Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 22 Februar 2016 2 Eyðfinn Reyðberg Tað er íslendingurin Torvaldur Gissurar­son í Reykjavík sum eigur byggi­fyri­tøkuna TG Verk. Hann byrj­ aði sítt virksemi í Føroyum í 2006, tá hann keypti P/f Løvubetong á Norð­skála, og í 2009 víðkaði hann um virk­semið við at stovna byggifyri­ tøk­una TG Verk við heimstaði í Tórshavn. Tað hevur gingið væl hjá Torvaldi Gissurarson við føroyska virksemi sínum. P/f Løvubetong hevur havt eitt samlað avlop av rakstri sínum, síðan hann keypti í 2006, uppá góðar 18 milljónir krónur áðrenn skatt. Hesi seinastu tvey árini hevur Løvubetong havt góðan rakstur, og felagið hevði sítt besta úrslit nakran­ tíð í 2014, tá avlopið var 4,3 milljónir krónur áðrenn skatt. Felagið hevur heldur ikki áður havt so nógv fólk í arbeiði sum nú, har tað starvast meir enn 20 fólk. TG Verk góð íløga At tað hiðartil hevur verið góð íløga at stovna Sp/f TG Verk er sjón fyri søgn. Partapeningurin var við stovnan 16 mars 2009 125.000 krónur. Við árslok 2014 var eginognin komin uppá knappar 21 milljónir krónur. Felagið hevur hesi árini havt eitt avlop áðrenn skatt uppá til­sam­ ans 21 milljónir krónur, og tá skattur er trektur frá, er nettoavlopið 17,2 milljónir krónur. Í 2014 var skotið meira inn í parta­ peningi íalt 3,5 milljón krónur. Sigast kann tí, at ein vøkstur í eginogn við 17,2 milljónir krónur eftir seks árum er sera gott. Tó tað kann henda at rokn­skap­ urin fyri 2015 ikki verður eins góður. Felagið hevur havt trupul­leikar við ar­beiði við nýggja Marknagils­depl­ inum, og um felagið tapir málið móti Landsverk, sum er endað í gerða­ rætt­inum, kann tað kosta felagnum upp til 15 milljónir krónur. SP/F TG VERK ER EIN AV NÝGGJU BYGGIFYRITØKUNUM, SUM VAR STOVNAÐ Í 2009. FELAGIÐ HEVUR HAVT 21 MILLJÓNIR KRÓNUR Í AVLOPI SÍÐAN TÁ Sp/f TG Verk Ein av størru byggifyritøkunum seinastu árini TG Verk Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 25.106 16.881 49% Starvsfólkakostnaður 16.264 8.308 96% EBITDA 8.842 8.573 3% Avskrivingar 636 177 259% Fíggjarpostar netto -566 -7.608 -93% Úrslit áðrenn skatt 7.640 788 870% Skattur 1.375 142 868% Ársúrslit 6.265 646 870% Støðisogn 4.867 2.540 92% Ogn í umferð 43.525 25.630 70% Ogn tilsamans 48.392 28.170 72% Eginpeningur 20.834 11.068 88% Skuld 27.558 17.102 61% Skyldur tilsamans 48.392 28.170 72% Rentuberandi skuld 46 28 64% Tøkur peningur 13.380 8.046 66% Starvsfólk - - - Arbeiðið vil Marknagilsdeplinum, sum er nakað seinkað, og har TG Verk er partur av einum gerðarættarmáli við Landsverk.