mánadagur 29. februar 2016síða 63
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016
15
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Útjaðarin í Tórshavn
Hestur hevur góð havnaviðurskifti, og bátar liggja á sjónum alt árið
Fólkatalið í Hesti er nógv minkað, sum árini eru liðin, og í dag eru 17 fólk skrásett at búgva í bygdini
Eitt virkið lív
Ansgar Lenvig hevur havt eitt virkið
lív.
Sum 15 ára gamal fiskaði hann
við føroyskum snurriváðbáti í ís
lendskum sjógvi og seldi veiðina í
Onglandi.
Men, hann hevur verið víða um
sum fiskimaður og hevur eisini
siglt við norskum og týskum trol
arum, eins og hann hevur róð út í
Ravnoynni í Grønlandi og saman við
manni í Hesti.
Í sínari tíð – og fyrstu ferð í
1952 – var Ansgar Lenvig í Nólsoy
og lærdi bátasmíð hjá Hanusi bónda,
sum hin gamli varð róptur. Hann var
í Nólsoy nakrar vetrar og smíðaði
saman við bóndanum.
– Hanus bóndi dugdi væl til
hendurnar og var dugnaligur. Eg
var einar fýra vetrar í Nólsoy, og eg
vitjaði altíð av og á útaftur. Nólsoy
var mín næsta heimbygd, um eg so
kann siga.
Ansgar Lenvig smíðaði sjálvur
seinni fleiri bátar, og so mikið
nógv lærdi hann í Nólsoy, at hann
eisini var við til at smíða fleiri hús í
Havn, tó at hann ongantíð gjørdist
útbúgvin timburmaður.
– Í góð 20 ár fram til ár 2006
arbeitti eg fyri Fiskaaling, har eg
hevði aling við lívfiski í Hesti. Her
høvdu vit fýra – eftir tátíðar máti
stokki – stórar aliringar liggjandi
norðan fyri grótkastið, umframt
at vit høvdu tríggjar ringar inni í
hylinum. Vit høvdu eisini búr til
smolt.
Hann vísir á, at tá smoltini komu
frá Fiskaaling, lógu tey um 80 gram.,
og eftir umleið hálvum øðrum ári
vigaði laksurin eini fimm kilo. Tað,
sum tá ikki varð strokið, varð tikið úr
ringunum við brunnbáti og slaktað.
– Hin størsti lívfiskurin, sum
vit høvdu her í Hesti, kundi eftir
tveimum ella trimum árum viga upp
í 16 kilo, sigur Ansgar Lenvig, sum
leggur aftrat, at sum árini gingu,
komu krøv um, at lívfiskur skuldi
alast á landi – og ikki á sjónum.
Alivirksemi í Hesti helt tó fram
í fleiri ár eftir, at Lívfiskastøðin í
Skopun varð bygd.
– Eg hevði ein mann at hjálpa
mær, og tá fiskur skuldi takast,
komu eisini fólk úr Skopun og tóku
hond í við okkum. Havnalagið í Hesti
roynist ógvuliga væl, og her høvdu
vit eina tvíkilju liggjandi alt árið,
meðan alingin fór fram, sigur hann.
Ansgar Lenvig er væl fyri, tó at
hann er farin um tey 81. Saman við
nøkrum vinmonnum, sum allir eru
pensjónistar, helt hann sín føðingar
dag, 13. februar í ár, í Spania, har
veður var at ganga við berum
yvirbelti tað mesta av tíðini. Teir
vóru í summarhúsi í Spania, nærindis
Barcelona, og nú Vikublaðið hitti
hann á máli, er hann nýliga komin
heimaftur.
– Í dag smíði eg ymiskt fyri
fallandi fyri dóttrina, sum hevur eini
summarhús her í Hesti, sigur frynt
ligi og virkni hestmaðurin, sum Viku
blaðið hevur skift orð við.