hósdagur 26. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 161 - 26. august 2004
Nr. 161 - 26. august 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
26. august. Líradagur. Áðrenn farið varð eftir líra,
lósu teir hetta ørindi:
Inni liggja heitir og feitir
tit gráu í dúni;
ofta munnu vit snakka
um tykkum heima í túni.
Vit eru komnir at taka,
men ikki at keypa,
ikki mugu tit undan okkum
í avkrók leypa.
Dagurin verður eisini róptur líramariumessa, men
tað hevur ongan kristiligan ella kirkjuligan týdning;
navnið hevur dagurin fingið bara av teimum mongu
mariumessunum um heystið.
26. august eitur eisini Ireneus til minnis um ein
halgan munk úr Lyon, sum doyði umleið 258.
Innanfyri fimm ár eru fýra av mínum næstu skyldmonn-
um farnir inn í ævinleikan í góðum árum. Allir uttan at
hava langa sjúkralegu frammanundan. Ein beiggi og
tríggir svágrar. Tá ið skrivað ella sagt verður nakað um
persónar, sum eru farnir av foldum, er tað rættiliga
náttúrligt at nevna tað positiva við teimum. Sagt verður
við hvørt, at tá eru øll góð. Um eg skal royna at hugsa
um, hvat ikki var serliga gott við hesum fýra, so er einki,
sum er vert at nevna. Tað verður stundum sagt, at ein
minnist bert tað góða, og tað er gott, um tað er so, men
eg haldi nú ikki. Eg kann við sannføring siga, at teirra lív
hevur verið til gagns fyri tey, sum hava havt samband við
teir á ymiskum økjum, eg sjálvur íroknaður.
Eg eri á sama aldri sum teir, og tað vísir bara, at tíðin
at fara hiðani kann brátt vera komin. Er lívið stutt? Ja, tá
ið ein hyggur aftur eftir, er tað sanniliga stutt. So stutt, at
tað gevur meining at hugsa sær, at hetta lívið er bert ein
parentes í tilveruni, sum heldur fram í ævir, men ein
týdningarmikil parentes, tí tað er tað tíðarskeiðið, sum
ein hevur at gera seg til reiðar til restina av tilveruni.
Hvussu ger ein tað? Jú, tað er ikki nógv at gera við tað,
tí tað týdningarmesta er longu gjørt, og tað, vit hava at
gera, er at líta seg yvir á Hann, sum doyði fyri okkum og
bar allar okkara misgerðir, so vit við at trúgva á Hann,
Jesus Kristus, Guds Son, eru klár at fara inn í ævinleikan
til at njóta eitt lív, sum er so nógv øðrvísi og betri, at
einki menniskja er ført fyri at skilja tað.
Tey koma ikki aftur, sum deyðin tók við sær,
og eingin hevur granskað og fingið nakað svar,
men Guds orð okkum sigur, at deyðin bara er
ein opin hurð, ein inngongd, til eina aðra verð.
Er tað merkiligt, at tað er so? Tað haldi eg ikki! Her er
ein ætlan aftanfyri, sum er meira enn vit kunnu ímynda
okkum. Job sigur (Job 24, 7, 10-14): »Hann breiðir
norðri út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki….
Rundan um vøtnini hevur Hann sett mark, har sum ljós
og myrkur skiljast. Stólpar himmalsins riða, teir ræðast
hóttan Hansara. Við veldi øsir Hann upp havið, við viti
Sínum sorar Hann sundur havdrekan. Av anda Hansara
verður himmalin klárur; hond Hansara gjøgnumboraði
hin kvika ormin. - Sært tú, hetta eru bert útjaðrar
verk Hansara - hvat hoyra vit annað enn tesk! - Men
toru veldis Hansara - hvør skilir hana!«
Tað er stórt at vita, at vit eru partur av hesum. Ikki
týdningarleysur partur, táið vit vita, hvat Guds Sonur
avrikaði fyri okkara skuld!
Marius Jóanesarson
Marius varð bert 58 ára gamal. Hann hevði ikki livað væl
í seinastuni, men eingin hugsaði um, at hann var
deyðanum nær, fyrrenn hann brádliga mitt undir arbeiði
fekk eina bløðing í heilanum. Fáar vikur seinni doyði
hann.
Eg kendi Marius frá tí, hann var blaðungur, táið hann
eins og eg fór til Havnar at ganga í skúla, og vit blivu
góðir við hvør sína dóttir hjá Honnu Malenu og Hans
Sundstein. Marius er ein av teimum mest positivu per-
sónum, sum eg havi kent, og sum teir beiggjarnir allir so
smílandi og blíður, men Marius kanska mest. Teir hava
tað helst frá mammuni, sum eg minnist sum eina sera
blíða og vinarliga konu. Pápin doyði á yngri árum, so eg
kendi ikki hann.
Marius fór til Keypmannahavnar at læra til politist,
sum eisini bleiv hansara lívsstarv. Har komu Hanna og
eg at búgva saman við honum og Elisabet eina tíð, og
tessvegna komu vit at kenna hvønn annan serliga væl.
Hann fekk starv í Føroyum, tað mesta av tíðini í Vest-
manna. Vit fluttu eisini heimaftur, og tí komu vit at
síggja nógv til hvønn annan.
Tað, sum kanska eyðkendi Marius mest umframt hans-
ara blíða lyndi, var trúfesti, bæði móti familju, vinum og
samkomu. Hetta er ein eginleiki, sum ikki sæst ov nógv
til í dag, tí tíðarandin framhevjar so nógv tað, at per-
sónliga fáa mest møguligt burturúr lívinum, sum aftur
ger, at umsorgan fyri øðrum kemur í seinni røð. Marius
var ikki tann, sum setti seg sjálvan fyrst. Viðurskiftini
við sínar samstarvsfelagar mundi eisini vera gott, táið vit
minnast jarðarferðina í Ebenezer, og stórur partur av
salinum var settur við yvirvøldini í eyðkennisbúna. Tað
rørdi kenslurnar. Vit halda, at hann fór alt ov tíðliga, men
vit halda so mangt, sum vit einki vita um.
Jafet Olsen
Jafet beiggja kendi eg sjálvandi allarbest. Ikki vardi meg,
at hann skuldi doyggja bert 62 ára gamal. Hóast vit vóru
brøður, so vuksu vit ikki upp í sama húsi tey fyrstu árini.
Hann var at vera hjá Sannu fastur og Jákup Hendriki
Isaksen, sum eisini búðu í Søldafirði. Tað ber ikki til at
koma so nógv inn á tað her, hóast vit eiga at minnast við
takksemi tað hjartalag og umsorgan, sum familjan hevði
fyri okkum, táið vit vóru smá og eisini seinni, tí ráðini
vegna vánaliga heilsu vóru sera ring. Av okkum sjey
systkinunum vóru tað trý, sum vuksu upp hjá øðrum, og
tað vóru eisini nøkur, sum løgdu hús til í áravís, so
viðurskiftini við familjuna bleiv so nær, at mong av
okkum systkinabørnunum gjørdu næstan ikki mun á,
hvør var systkinabarn og hvør var systkin. Soleiðis kendi
eg tað, og eg sigi tað til teirra rós.
Jafet var eitt lívsstykki sum smádrongur, og tað lyndið
fornoktaði seg heldur ikki seinni. Tú tosaði ikki leingi
við Jafet, at hann ikki kom við onkrun skemtiligum.
Hann sá so væl tað stuttliga í øllum, sum vit onnur ikki
løgdu merki til. Jafet var sterkur og prúður av vøkstri, so
táið hann fór at spæla uppá horn seinni, so var tað
sjálvandi uppá tuba, sum var líka prúð sum hann. Hana
spældi hann uppá til mong høvi.
Av tí, at pápi ikki hevði heilsu til at undirhalda familj-
una, lá tað fyrst og fremst á mær sum tann elsti at for-
syrgja familjuna, men táið eg fór upp á skúla, tók Jafet
yvir, og síðani batnaðu jú møguleikarnir fyri at forvinna
pening, so byrðan varð lættari. Jafet eigur tøkk fyri
hansara innsats.
Aftaná at hava siglt nøkur ár og arbeitt á Skála Skipa-
smiðju gjørdist hann rørleggjari, seinni á egnum virki.
Vit hava notið gott av hansara kunnleika til alt slíkt.
Hvussu gott var tað ikki at kunna heita á hann, táið
okkurt var í ólagi, serliga hjá mær, sum hvørki dugi at
halda á hamara ella tong.
Thurid og Jafet fingu reiðiliga 40 ár saman. Tey vóru
serliga nær knýtt at hvørt øðrum. Tey elskaðu síni børn
og barnabørn, ikki minst lítlu Turið, sum hevur so
avmarkaðar møguleikar at njóta lívið.
Jafet fekk sukursjúku fyri mongum árum síðani, men
livdi hampiliga væl við henni leingi, men so fóru æðr-
arnar til hjartað at bila, men hann fekk skurðviðgerð fyri
tað. Seinnu tíðina hevði hann nógva pínu í lendunum,
men fekk ikki rættiliga nakað svar uppá, hvat tað kom av.
Uppundir jól í 2001 varð tað so ringt, at hann fór á
sjúkrahúsið. Tollaksmessudag ætlaði hann sær heim í 40
ára føðingardag hjá Jákupi, elsta soninum, men mátti
sleppa tí. Hann segði, at hann vildi samla kreftir til at
koma heim jólaaftan. Men heldur ikki tað gekk. Annan
jóladag bóðu læknarnir Thurid koma suður at tosa við
seg. Kl. 11 fekk hon at vita, at Jafet helst ikki kom at liva
meira enn ein mánaða, og at hann hevði krabbamein.
Tveir tímar seinni var hann deyður. Eg var á veg suður at
vitja hann, men náddi tað ikki. Mín einasti beiggi var
ikki meira ímillum okkara. Orðatakið sigur: Bert er
bróðurleyst bak". Soleiðis kendist tað eisini.
Sofus M. Jacobsen
Deysboðini av Sofusi vóru tey, sum komu mest óvæntað.
Hann hevur altíð havt góða heilsu og verið raskur. Hann
hevði trupulleikar við fótinum eina tíð, men tað var ikki
lívshættisligt. Vit vóru javnaldrar, hann var 14 dagar
yngri enn eg, og 68 ára gamal, táið hann doyði.
Vit kendust nakað sum smádreingir, táið hann plægdi
at koma út úr Klaksvík at vitja abba sín, sum búði niðri
á Grønuskriðu, beint undir har, sum vit tá búði inni á
Fløtum. Men seinni komu vit at kennast betri, tí eisini
hann fekk sær eina dóttir Hans Sundstein til konu. Agnas
og hann gingu bæði í skúla í Keypmannahavn. Har settu
tey eisini búgv at byrja við, og har var eg mangan inni hjá
teimum í Ballerup, meðan eg sjálvur gekk í skúla niðri
og búði einsa-mallur, meðan Hanna og børnini vóru eftir
heima. Tað var ein frístaður hjá mær at koma til.
Tey sum so mong onnur fluttu eisini heimaftur, og
Sofus fekk egið ráðgevaravirki, sum hann hevði enn,
men var júst liðugur at umskipað, so hann kundi vera
leysur av tí, og yngru kreftirnar taka yvir, serliga synirnir
báðir Árni og Bjarni.
Umframt at kennast væl sum svágrar, so høvdu vit
eisini annað samband. Táið vit fóru undir at byggja
trolvirki í Fuglafirði, var tað fyritøkan hjá Sofusi, sum
stóð fyri prosjekteringini og eftirlitinum. Hetta var
vælaverk. Seinni, í 1999, tá ið nótavirki varð bygt aftrat
tí útbygda trolvirkinum, var tað aftur virkið hjá Sofusi,
sum prosjekteraði. Tá var tað mest elsti sonurin Árni,
sum stóð fyri tí. Hetta er framvegis eitt væl umtókt felag,
sum virðing er fyri.
Sofus var góður at tosa við um ymisk evni. Hann
gav tær ikki rætt, fyrrenn tú hevði grundgivið væl fyri
tí, sum tú segði. Tí var hann ein góður
»sparringspartnari«.
Sofus var álitismaður í so mongum, ikki minst í
samkomuni í Ebenezer, har hann var ein av ábyrgdar-
monnunum. Hann hevði hjarta fyri at kunngera Guds
Orð, og mangan var hann saman við øðrum úti á bygd
at kunngera evangeliið um Jesus.
Sofus doyði beint áðrenn jól í fjør. Hann var stadd-
ur niðri í býnum, táið hann knappliga gjørdist sjúkur,
og varð straks fluttur á sjúkrahúsið, men var deyður
innan tveir tímar. Ein skelkandi uppliving fyri
familjuna beint undan jólum, har Sofus sjálvur var í
ferð við at rigga til til jólar.
Piddi Juul
Piddi og eg vuksu upp sum smádreingir í Søldafirði,
hann eitt gott ár eldri enn eg. Í dag (7/8-04) fer hann
til gravar, og eg fái ikki fylgt honum. Hann bleiv 70
ár.
Smádreingir í so lítlari bygd og so javngamlir koma
at kennast væl í uppvøkstrinum, sjálvt um vit ikki
vóru grannar. Eg minnist til nógvar góðar løtur, hvar
vit dreingirnir spældu ymsastaðni í bygdini, men
serliga var tað í fjøruni og á sandinum. Vatnið hevur
nakað dragandi við sær, sum torført er at greina.
Annað var at ganga á fjall og vera í fjøllunum.
Millum bretsku soldátarnar - tá vórðu teir ikki
kallaðir hermenn - vóru vit ofta. Teir vóru góðir við
smádreingir, og vit fingu mangt plástrið uppá skursl-
aði knø og aðrastaðni frá Gamla Bert. Hann var vist
eitt slag av lækna. Man droymir seg aftur í barnaverð-
ina, táið man byrjar at skriva.
Vit fóru báðir til skips. Eg mest á dekkinum, men
hann skjótt í maskinrúmið sum tann hegnismaður,
hann var; hóast varandi brek av sjúku í barnaárunum
var hann sera góður til hendurnar.
Hann sigldi í mong ár, men seinni arbeiddi hann á
Vónini, og tað var mest við nótaarbeiði, sum hann jú
kendi væl frá tíðini, hann sigldi við kraftblokka-
bátum.
1972 giftist hann við Hansu, lítlu systir míni. Tey
bygdu sær hús í Søldafirði niðanfyri barndómsheim-
ið hjá Pidda, og har hava tey búð síðani. Tey fingu
tvær søtar gentur.
Eitt mugu vit systkinini takka Hansu og ikki minst
Pidda fyri. Táið mamma og pápi ikki kláraðu seg
einsamøll meir, tóku tey tey at búgva hjá sær, og har
vórðu tey, til tey doyðu. Ikki legði eg uppá nakran
máta merki til, at tað var ein belastningur fyri tey, og
eg haldi, at mamma og pápi vóru sera glað fyri at vera
har, og forholdið til Pidda var framúr gott. Tey fingu
nógva vitjan, og pápi ofta av fremmandafólki, men
bæði Piddi og Hansa tóku sera væl ímóti teimum.
Piddi var ein friðarligur og vinsælur maður.
Olaf Olsen
Í dag 26. august fer Jákup
Reinert Hansen, prestur í
Sandoyar sýslu, at verja
Ph.d. ritgerð sína »Mellem
Kor og Skib, Jakob Dahls
færøske
postiller«
á
Teologisk Fakultet í Århus.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum ið gleddu meg á
85 ára degnum 29. juni 2004.
Blíðar heilsanir
Thorbjørn Hermansen, Tvøroyri
Tíðindaskriv:
Fríggjadagin 27. august, kl.
16 til 18, letur Eyðun av
Reyni upp málningafram-
sýning í Galerie Focus í
Gríms Kambansgøtu 20 í
Havn.
Eyðun av Reyni er kolor-
istur og dramaið í náttúruni
hugtekur hann, dramaið er
t.d. stormur, brim, ljós og
myrkur. Málningarnir eru
abstraktar
temperament-
fullar kompositiónir.
Framsýningin
verður
opin til 10. september,
týsdag til fríggjadag kl. 14
til 18 og leygardag kl. 16 til
18.
Eyðun av Reyni í Galerie Focus
Fríggjadagin 27. august, kl. 16 til 18, letur Eyðun av Reyni upp málningaframsýning í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í
Havn
Jákup Reinert Hansen, prestur:
Verja Ph.d. ritgerð sína
í Århus
Minningarorð
C
M
Y
K
13
12