Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 Februar 2016 2 Eyðfinn Reyðberg Tað vóru faðir og synir, sum stovn­ aðu Byggivirkið KBH Sp/f í 1999 við heimstaði á Toftum. Faðirin Karl byrjaði egið virki longu í seksti­ árunum, og allir eru framvegis aktivir í felag­num, sum synirnir báðir Benn og Helgi nú eiga. Fyrstu árini lá talið av starvsfólki um 8-12, men virksemið er støð­ugt víðkað, og í dag liggur starvs­fólka­ talið um 20. Lønarkostnaðurin var 6,7 milljónir krónur í 2014 og er hetta 50 prosent meira enn tvey ár frammanundan í 2012, tá lønarkostnaðurin var 4,4 milljónir krónur. Avlop á hvørjum ári Tað hevur vignast væl hjá Byggi­virk­ inum KBH hesi stívliga 15 árini síðan byrjað varð. Felagið hevur havt avlop á hvørj­ um ári, og samlaða avlopið hesi sein­astu 10 árini frá 2005 til 2014 hevur verið 6,5 milljónir krónur áðrenn skatt. Av hesum hevur felagið goldið 1,3 milljón krónur í skatti, so samlaða avlopið eftir at skattur er goldin hevur verið 5,2 milljónir krónur. Hetta svarar til eitt árligt avlop uppá í meðal hálva milljón krónur eftir skatt sein­ astu 10 árini. Byggivirkið KBH hevði eitt avlop uppá 410.000 krónur í 2014 og 2,1 milljón krónur í 2013, sum eisini var besta ár felagsins nakrantíð. 41 milljónir í lønum KBH hevur hevur hesi seinastu 10 árini goldið út tilsamans 41 milljónir krónur í lønum til starvsfólkið, og starvs­fólkið kann fegnast um at ar­ beiða hjá einum fíggjarliga sterk­um felagi. Eginognin hjá Byggivirkinum KBH er við árslok 2014 3,9 milljónir krón­ur, og soliditetur felagsins er góð­ur 54 prosent. Felagið hevur onga rentuberandi skuld. BYGGIVIRKI KBH Á TOFTUM VARÐ STOVNAÐ Í 2009. TAÐ VÓRU TEIR TRÍGGIR BENN, KARL OG HELGI JOHANNESEN, SUM STOVNAÐU FELAGIÐ, HAR HELGI HEVUR VERIÐ STJÓRI ØLL ÁRINI Byggivirkið KBH Avlop á hvørjum ári Byggivirkið KBH Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 7.569 8.683 -13% Starvsfólkakostnaður 6.666 5.936 12% EBITDA 903 2.747 -67% Avskrivingar 402 334 20% Fíggjarpostar netto -91 -303 -70% Úrslit áðrenn skatt 410 2.110 -81% Skattur 84 380 -78% Ársúrslit 326 1.730 -81% Støðisogn 4.267 4.510 -5% Ogn í umferð 2.799 4.283 -35% Ogn tilsamans 7.066 8.793 -20% Eginpeningur 3.849 3.523 9% Skuld 3.217 5.270 -39% Skyldur tilsamans 7.066 8.793 -20% Rentuberandi skuld - 2.751 -100% Tøkur peningur 249 3.492 -93% Starvsfólk - - - Jóan Petur Vang Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 4.568 3.517 30% Starvsfólkakostnaður 3.629 2.904 25% EBITDA 939 613 53% Avskrivingar 173 132 31% Fíggjarpostar netto -111 -65 71% Úrslit áðrenn skatt 655 416 57% Skattur 116 35 231% Ársúrslit 539 381 41% Støðisogn 1.186 554 114% Ogn í umferð 6.040 5.198 16% Ogn tilsamans 7.226 5.752 26% Eginpeningur 4.018 3.479 15% Skuld 3.208 2.273 41% Skyldur tilsamans 7.226 5.752 26% Tøkur peningur 3.584 2.752 30% Rentuberandi skuld 0 0 - Starvsfólk - - - Eyðfinn Reyðberg Tað var í 2001, at Jóan Petur Vang stovnaði sítt egna felag til byggi­virk­ semi, og hevur hann hesi seinastu 15 árini bygt upp eina sterka byggi­ fyritøku í sundalagnum. Úrslitini hjá Sp/f Jóan Petur Vang hava verið góð hesi árini, og hevur felagið havt eitt samlað avlop uppá meir enn 4 milljónir krónur seinastu 10 árini frá 2005 til 2014. Goldið meir 22 milljónir í lønum Hesi 10 árini hevur byggifyritøkan útgoldið meir enn 22 milljónir krónur í lønum til starvsfólk síni, har felagið í 2014 hevði ein lønarkostnað uppá 3,6 milljónir krónur. Fyrstu árini lá starvsfólkatalið hjá felagnum um fimm, men seinastu árini er starvsfólkatalið komið uppá 10-12 starvsfólk. Góð úrslit Tað hevur eisini gingið væl við rakstri felagsins. Sp/f Jóan Petur Vang hevði eitt avlop uppá 655.000 krón­ur áðrenn skatt í 2014, sum var væl betri enn í 2013 tá avlopið var 416.000 krónur. Eginogn felagsins er í dag góðar 4 milljónir krónur, og tá felagið ongan­tíð hevur útgoldið vinnings­ býti, er alt avlopið lagt afturat egin­ ognini. Hetta ger eisini at felagið er fíggjarliga væl fyri við einum solidi­ teti uppá 56 prosent og ongari rentu­berandi skuld. Samstundis hevur byggivirkið hjá Jóan Petur Vang 3,6 milljónir krón­ ur í tøkum gjaldføri, sum tryggjar felag­num góðar møguleikar at møta fram­tíðar avbjóðingum. Jóan Petur Vang á Oyrabakka er stjóri og eigari felagsins. Jóan Petur Vang ein sterk byggifyritøka í sundalagnum BYGGIFELAGIÐ HJÁ JÓAN PETUR VANG ER SERLIGA KENT FYRI AT STANDA FYRI ØLLUM Í SAMBAND VIÐ BYGGING AV HÚSUM OG ÍBÚÐUM UNDIR BJØRGUM Á OYRABAKKA Barnagarðurin í Miðvági, sum Byggivirkið KBH hevur gjørt. Íbúðir Undir Bjørgum á Oyrabakka, sum Sp/f Jóan Petur Vang hevur bygt fyri Bústaðir í 2014.