørt.
Nýggjur skúlabygningur í Fuglafirði
Leif Petersen, byggifrøðingur, Jákup Frants Larsen, skrivari hjá Fuglafjarðar kommunu, Johan
Heri Joensen, lærari og formaður í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum, skúlastjóri og Sigurd
Simonsen, býráðsformaður í Fuglafirði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggi skúlabygningurin í Fuglafirði stendur nú liðugur
Súni í Hjøllum hevur verið skúlastjóri í Fuglafirði síðan 1989.
Hann byrjaði sum lærari á skúlanum í 1979 – ella fyri 25 árum
síðan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skúlabørn í Fuglafirði høvdu einki ímóti at lata seg avmynda, tá ið Sosialurin vitjaði
mikumorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kirkjan eigur at halda
fast við brúðarvígslu,
sum hon altíð hevur
gjørt, sigur Bergur
Debes Joensen,
prestur. Um politik-
arar við lóg fara at
broyta kirkjuliga
ritualið, kann tað
enda við, at kirkjan
syndrast, metir hann
BRÚÐARVÍGSLA
Edvard Joensen
Kirkjan skal framhaldandi
víga fólk. Og tað skal vera
mann og kvinnu, sum kirkj-
an altíð hevur gjørt, sigur
Bergur Debes Joensen,
sóknarprestur.
– Um tú ikki vígir yvir-
høvur, er einki at visa á við-
víkjandi samlívinum mill-
um mann og kvinnu, sigur
hann.
Í Sosialinum mikudagin
mælir John Myllhamar, trú-
boðari, til, at fólkakirkjan
sleppur brúðarvígslunum,
tí, sum støðan er í samfel-
agnum í dag, tykist minni
og minni virðing at vera
fyri hjúnalagnum, sigur
hann. Tí metir hann ikki, at
kirkjan skal standa model
til eina kirkjuliga handling,
sum eigur at vera heilag,
men sum verður ov lítið
vird.
Á tí økinum er Bergur
Debes Joensen samdur við
honum. Hjúnalagið er heil-
agt, og tað eigur tað eisini
at vera, men kirkjan skal
eisini í framtíðini víga fólk.
– Kirkjan má ikki bakka,
men tosa týðuliga um,
hvørjum hon stendur fyri.
Skriftin lærir, at hjúnarlag
millum mann og konu er
ein skapanarskipan, sum er
náttúrlig. Maður og kona
eru skapt hvør til annan og
ikki tvey av sama kyni.
Kirkjan skal framvegis víga
fólk og signalera, at hjúna-
lagið er heilagt. Hon skal
víga mann og kvinnu, og
tað skal bara vera einaferð,
staðfestir Bergur Debes
Joensen.
– Samsvar eigur at vera
millum ritualið og sjálva
vígsluna í fólkakirkjuni.
Hann leggur dent á, at tað
kann ikki góðtakast, um
politikarar við lóg fara at
áleggja kirkjuni, at hon skal
broyta ritualið, so onnur
eisini kunnu giftast í kirkj-
uni.
– Um tað hendir, sigur
Bergur Debes Joensen,
vænti eg, at tað vera fleiri,
sum fara at taka seg úr
fólkakirkjuni. Sjálvur meti
eg tað so álvarligt, at um
hetta kemur sum bindandi
ritual, síggi eg persónliga
ikki aðrar møguleikar enn
at leggja kragan.
Hann sigur, at uppskotið
hjá John Myllhamar kann
tykjast sum ein skilagóð
loysn. Men kortini tykist
tað sum ein kapitulatión.
Og tað má kirkjan ikki
gera.
Kirkjan skal vísa, at hon
kennir bæði átrúnaliga og
samfelagsliga ábyrgd, og
heldur enn at halda undan,
halda fast við tað, hon
stendur fyri.
– Vit eiga ikki at grava
okkum niður, men heldur
finna loysnir, sum kunnu
brúkast,
sigur
Bergur
Debes Joensen, sóknar-
prestur.
Hann ásannar, at tað
stendur ikki væl til á
økinum í dag. Formenninir
í stóru flokkunum á Fólka-
tingi hava saman við for-
manninum
í
kirkjuligu
nevndini hjá Fólkatinginum
signalerað, at tey meta
tíðina vera komna til, at
kirkjan giftir samkynd par-
løg.
Verður slíkt uppskot gjørt
til lóg, metir Bergur Debes
Joensen, at styttri er til
skilnað millum kirkju og
stat, enn tað hevur verið.
Men støðan er ikki góð,
og útlitini eru enn verri, at
kirkjan
signalerar
tað
bíbilska hjúnarlagið, vísir
hann á. Til dømis eru
donsku biskuparnir ikki so
sannførdir um, at kirkjan
ikki skal broyta kirkjunnar
ritual. Tað kunngjørdu teir í
1997, tá teir loyvdu – og
royndu
gudfrøðiliga
at
grundgeva fyri – at signa
samkynd pør í fólkakirkj-
uni. Føroyski biskupurin
tók tó ikki undir við hesum.
Kirkjan eigur at standa fast
Hann verður enn
meiri seinkaður enn
hann longu er og
hann kemur neyvan í
sigling í ár, sigur
tekniski leiðarin á
Strandferðsluni
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril kemur ikki
í sigling í ár.
Tað er tekniski leiðarin á
Strandfersluni sannførdur
um.
Magnus Magnussen hev-
ur ikki fingið tað váttað frá
sponsku
skipasmiðjuni,
sum byggir nýggja Smyril,
at hann verður seinkaður.
Men nú hann akkurát er
afturkomin til Spania eftir
summarfrítíðina, staðfestir
hann, at tað er so mikið
nógv eftir at gera við
skipið, at tað fer ikki at
eydnast skipasmiðjuni at
halda tíðarætlanina.
Upprunaliga skuldi nýggi
Smyril verða liður 12. okto-
ber. Men fyrr í ár varð
greitt, at hetta fór ikki at
halda, og nýggjur yvirtøku-
dagur varð settur til 31.
oktober.
Men Magnus Magnussen
sigur, at nú dugir hann at
síggja, at tað er so mikið
nógv eftir at gera, at heldur
ikki tann tíðarætlanin fer at
halda.
Hann fer nú at biðja
leiðsluna á skipasmiðjuni
um eina nýggja tíðarætlan.
Men leiðslan er í feriu, so
tað verður ikki fyrrenn
seinni, at hann sleppur á tal
við leiðsluna.
Sostatt veit hann ikki at
siga, nær nýggi Smyril
verður liðugur.
Men hann metir í øllum
førum, at tað verður ikki í
hesum árinum, at hann
kann setast í sigling, og so-
statt gerst nýggja suðuroy-
arskipið jólatrøll.
– Tað var eitt stórt vón-
brot, tí vit høvdu miðjað
eftir at fingið hann í sigling
nú tíðliga í vetur, sigur
hann.
Hann sigur, at tað arbeið-
ir rættiliga nógv fólk um-
borð á Smyrli.
Skipasmiðjan hevur havt
møguleikan fyrr í summar
at sett meiri fólk umborð
fyri at fáa tíðarætlanina at
halda.
– Men nú er tann møgu-
leikin farin, tí nú eru bara
tveir mánaðir eftir, til skip-
ið skuldi handast.
Tað er eisini eitt mark
fyri, hvussu nógv fólk kann
arbeiða
umborð,
sigur
Magnus Magnussen. Tað
ber heldur ikki til at gera øll
arbeiðini ísenn, tí hvørt má
lagast eftir øðrum. og tá ið
alt er liðugt, skulu allar
tekniskar skipanir umborð
roynast.
Kann onki gera
Magnus Magnussen sigur,
at tað er onki, sum Strand-
ferðslan kann gera við
hetta.
Strandferðslan hevur ein
sáttmála at halda seg til. Og
í tí sáttmálanum er eisini
lagt upp fyri seinkingum.
– Tað er Skipasmiðjan,
sum byggir skipið og vit
hava bara eftirlitið.
Kortini er tað so, at
verður skipið seinkað meiri
enn ein mánaða, kemur
Skipasmiðjan undir dag-
bøtur.
Tað vil siga, at frá 1.
desember kemur skipa-
smiðjan undir dagbøtur.
Hesar dagbøturnar eru ein-
ar 100.000 krónur um dag-
in í fyrstuni, men tær veksa,
meiri skipið verður seink-
að.
Kortini heldur Magnus
Magnussen, at tað, sum
hevur størstan týdning, er,
at vit fáa eitt gott skip, tá ið
tað er liðugt.
– At byggingin er seinkað
er tað, sum kann henda.
Men tað týdningrmesta er,
at vit fáa eitt gott skip – og
tað fáa vit, tí nýggi Smyril
verður eitt gott skip, sigur
hann.
At nýggi Smyril verður
seinkaður ber samstundis í
sær, at gamli Smyril kann
ikki fara av landinum.
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, heldur, at kirkjan skal standa fast við, tað, hon altíð hevur
staðið fyri og eisini í framtíðini víga fólk í hjúnalag
Nýggi Smyril verður jólatrøll
Nýggi Smyril kemur ikki í sigling í ár. Byggingin er nógv seinkað, men tað er onki, sum
Strandferðslan kann gera við tað
C
M
Y
K
9
8