Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 161 - 26. august 2004 Nr. 161 - 26. august 2004 11 So eydnaðist tað formanni Føroya Fiskimannafelags langt um leingi og eftir tógvi stríð at fáa TV 2 at rætta tey skeivu og beinleiðis ósonnu tíðindi, sum sjónvarpstøðin tíðliga í summar bar um inntøku- og skattaviðurskiftini hjá føroyskum fiskimonnum. So er hetta ódámliga mistak rættað, og tað skuldi bara mangla, kundu vit havt hug at lagt afturat. At mistakið og skeivu tíðindini eru vorðin rættað, er bert formanninum Óla Jacobsen fyri at takka. Hann hevur við sínum treiskni og treysti áhaldandi og staðiliga kravt ósonnu tíðindini dementerað, og hetta eydnaðist so umsíðir. Skeivu tíðindini eru ein stór skomm fyri TV 2 og ikki minni er skommin, at tað skuldi taka so langa tíð at rætta mistakið og at greiða dønum frá rætta samanhanginum. Hvør annar uttan Óli hevði orkað at tikið stríðið upp við hesa máttmikla sjómvarpsstøð? Neyvan nakar. Lat tað tí verða sagt, at tað er sera gott fyri Føroyar, at tingini vórðu sett á teirra rætta pláss, og at danir fingu sannleikan at vita. Óli Jacobsen eigur tøkk uppiborna fyri, at hann tók upp hetta ótakksama stríðið. Eftir stendur nú spurningurin, hvussu alt hetta kom upp. Hvussu ber tað til, at tað meira enn einaferð hevur verið negativt fokus sett á føroysk viðurskifti og serstakliga á blokkin og á inntøkuviðurskifti fiskimanna. Teir, sum skipaðu fyri tí eftirhondini herostratiskt gitnu ráðstevnuni á Christiansborg, tváa sær um hendurnar. Teir eru púra ósekir, siga teir. Tað er danska pressan, sum er ábyrgdarleys og reingir upplýsingar um Føroyar. Tað skerst ikki burt, at so er - tíverri! Men samstundis verður ført fram, at skipað varð fyri ráðstevnuni fyri at kunna danska almenningn um grønlensk og føroysk búskaparviðurskifti. Henda kunning skuldi koma út frá ráðstevnuni. Hvussu skuldi kunningin koma út til danska almenningin? Jú, umvegis somu donsku pressuna, sum hevur til vana at reingja veruleikan og at gera ósannar søgur um Føroyar burturúr sakligari upplýsing. Her hongur ikki saman. DAGSINS MEINING Sosialurin Mistak rættað VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Orða føroyskan politikk Janus Hansen, lívfrøðingur Eg fegnist stórliga um, at Vinnumálaráðið nú hevur sett sær sum mál at orða ein føroyskan orku- og um- hvørvispolitikk, og eg vóni, at tað fer at gangast væl. Fyritreytirnar eru fyri tí. Vit hava at kalla ongan orku- og umhvørvispolitikk, so tað er lagamanni at læra av tí, sum onnur hava gjørt, eisini feilunum, og síðan orða ein føroyskan politikk. At Vinnumálaráðið eisini fyriskipar tiltøk við tí endamáli at birta uppundir alment kjak er ótrúliga gott. Bjørn Lomborg Eg gjørdist heldur kløkkur, tá ið eg sá, hvør var boðin higar av Vinnumálaráðin- um. Júst sum Fiskimálaráð- ið hevur gjørt tað við Jón Kristjánsson, bjóðar Vinnu- málaráðið einum pseudo- vísindamanni, í hesum føri Bjørn Lomborg, til at byrja kjakið um føroyska orku- og umhvørvispolitikkin. Alt gott um tað at birta uppundir eitt kjak og hava ein "devils advocate", hvørs orð ikki altíð skulu takast fyri fult. Men eg eri stórliga bangin fyri, at Vinnumálaráðið og aðrir kunnu finna upp á at taka orðini hjá honum í fullum álvara. Eg var til fyrilesturin hjá Bjørn Lomborg í Norður- landahúsinum, og sum væntað dugdi maðurin sera væl at tosa og undirhalda. Men innihaldinum eigur ein at varða seg fyri. Nógvur dentur varð lagd- ur á at greiða frá, at neyð- ugt er at prioritera rætt. Jú sjálvsagt skulu vit tað, men eg vóni, at politikarar duga at síggja, at tá ið ein før- oyskur orku- og umhvørv- ispolitikkur skal orðast, so kunnu teir ikki seta seg at viga AIDS/HIV-trupulleik- an ella altjóða samhandil ímóti føroyskum umhvørv- ispolitikki. Eisini hevði hann grafar, sum vístu, at nærum alt var betri í dag enn tað var fyrr. Fólk arbeiða minni, liva longur, eru ríkari og dálka enntá minni. Niðurstøðan var m.a., at umhvørvið er ein vána íløga, og Kyoto- sáttmálin ein desperat roynd til at gera bara okk- urt, sum í síðsta enda ein- ans kostar pening og ong- um endamálið tænir. Men veruleikin er ein annar enn tann, sum Bjørn Lomborg teknar. Hann nýtur tøl og útsagnir, sum aðrir granskarar eru komnir fram til, men nógv hevur verið funnist at honum fyri einans at velja tey tøl og tær útsagnir, sum tekna júst ta mynd, sum hann ynskir. Við øðrum orðum, hann villeið- ir fólk. Hetta var eisini or- søkin til, at Udvalgene Ved- rørende Videnskabelig Uredelighed kolldømdi mannagongdirnar, sum vórðu nýttar í bók hansara, Verdens Sande Tilstand. Tó, Videnskabsministeriet kolldømdi hesa niðurstøð- una, m.a. tí at bókin ikki var ein vísindalig bók og tí kundi eingin krevja, at hon var vísindaliga reiðilig. Har endaði tað kjakið. Lat meg bara staðfesta, at niðurstøðurnar hjá Bjørn Lomborg ikki eru vísinda- liga grundaðar. Ein listi av villum í bókini eru at síggja á www.lomborg-errors.dk, og sum mótvekt til bókina hjá honum eiga fólk at lesa Sceptical Questions and Sustainable Answers, ið Det Økologiske Råd gav út. Var tað einans kjak, Vinnu- málaráðið vildi hava, so valdu teir rættan mann. Men var tað at fáa eitt kjak til frama fyri ein góðan orku- og umhvørvispolit- ikk, so var hetta neyvan rætti maðurin. Náttúru- og umhvørvispolitkkur Nú valið fall á Bjørn Lom- borg sum kjakbirtara, og hóast vit ikki kunnu brúka hansara talfimleik til nakað sum helst, so mundi enda- málið hjá Vinnumálastýrin- um kortini vera at skapa kjak um umhvørvispol- itikk. Lat tað vera sagt, at eg vóni at Vinnumálastýrið ætlar at taka tær umhvørvis- ábyrgdir á seg, sum tað eigur, og ikki gongur somu leið sum Marjus Dam, tá ið hann spurdi Bjørn Lomborg um "statistiske fiff" fyri at sleppa undan ov tungum byrðum av Kyoto-sátt- málanum. Vit mugu sum ábyrgdarfullur partur av heiminum taka á okkum tær ábyrgdir, sum fella okkum í lut og ikki snúgva okkum undan, har vit kunnu. Skal ein orku- og um- hvørvispolitikkurin orðast væl, so er tað neyðugt at samskipa hann við ein skilagóðan náttúrupolitikk. Náttúrupolitikkur er ein yvirskipaður politikkur, ið byggir á eina vællýsta nátt- úru, har vit fólkaræðisliga hava tikið støðu til varð- veitslu, rættindi og ábyrgd- ir. Síðan eiga lógir og kunn- gerðir at gerast sambært hesum. Neyðugt er eisini, at myndugleikarnir hava førleika, umstøður og møguleika til at tryggja, at hesar lógir verða hildnar. Vit mugu skilja, at nátt- úrupolitikkur og umhvørv- ispolitikkur eru hvør sítt. Náttúrupolitikkur er fyrst og fremst ein spurningur um at varðveita náttúru. Um- hvørvispolitikkur er í stóran mun ein spurningur um at regulera tey árin, sum stand- ast av menniskjaligum virksemi, ikki bara til frama fyri náttúruna, men eisini fyri menniskju og fyritøkur. Eingin politiskur vilji Hóast politiskir flokkar í nógv ár hava skrivað føgur orð um náttúru okkara, so eru vit rættiliga fjart frá at hava ein veruligan náttúru- politikk. Gott nokk er tað kanska nakað trupult hjá politikarum at seta bein- leiðis orð á náttúruna, ann- að enn at vit eru glað um hana. Men er tað grund- geving nokk til ikki at umsita hana á forsvarligan hátt? Tað eru tað nøkur, sum meina, tí allar undan- farnar samgongur og sit- andi samgonga hava í roynd og veru tikið ta av- gerð ikki at hava ein nátt- úrupolitikk og harvið held- ur onga náttúruumsiting. Náttúrupolitikkur ljóðar sum eitt yvirskipað, kanska eitt sindur óneyðugt hug- tak, men tað er av stórum praktiskum týdningi. Í minninum beint nú havi eg tvey ítøkilig dømi, sum vísa hvussu neyðugt tað er við einum náttúrupolitikki og hartilhoyrandi umsiting. Eitt sera viðkomandi dømi í hesum samanhangi eru vindmyllurnar í Nes haga, sum SEV vil hava settar upp. Sum viðmerking til handfaringina hjá økisfrið- ingarnevndini, hoyrdist í Degi og Viku, at "SEV- leiðslan undrast eisini á, at sovorðnar subjektivar áskoðanir hava ávirkað vindmylluverkætlanina [...]". Sjálvsagt verður alt subjektivt, sum hevur við náttúruna at gera. Vit hava ongan politikk á økinum, og eiheldur nakran stovn ella myndugleika, sum fara óheftir inn í tílík mál. Hitt dømið er tyrvingar- plássið hjá Landsverkið við Oyggjarvegin. Í tí málinum hevur Landsverk ført fram, at tilfarið (sum er runnið út um lendið og liggur sum eitt lag í ánni allan vegin oman á Signabø) ikki er skaðiligt fyri náttúruna, tí hetta er natúrligt tilfar. Tað sigur seg sjálvt, at náttúran á hesum økinum verður ávirkað. Men uppáhaldið um, at hetta ikki er skaði- Framhald á síðu 11 VIÐMERKINGAR Landsstýrismaðurin ov varin í tilmælinum um fiskidagar Heidi Petersen Framsøgukvinna Tjóðveld- isfloksins í fiskivinnu- málum Tjóðveldisflokkurin mælir til 3% niðurskurð á land- grunninum og 25% á Før- oya Banka. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælir til ein niðurskurð í dagatalin- um uppá 1,5%. Hetta er eftir Tjóðveldisfloksins tykki í so varisligt farið fram, og skal eg koma nærri inn á seinni, hví so er. Hyggja vit eftir tilmæl- inum frá Fiskirannsóknar- stovuni og fiskidaganevnd- ini, so er semja um, at toskastovnurin er verri fyri og í minking sammet við undanfarnu ár, meðan hýsa og upsi eru omanfyri miðal. Tó er ikki semja um, hvørji tiltøk eiga at setast í verk til tess at gera tað, sum menniskju kunna gera fyri at verja toskastovnin. Fiski- rannsóknarstovan mælir til álvarslig inntriv í veiðuna eftir toski galdandi í eini 3 - 5 ár við eitt nú at minka dagatalið hjá húkaflotanum niður í eina helvt, ella at minka veiðuna við 25 % saman við fleiri friðingum á innaru leiðunum. Teir nevna, at t.d. kundu leiðir- nar innanfyri 4 fjórðingar verið friðaðar fyri allan vinnuligan fiskiskap, og línuskipini ikki sloppið at fiska innanfyri 8 fjórðingar. Hetta sum eitt serligt átak í hetta avmarkaða tíðar- skeiðið, fyri at tað ikki skal verða vegna ovurfisking, at toskastovnurin kemur niður aftur á støðið, sum vit kenna frá 1991 og 1992, sum toskastovnurin kemur á av náttúrligum orsøkum. So kunnu vit bert vóna tað besta og ynskja sjálvsagt, at gróðurin í ár fer at gera mun hjá toskastovninum á landgrunninum, so hann mennist skjótt aftur. Eisini mælir Fiskirann- sóknarstovan til at skerja dagatalið í beinleiðis upsa- veiðuni við 25% grundað á, at upsin hevur verið smáur seinastu árini. Hinumegin mælir fiski- daganevndin ikki til nakra skerjing í fiskidagatalinum, tí, sum teir føra fram, er fiskidagaskipanin ein lang- tíðar javnvágarskipan, har hvørki skal regulerast upp ella niður. Endurskoðan av fiskidagaskipanini Tó mælir fiskidaganevndin til eisini at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiski- skap, so hon gerst greiðari at virka undir og umsita. Eisini mæla fiskidaga- nevndin og Fiskirannsókn- arstovan til, at allur fiski- skapur á landgrunninum verður skipaður undir lóg- ini um vinnuligan fiski- skap, tvs. at bólkur 1 - djúpvatnstrolarar og bólkur 6 - garnaskipinin koma inn undir skipanina við fiski- døgum. Fundur hevur verið við umboð fyri hesar bólk- ar, og var niðurstøðan, at teir ikki høvdu nakað ímóti at koma undir somu skipan, sum hinir skipabólkarnir - tó undir nøktandi treytum, sum ikki eru lýstar nærri. Tað triðja, sum fiski- daganevndin mælir til, er at taka teir minstu bátarnar - ella frítíðarfiskararnar - sum eru í bólki 5, burtur úr skipanini undir vinniligum fiskiskapi og lata teir hava sína egnu skipan. Hetta fyri at spara umsiting, tí í hes- um bólki vóru í fjør um 1000 bátar, og teir, sum róku vinnuligan fiskiskap, vóru uml. 180. Fiskidagamarknaður Eitt sera áhugavert tilmæli frá fiskidaganevndini er til- mælið um fiskidagamarkn- að. Her verður dentur lagd- ur á at fáa eina marknaðar- skipan at galda á økinum, sum við grundarlagi í opin- leika og kunnleika ger tað møguligt at fylgja við, hvør hevur fiskiloyvini og hvør nýtir fiskidagarnar, sum eru tillutaðir. Tað seinasta, fiskidaga- nevndin ger vart við, er, hvussu ógvusliga stór øk- ingin í veiðitrýstinum á Før- oya Banka hevur verið. Bankaloyvi hjá bátum í bólki 4 - útróðrarbátum, sum royna við húki, eru um- sett til skip í bólki 4, sum hava støddina til bólk 3, men ikki eru har, tí hetta eru samanløgd loyvi frá útróðr- arbátum í bólki 4. Soleiðis eru smærri útróðrarbátar vorðnir til línuskip yvir 110 tons. Nevndin mælir til at skerja dagatalið við 10 %, umframt at friða bankan í gýtingartíðini. Fiskirannsóknarstovan mælir til, at fiskidagatalið á Føroya Banka verður mið- altalið av nýttum fiskidøg- um fyri árini 1996 - 2002. Kvotaskipanin spældi endaliga fallit. Hyggja vit nú eftir gongdini í fiskiflotanum síðani 1994, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi, er lætt at fáa eyga á ógvusligar broytingar. Í 1994 varð ein donsk kreppuloysn við kvotaskip- an smoygd yvir okkum, sum føroysku politikkararnir ikki høvdu vilja, ella møguleika at arbeiða ímóti. Ein skipan, sum føroyska vinnan frá degi eitt ikki vildi vita av. Fiskiflotin var nógv mink- aður vegna fíggjarkreppu, og fiskiskapurin hevði verið í botni fleiri ár á rað og kvinkaði júst uppeftir. Vinn- an gjørdi vart við, at hon var harðliga ímóti at innføra eina skipan, sum um allan heim, har hon hevði verið nýtt, hevði spælt fullkomi- liga fallit. Kvotaskipanir høvdu allastaðni elvt til óreglusemi á øllum økjum. Fiskur var blakaður fyri borð, fiskur veiddur eina- staðni varð sagdur at verða fingin aðrastaðni, fiskasløg broyttu hvønn dag navn, frá tey vóru fiskað, til tey komu uppá land, o.s.fr. Ikki var gjørligt at hava yvirlit yvir fylgjurnar av eini kvotaskipan. Tilfeingið fór til spillis, tíð og orka varð nýtt til at sleppa uttan um lógina, veiðihagtøl fóru á glið, og stovnsmetingar- nar høvdu ongan møgu- leika at gerast rímiliga rætt- ar, tí onki skil var á tí, ið givið varð upp av fiska- nøgdum og sløgum. Alt hetta vóru ríkiligar grundgevingar fyri ikki at seta eina kvotaskipan í verk í Føroyum – men kortini var hon gjøgnumførd. Og skjótt - tað gingu bert tvey ár - so stóð alt sum í botni. Orsøkirnar vóru fleiri, men høvuðsorsøkin var at fiski- skapurin vaks so ómetarliga nógv, at eitt nú trolarar fingu alla sína árskvotu av hýsu í einum háli. Eisini var pro- sentbýtið millum ymisku veiðubólkarnar av teimum ymisku fiskasløgunum als ikki í samsvari við tað veiðu ella søguligu tølini, sum vóru galdndi fyri fiskiskap- in á føroyaleiðini. Fiski- skapurin rendi snøgt sagt alla kvotaskipanina til botns eftir tveimum árum. Sum eina leivd frá hesi tíðini hava vit enn í dag ásetingar inni í lógini um vinnuligan fiskiskap upp á, hvussu nógv % hvør veiði- bólkur hevur rætt at veiða av teimum ymisku fiska- stovnunum undir Føroyum. Hetta hevur tó ongantíð verið fylgt upp, og hóskar als ikki inn í skipanina við fiskidøgum. Samstarv millum fiski- mannin, fíggingarstovnar- nar og fiskifrøðingarnar. Á fiskivinnuráðstevnu í Havn í summar kom nógv áhugavert fram. Millum annað var nógv gjørt burt- urúr fíggjarliga partinum av fiskivinnuni. Hvussu fekst mest burturúr fíggjarliga við innvesteringum í so fá skip, sum gjørligt til at taka sum mest burturúr havin- um, sum fíggjarfrøðingar- nir málbóru seg. So lítla íløgu sum gjørligt fyri at fiska mest møguligt vi besta lønsemi. Ein einføld fíggjarlig fyrimynd, sum ikki einsamøll lýsir veru- leikan, men kann vera ein vegleiðing til polittikaran. Fiskifrøðingarnir hinveg- in sita við tí ómøguliga setn- ingi frá polittikarunum at spáa um framtíðina. Teir kannað og greina fortíðina, og kunnu út frá tí geva ábendingar um framtíðina - rímiliga vist - og um tey við- urskifti, teir hava við í út- rokningunum, halda stikk. Aftur her verður tað ein einføld fyrimynd, sum ikki svarar til fulnar til veru- leikan, men kann vera ein vegleiðing til politikaran. Triðja sjónarmiðið kom frá einum sera áhugaverdum 77 ára gomlum fiskimanni og skribenti úr Ísrael, Mena- kem Ben-Yami. Hann førdi fram, at tá politikkararnir seta skipanir í verk, er tað týdningarmesta atlitið at taka, at skipanin fær undir- tøku frá teimum pørtum, sum hon umfatar. Tað vil siga, at teir fiskimenn, sum skulu virka í skipanini, virða hana, tí gert tú eina skipan, sum ikki verður góðtikin, finnur fiskimaður- in altíð upp á ráð, hvussu hann kann sleppa uttan um skipanina. Vit kenna orða- takið her hjá okkum: "sjó- maður er ongantíð ráðaleys- ur" og hugsi eg, at tað var hetta, gamli Ben-Yami eis- ini hevði sannað. Hann vísti annars eisini á, hvussu vandamikið tað er at fiska stovnar so langt niður, at bara smáur fiskur er eftir. Tá er lætt at oyða stovnin av tí, at gítingarstovnurin gerst ov lítil. Og so vísti hann til "toskin í Canada", ið hvarv, men tað vóru kanska fleiri orsøkir til tað - millum ann- að hitin í sjónum o.s.fr. Eisini vísti Menakem Ben-Yami á, at politikarar- nir høvdu geografisk atlit at taka, tá skipanir fyri fiski- skap skulu gerast. Við øðr- um orðum verður ein noyddur at taka útgangs- støði í búsetingarmynstrin- um kring landið, tá eitt nú fiskirættindi verða latin, soleiðis at eitt øki ikki verð- ur avtoftað, tí livigrundar- lagið hjá fólkinum, har býr, verður tikið/selt/latið aðrar vegir. Fyri at venda aftur til fiskidagaskipanina, so var hon innførd í lógina um vinnuligan fiskiskap í 1996 eftir sera hørðum trýsti frá eini samdari vinnu, og kvotaskipanin varð slept fyri ongantíð at koma aftur. At bankarnir, fiskifrøðing- arnir og fiskivinnan góð- taka okkara fiskidagaskip- an er júst styrkin við henni, og tí skulu vit fara um hana við varsemi og ansa eftir, at vit ikki máa støðið undir skipanini burtur. Eitt av grundsjónarmið- unum, tá lógin um vinnulig- an fiskiskap var sett í gildi, var varðveiting av einum fjølbroyttum fiskiflota, men vit síggja í dag, at gongdin hevur ikki verið so, sum ætl- að. Ein orsøk er, at fiski- dagaskipanin ikki hevur verið nóg greið, og av tí hevur borið til at umsitið lógina rættiliga tilvildarligt. Smærru útróðrarbátarnir í bólki 4 eru lagdir saman og eru vorðnir til stór línuskip yvir 110 tons. Hetta var ongantíð ætlanin við lógini, og hevur hetta økt sera nógv um royndina av millum øðr- um toski bæði á landgrunni- num og á Bankanum. Við støði í øllum hesum mælir Tjóðveldisflokkurin til at: • fiskidagarnir á land- grunninum verða skerdir við 3 % fyri fiskiárið 2004/- 2005 • fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir við 25 %, og Bankin verður frið- aður í gýtingartíðini • at skott verður millum allar bólkar í skipanini, so tað í framtíðini verður púra greitt, at ikki ber til at leggja tvey útróðrarloyvi saman fyri at fáa eitt stórt línuskip yvir 110 tons í staðin. Eg meti hetta hava verið ein tann størsta trup- ulleikan við fiskidagaskip- anini, ið hevur økt órími- liga nógv um veiðitrýstið • øll lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoð- að og greið at seta í gildi til næsta fiskiár, tvs. 2005/- 2006 • tá tilmæli og metingar verða gjørdar fyri føroysk- an fiskiskap, eigur búskap- arligi parturin eisini at vera við, tvs. siga, at vit saman við tí lívfrøðiligu metingini og metingini frá vinnuni eisini fáa nakrar búskapar- ligar metingar • umframt hetta verða friðingartiltøk sett í verk fyri toskin á innaru landleið- unum • bólkur 1 og bólkur 6, sum eru djúpvatnstrolarar og garnaskip, verða umfat- aðir av lógini um vinnulig- an fiskiskap, soleiðis at øll veiða eftir botnfiski á føroyska landgrunninum verður skipað undir somu treytum, og ongin skal kunna hava hjáveiðikvotu sum í løtuni • frítíðarfiskararnir í bólki 5 verða tiknir úr skip- anin, og bert teir útróðrar- bátarnir, sum reka vinnu- ligan fiskiskap, verða eftir - hetta fyri at spara umsiting • Mælt verður eisini til at taka táttin upp við einum fiskidaga- og loyvisbanka. Saman við vinnuni verður funnið fram til, hvussu hetta verður skipað, og eg taki undir við uppskotinum frá vinnuni sum ein byrjan at skapa gjøgnumskygni, so at tað gerst møguligt at fylgja við, hvør hevur loyvini, og hvussu nógvir dagar verða nýttir. Hetta eigur so at verð- a bygt út soleiðis, at øll hava atgongd til ónýttar dagar. • Spekulatiónin við fiski- loyvum verður steðgað. Sjálvandi skal bera til at flyta loyvir, um ein endur- nýggjar ella leggur saman, men alt annað eigur ikki at kunna bera til. • Afturat hesu mæla vit til, at 100 mió. kr. verða nýttar til fiskivinnugransking og menning av fiskivinnuni á sjógvi og landi. Hetta umfat- ar allar tættir í vinnuni - bæði útbúgving av fólki, biotøkni, fiskivinnutøkni, KT, vørumenning og mark- naðarkanningar, fyri at nevna nakrar lutir, sum skjøtil má setast á sum skjótast, um vit skulu gera okkum vónir um ein dag at vera heimsins fremsta fiski- vinnutjóð, sum sjálvandi er okkara málsetningur. ligt, fær loyvi at standa, tí eingin er at taka sær av tílíkum málum. Tað finnast óteljandi tílík dømi, men higartil hevur politiski viljin til at umsita náttúruna forsvarligt ikki verið til staðar. Vit hava ongan stovn ella myndug- leika, sum kannar, hvørja ávirkan inntriv hava á nátt- úruna, hóast vit hava bæði fólk og stovnar her á landið við nóg góðum førleika til at gera hesar kanningar. Nú Vinnumálaráðið hev- ur sett sær fyri at orða ein orku- og umhvørvispolit- ikk, eigur Innlendismála- ráðið at nýta høvið til at orða ein náttúrupolitikk. Síðan kunnu vit bara vóna, at ráðini bæði megna at samskipa hesar uppgávur, so at vit kunnu fáa ein væl- virkandi orku-, umhvørvis- og náttúrupolitikk. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10