mánadagur 29. februar 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Útjaðarin í Tórshavn
Helt 81 ára
føðingardag
undir sólini
í Spania
– Eg fór í skúla sum sjey ára gamal í 1942, og tá vóru vit eini 25 skúlabørn í Hesti.
Minkingin í fólkatalinum var byrjað, áðrenn skúlin læt aftur, men eg haldi, at tað
fór at ganga skjótari niður á bakka við fólkatalinum, tá hvørki skúli ella handil
vóru eftir í bygdini, sigur Ansgar Lenvig, sum Vikublaðið hevur skift orð við
Vilmund Jacobsen
A
nsgar Lenvig, sum hin 13.
februar í ár fylti 81 ár, er
føddur og uppvaksin í Hesti, og
her hevur hann altíð búð, tó at hann í
sínum arbeiðslívi hevur fingist við nógv
ymiskt – alt frá útróðri í Grønlandi,
báta-og húsasmíði, ymiskari fiskiveiði
umborð á føroyskum og útlendskum
skipum til alivirksemi fyri Fiskaaling í
fleiri ár.
Mamma Ansgar kallaðist Súsanna
og var úr Nólsoy og pápin, Hans
Frederik, var úr Hesti.
Í Hesti eigur Ansgar Lenvig eina
mørk í jørð, sum gevur eini 20 lomb,
og haraftrat hevur hann nakrar
veðrar á einari trøð. Hann hevur
fingist við jørð alt sítt lív, tá høvi
hevur verið til tess.
– Nú eg eri komin væl inn í
pensjónsaldurin, havi eg nóg mikið
at takast við. Eg havi seyðin, og mær
dámar framvegis væl at vera á floti,
tá teir góðu summardagarnir eru. Eg
havi ein Starlet glastrevjabát, sum
er 27 føtur, og mær dámar væl at
seta onkra kalvalínu. Tveir av synum
okkara dáma eisini væl at vera á floti,
tá teir vitja í Hesti, og líkindi eru at
loysa bátin, sigur hann.
Nógv tóm hús
Sambært Landsfólkayvirlitinum búðu
17 fólk í Hesti við árslok 2015, og tað
er eitt fólk minni enn við árslok árið
fyri.
Fólkatalið í Hesti er nógv minkað,
síðan Ansgar var barn og vaks til
mans. Hóast 17 fólk eru skrásett at
búgva í Hesti, eru neyvan øll hesi í
bygdini eitt vanligt gerandiskvøld.
Talið av fastbúgvandi liggur heldur
um eini 12 og kanska í mesta lagi
eini 15 fólk.
– Her standa nógv tóm hús, men
hiti er í flestu – fyri ikki at siga í øllum
– húsum í bygdini. Okkurt vikuskifti
leitar onkur, sum hevur ættarbond
her, út aftur í oynna, men sum heild
er meira fólk í bygdini í summartíðini,
um høgtíðirnar, og tá fjøllini verða
gingin, serliga um heystarnar.
Ansgar Lenvig sigur, at gjøgnum
mong
ár
hevur
verið
skipað
fyri nýggjársveitslu, og tað er
bygdafelagið – Randarsól – ið
stendur aftan fyri tiltakið, sum altíð
savnar nógv fólk í bygdini.
–
Her
vitja
fleiri
fólk
til
nýggjársveitsluna enn um jólini, og á
seinastu veitslu vóru aftur eini 60-
70 fólk á veitsluni.
Hann vísir á, at í sínari tíð hevði
Hestur eitt virkið bygdarfelag, men
so hvørt, sum fólk fluttu úr bygdini,
skúlin læt aftur, og fólkatalið
minkaði, hevur felagið serliga hildið
fast um nýggjársveitsluna.
– Líkt er til, at fólk í Hesti og
fólk við tilknýti til bygdina vilja
varðveita nýggjársveitsluna, og í
dag er eisini so lætt við mati, sum
saktans kann pakkast og flytast úr
høvuðsstaðnum og út í oynna til eina
slíka veitslu.
Ansgar Lenvig og konan, sum var
ættað úr Gøtu og doyði fyri hálvum
øðrum ári síðan, eiga fimm børn, og
tá hesi vuksu upp í sjeytiárunum,
vóru eini 16-17 børn í teirra aldri í
Hesti.
– Eg fór í skúla sum sjey ára
gamal í 1942, og tá vóru vit eini
25 skúlabørn í Hesti. Taki eg ikki
feil, búðu út við 70 fólk í bygdini so
seint sum í áttatiárunum. Minkingin
í fólkatalinum var byrjað, áðrenn
skúlin læt aftur, og hann hevði
sjálvsagt framvegis verið opin,
um
næmingagrundarlag
hevði
verið. Men, eg haldi, at tað fór at
ganga skjótari niður á bakka við
fólkatalinum, tá hvørki skúli ella
handil vóru eftir í bygdini.
Handil og fiskakjallari
Ansgar Lenvig sigur, at í hansara
uppvøkstri og nógv ár eftir, at
hann var komin til mans, var bæði
fiskakjallari og handil í Hesti.
–
Menn
róðu
út,
og
í
fiskakjallaranum skóru tey flak
og flaktu fisk til saltingar. Tað var
Jóhannes Juul Niclasen, sáli, sum í
sínari tíð tók yvir efti pápa sín, Hans
Jacob, sála, ið rak hetta virksemi í
Hesti.
Hann vísir á, at fiskaarbeiði í Hesti
hevur sína søgu.
– Hans Jacob, sum eg haldi hevði
ættarbond Úti á Bø í Kirkjubø, var
fyrst húskallur í Kirkjubø og seinni
í Hesti. Minnist eg rætt, var kona
hansara ættað úr Sumba. Hann fekk
eitt grundstykki at byggja sær hús
á í Hesti, og hann var ein rættiliga
arbeiðssamur maður. Hans Jacob
arbeiddi seg upp í Hesti, her hann
bæði hevði fiskakjallara og handil,
sum saman við tí útróðri, ið var, gav
arbeiði til nógvar hendur. Í sínari
tíð keypti Hans Jacob eisini fisk frá
sluppunum, ið varð turkaður sum
klippfiskur. Tað var hetta virksemi,
sum sonur hansara, Jóhannes Juul
Niclasen, tók yvir og førdi víðari.
Ansgar
Lenvig
vísir
á,
at
fiskakjallarar vóru í fleiri bygdum
kring landið, eisini í teimum smærru
bygdunum, og hetta gjørdi tað
møguligt hjá monnum at rógva út
og sleppa av við fiskin, eins og fólk
í bygdunum høvdu væl at gera, tá
útróður var.
– Í dag er lítil útróður úr Hesti. Ein
maður rør tó út, tá líkindi eru, og tað
er Súni Lyngvej. Hann hevur í fleiri ár
livað av útróðri burturav.
Tá Ansgar Lenvig fylti 81 ár 13. februar í ár helt hann
føðingardagin saman við nøkrum vinmonnum í Spania