mánadagur 29. februar 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
23
Februar 2016
2
Eyðfinn Reyðberg
Føroyingar hava tikið væl undir við
føroysku sniðhúsunum frá Norð
setur, sum verða smíðað og sett
upp við atliti til harðrenda og váta
føroyska veðurlagið.
Harumframt
hevur
Norðsetur
eisini bygt størri virkisbygningar so
sum hallir og skrivstovubygningar.
Gjøgnum árini hevur Norðsetur
ment nógv ymisk húsasnið, sum
grundleggjandi liggja innanfyri fimm
ymisk høvuðssnið av sniðhúsum.
Øll árini við avlopi
Eitt sum sermerkir P/f Norðsetur er,
at stórur dentur verður lagdur á ein
hóskandi rakstur av felagnum, sum
er tillagaður gongdini í eftirspurning
inum.
Hetta hevur gjørt, at felagið
støðugt hevur havt millum 15 og 20
fólk í starvi seinastu mongu árini.
Góða gongdin í samfelagnum, har
gongd aftur er komin á byggingina,
sæst eisini aftur í roknskapinum hjá
Norðsetur fyri 2013 og 2014, har
bruttovinningurin er hækkaður við
2 milljónum krónum bæði í 2013
og 2014. Tá starvsfólkakostnaðurin
hevur ligið á jøvnum støði hesi sein
astu trý árini, er úrslitið betrað mun
andi seinastu tvey árini.
Í 2012 var avlopið 664.000
krónur, í 2013 hækkaði avlopið til
2,2 milljónir krónur, og í 2014 hevði
Norðsetur sí besta ár nakrantíð við
einum ársúrsliti uppá 4 milljónir
krónur áðrenn skatt.
Einki vinningsbýti
Hjá Norðsetur verður alt gjørt fyri at
konsolidera fyritøkuna best møgu
ligt, millum annað við at fyritøkan
ongantíð hevur útgoldið vinnings
býti.
Hetta ger, at eginognin í dag er
komin uppá 20 milljónir krónur, og
at felagið onga rentuberandi skuld
hevur.
Harumframt
hevur
Norðsetur
meir enn 12 milljónir krónur tøkar í
gjaldføri á bók, so felagið er ógvuliga
væl fyri fíggjarliga. Soliditeturin er
eisini sera góður, heili 83 prosent.
P/f Norðsetur hevur seinastu 10
árini havt eitt avlop uppá tilsamans
16 milljónir krónur áðrenn skatt.
Hetta svarar til í meðal 1,6 milljón
krónur í avlopi um árið.
Tað er Helgi Olsen í Hvalvík sum
er stjóri í P/f Norðsetur.
SÍÐAN FYRSTA NORÐSETUR SETHÚSIÐ VARÐ SETT UPP FYRI 35 ÁRUM SÍÐANI, HEVUR FYRITØKAN
SMÍÐAÐ OG SETT UPP EITT NÝTT SETHÚS Í MEÐAL TRIÐJU HVØRJA VIKU ØLL HESI SEINASTU 35 ÁRINI
P/f Norðsetur
600 føroysk sniðhús
Norðhús Sp/f
2014
2013
Broyting
Bruttovinningur
12.776
9.216
39%
Starvsfólkakostnaður
9.518
6.657
43%
EBITDA
3.258
2.559
27%
Avskrivingar
685
387
77%
Fíggjarpostar netto
-278
-133
109%
Úrslit áðrenn skatt
2.295
2.039
13%
Skattur
432
370
17%
Ársúrslit
1.863
1.669
12%
Støðisogn
1.992
880
126%
Ogn í umferð
5.636
4.272
32%
Ogn tilsamans
7.628
5.152
48%
Eginpeningur
2.902
1.420
104%
Skuld
4.726
3.732
27%
Skyldur tilsamans
7.628
5.152
48%
Tøkur peningur
2.152
950
127%
Rentuberandi skuld
149
275
-46%
Starvsfólk
-
-
-
Eyðfinn Reyðberg
Um farið verður aftur í tíðina, so vóru
tað stóru donsku byggifyritøkurnar,
sum fingu arbeiðið, tá stór byggi
arbeiði vóru bjóðað út alment í
Føroyum.
Soleiðis hevur tað ikki verið
seinastu árini, har føroyskar byggi
fyritøkur hava ment seg nógv, og í
veruleikanum hava útkonkurrerað
donsku feløgini, sum eisini eru givin
við virksemi í Føroyum.
E. Pihl & Søn fór av knóranum
Danska felagið E. Pihl & Søn fór av
knóranum í Danmark fyri nøkrum
árum síðani. Heiðurskrýnda felagið
megnaði ikki at fóta sær eftir krepp
una, og mátti at enda fara í gjald
steðg og seinni konkurs.
Føroyska partafelagið og dóttir
felagið hjá E. Pihl & Søn gavst fyri
virksemi sínum longu fyri meir enn
10 árum síðani, og hóast felagið ikki
var strikað fyrr enn í 2013, so hevði
føroyska dóttirfelagið einki serligt
virksemi seinastu 10 árini.
Felagið hevði eitt hall uppá til
samans 4 milljónir krónur tíðar
skeiðið frá 2004 til 2012, og betalti
ongar lønir út í hesum tíðarskeiði.
Við árslok 2012 hevði felagið
upparbeitt eitt hall uppá tilsamans 15
milljónir krónur, og fór á húsagang.
MT Højgaard stórar
trupulleikar í Føroyum
Danska byggifyritøkan MT Højgaard
hevur eisini havt stórar trupulleikar
við føroyska virksemi sínum.
Hetta hevur kostað MT Højgaard
meir enn 40 milljónir krónur í halli
seinastu seks árini frá 2009 til 2014.
Ringast var í 2009, tá føroyska
deildin hjá MT Højgaard hevði eitt
ovurstórt hall uppá meir enn 22
milljónir krónur.
Í dag er einki virksemi í føroyska
felagnum, sum bert hevði 715.000
krónur í umsetningi í 2014, og eitt
hall uppá 2,6 milljónir krónur.
Felagið hevur seinastu árini
drigist við trupulleikar við ov illa
gjørdum arbeiði, sum MT Højgaard
tí mátti gera umaftur.
MT Højgaard Føroyar P/f hevði
við árslok 2014 eina negativa egin
ogn uppá meir enn tvær milljónir
krónur.
Donsku fyritøkurnar kláraðu ikki føroysku kappingina
DONSKU BYGGIFYRITØKURNAR E. PIHL & SØN P/F OG MT HØJGAARD FØROYAR P/F KLÁRAÐU IKKI KAPPINGINA
VIÐ FØROYSKU BYGGIFYRITØKURNAR, OG MÁTTU GEVAST VIÐ FØROYSKA VIRKSEMI SÍNUM
Soleiðis kenna vit føroysku sniðhúsini frá Norðsetur í Hvalvík. Ein
lastbilur kemur fermdur við elementum, og stutta stund seinni standa
húsini uppsett og innilokað.