Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 64

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Axel Mc Intosh STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Eri næstan altíð í góðum lag. Royni at hugsa jaligt um alt tað dagliga í lívinum. Fyrikomandi. HVAT MERKI ER BILUR TÍN?: Nissan Qashqai HVAT MERKI ER TELEFON TÍN: Ein Samsung S5 HVØR ER TÍN BESTA SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING? Har eru rættiliga nógvar. Tá ið eg sum barn var og vitjaði í summarferiu hjá ommu og abba mínum suðri í Vági, tað var fantastiskt og eydnuríkar løtur. HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? »Kom nú, ikki tvætla« »Tú mást hava ein góðan dag« »Super.« HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Eftir skónum, so eygu, kropsfigurinum o.s.fr. Tað besta er, um hon eisini hevur eitt sjarmerandi smíl. HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Alt sum er positivt/ jaligt. Tá alt gongur væl. HVAT STRESSAR TEG? Tá ið ting ikki ganga, sum eg vil hava tey at ganga. Eisini at síggja onnur stressa, tað kann vera strævið. Annars skal tað eitt sindur til fyri at stressa meg sum heild. Kann tó ikki siga, sum ein suðringur segði við meg á sinni »stress!, hvat er tað!???« HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Eg elski mat!. So tað ger tað eitt sindur verri at velja ein favoritt. Ein medium stoktan búff við onkrari góðari sóvs og tilhoyri og einum góðum glasi av víni, tað er deiligt. Mann skuldi annars trúð, at tað var pizza, sum var mín yndis matur, eti alt ov nógv av tí. HVAT GLEÐIR TEG? Tá ið øll fótbóltslið spæla javnt, tí so er eingin nøgdur, nei tvætla :) Tað gleðir meg, tá ið tað gongur væl hjá folki, líkamikið hvørjum talan er um. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? At eg byrjaði at spæla guitar aftur. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Eg arbeiði í Skóhorninum HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Havi altíð droymt um at vera sjálvstøðugur vinnurekandi. Skógvar hava altíð havt mín áhuga, og eg føldi, at tað var mangul uppá okkurt nýtt innan skógva verðina í Føroyum. Her vóru bara gamlir skógvahandlar á markanaðinum við lítlari og ongari innovatión. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Maðurin sum hevði skundað sær so nógv av bygd, at hann hevði ein skógv av hvørjum slag á fótinum, og teir líktist ikki eingang. Hann skuldi leggja okkurt fram á einum fundi, har nógv fólk skuldu vera til staðar. Av tilvild var eg í handlinum kl 7:30 á morgni, so vit fingu bjargað støðuni við einum góðum pari av skóm. So tað gekk vónandi væl hjá honum. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Elski tónleik og har eru eingi mørk, tá ið tað kemur til sjangru ella árstal. Lurti nokk mest eftir rock tónleiki. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Tað eru rættiliga nógvar, men eg haldi at WC kumman og WC pappíri má vera eitt av teimum bestu uppfinningunum. HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Haldi at tað eru húsini hjá okkum. Eri sera væl nøgdur við tey. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? »Næring efter tæring.« HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Nei, havi einki húsdjór. Fær mann sær húsdjór, so skula tey passast. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Uha, fari í feriu við familjuni, foreldurum og verforeldrum. Onkustaðni suður eftir. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Tað sama sum, um eg hevði vunnið eina millión og hevði eisini tikið tað eitt sindur meira avslappa í tí dagliga. Hevði givið Fountain House í Havn eina gávu. Haldi at alt ov lítið verður gjørt fyri tey sálarsjúku í hesum landi, tíverri. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tað besta við Føroyum er veðrið  Nei, tað besta er, at her er friðaligt. Lítil og eingin kriminalitetur. Eitt gott samfelag at uppala síni børn. HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Eg má siga tað, sum tað er, so hugsi eg ikki so nógv um framtíðina longur, tað er nokk frá degi til dags. Vóni bara at mann er til um tíggju ár, og alt er gott, so eri eg nøgdur. So eg rokni við, at eg eri í Føroyum. Havi altíð droymt um at vera sjálvstøðugur Royni at hugsa jaligt um alt tað dagliga í lívinum