Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 Februar 2016 2 Eyðfinn Reyðberg Byggifyritøkan Kanjon í Klaksvík hevur seinastu árini staðið fyri byggingini av fleiri stórum verk­ ætlanum. Millum annað nýggja salin hjá Betesda í Klaksvík, og er í løtuni í gongd við bygging av íbúðum fyri Bústaðir við Sandin í Klaksvík. Kanjon varð stovnað sum byggi­ fyritøka av brøðrunum Kjartan og Johannes Hansen úr Garðinum í Klaksvík. Teir nýttu alla lívstíð sína við byggivirksemi, og løgdu frá sær stutt eftir ár 2000. Tá yvirtók sonur Kjartan fyri­tøk­ una og stovnaði nýtt felag Sp/f Kanjon. Síðan tá hevur hann einsa­ mall­ur myndað fyritøkuna, sum hev­ ur fingið alsamt meira at gera, og eis­ ini størri uppgávur at loysa. Trífaldað starvsfólkatalið Í 2011 hevði Kanjon ein samlaðan lønarkostnað uppá 5,1 milljón krónur og 25 fólk í arbeiði. Í 2014 var samlaði lønar­kostn­að­ urin næstan tað trífalda 14,7 milljónir krónur og starvsfólkatalið lá um 70. Í hesum tíðarskeiði hækkaði brutto­vinningur felagsins við meir enn 10 milljónum krónum, úr 6 milljón­um krónum í 2011 upp í knapp­ar 17 milljónir krónur í 2014. Góð avlop seinastu tvey árini Hesi bæði seinastu árini í 2013 og 2014 hevur avlopið hjá Kanjon verið nøktandi, har felagið hevur havt tilsamans 3 milljónir krónur í avlopi áðrenn skatt. Tá virksemið er økt munandi, so er javni felagsins eisini hækkaður, og var hann 16 milljónir krónur við árs­lok 2014. Hóast hetta hevur felagið bert 1,4 milljón krónur í rentuberandi skuld, og næstan 5 milljónir í tøkum gjald­ føri á bók, so fíggjarliga er Kanjon væl fyri. Soliditeturin er góður 34 prosent. Tað er Kjartan Hansen í Klaksvík sum er stjóri í Sp/f Kanjon. BYGGIFYRITØKAN KANJON Í KLAKSVÍK HEVUR ÚR AT GERA, OG HEVUR TRÍFALAÐ STARVSFÓLKATALIÐ EFTIR BERT FÝRA ÁRUM Sp/f Kanjon Trífaldað starvsfólkatalið Kanjon Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 16.738 10.503 59% Starvsfólkakostnaður 14.690 8.600 71% EBITDA 2.048 1.903 8% Avskrivingar 540 420 29% Fíggjarpostar netto -552 431 -228% Úrslit áðrenn skatt 956 1.914 -50% Skattur 172 248 -31% Ársúrslit 784 1.666 -53% Støðisogn 6.132 4.937 24% Ogn í umferð 9.680 4.765 103% Ogn tilsamans 15.812 9.702 63% Eginpeningur 3.519 2.735 29% Skuld 12.293 6.967 76% Skyldur tilsamans 15.812 9.702 63% Tøkur peningur 4.743 1.039 356% Rentuberandi skuld 1.423 1.576 -10% Starvsfólk - 25 - Eyðfinn Reyðberg Starvsfólkatalið hevur ligið støðugt um 25 tey seinastu árini, og at talan er um eina føroyska mynsturfyritøku, er sjón fyri søgn. Felagið Sp/f Húsa­ varðar­tænastan, sum Sámal Erik Hentze og Jens Kristian Hansen stovn­aðu í juni 2003, er eitt gott dømi um føroyskan íverksetarahug. Í byrjanini hevði Húsavarðar­tæn­ astan nýggju fólk í arbeiði í 2003 og 2004, síðan er starvs­fólka­talið støðugt vaksið við arbeiðs­upp­gáv­ unum, og í dag er starvs­fólka­talið tað hægsta felagið hevur havt, og starv­ ast tað nú 26 fólk hjá Húsa­varðar­ tænastuni. Úrslitini hesi 11 árini hava eisini verið góð hjá Húsavarðartænastuni. Tilsamans er tað vorðið til eitt av­ lop uppá 22,6 mió.kr. áðrenn skatt hjá felagnum hetta tíðarskeiðið, og hevur Sp/f Húsavarðartænastan havt avlop á hvørjum ári. Hesi 11 árini frá 2004 til 2014 hevur Sp/f Húsa­ varðar­tænastan goldið 4,3 mió. kr. í partafelagsskatti, so endaliga av­lopið eftir skatt í tíðarskeiðinum hevur verið 18,3 mió.kr., sum svarar til eitt meðal árligt avlop eftir skatt uppá 1,7 mió.kr. Støðufesti og góður rakstur Tað er serstakliga hesi seinastu fimm árini, at tað veruliga sæst, at talan er um støðufesti og góðan rakstur. Árið 2014 var, eins og undan­farnu fýra árini, sera gott, og vaks brutto­vinningurin við 2 mió.kr. úr 10,7 mió.kr. í 2013 upp í 12,6 mió. kr. í 2014. Sjálvur grundraksturin hjá Sp/f Húsavarðartænastuni øktist sostatt við 2,5 mió.kr. í 2014, tá samanborið verður við 2013. Endaliga ársúrslitið gjørdist eitt avlop uppá 5,1 mió.kr. í 2014, sum er 2,3 mió.kr. betri enn úrslitið var í 2013. Hesi seinastu fimm árini hevur Sp/f Húsavarðartænastan havt eitt avlop uppá í meðal 3,2 mió.kr. um árið, so tað kann ikki sigast ann­að enn, at talan er um gott fyri­dømi uppá sunnan føroyskan íverk­setara­ hug. Sámal Erik Hentze eigur allan partapeningin í Sp/f Húsavarðar­ tæn­astuni, umvegis smápartafelagið Sp/f S.E.H. Sámal Erik Hentze hevur verið stjóri í felagnum øll árini síðan stovnan, og stendur hann á odda fyri ein­ari sunnari og góðari fyritøku. Húsavarðartænastan besta avlopið í mun til virksemið TÁ HUGT VERÐUR EFTIR SAMANHANGINUM MILLUM STØDD Á VIRKSEMI OG AVLOP AV RAKSTRI, ER HÚSAVARÐARTÆNASTAN Í TÓRSHAVN TANN FØROYSKA BYGGIFYRITØKAN, IÐ KLÁRAR SEG ALLARBEST Kjartan Hansen, eigari og stjóri í Sp/f Kanjon her avmyndaður saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík í samband við at partarnir undirskrivaðu sáttmála um at Kanjon longdi bryggjukantin við Klaksvíkar Sleipistøð á Kósini. Sp/f Húsavarðartænastan hevur í 2015 dagført fasaduna hjá Posta í Tórshavn. Her teir báðir Sámal Erik Hentze, stjóri og eigari í Húsa­varðar­tænastuni og Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, taka í hondina hjá hvør øðrum í sam­ band við at sáttmáli var undir­ skrivaður í mai 2015. Húsavarðartænastan Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 12.570 10.691 18% Starvsfólkakostnaður 6.930 7.541 -8% EBITDA 5.640 3.150 79% Avskrivingar 366 143 156% Fíggjarpostar netto -146 -166 -12% Úrslit áðrenn skatt 5.128 2.841 80% Skattur 930 511 82% Ársúrslit 4.198 2.330 80% Støðisogn 1.102 472 133% Ogn í umferð 11.756 9.140 29% Ogn tilsamans 12.858 9.612 34% Eginpeningur 4.978 781 537% Skuld 7.880 8.831 -11% Skyldur tilsamans 12.858 9.612 34% Tøkur peningur 4.434 1.964 126% Rentuberandi skuld 616 0 - Starvsfólk 26 26 -