mánadagur 29. februar 2016síða 76
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Ferming
* Hesin bíleggingarseðil skal útfyllast greitt og latast inn í tí Á ella Samkeypshandli, har
vøran ynskist heintað. Bíleggingin er galdandi, tá ið bíleggingarseðilin er útfyltur greitt
og til fulnar og síðani latin handlinum. Handilin avgreiðir bíleggingina. Goldið verður
sum vanligt við kassan, tá vøran verður heintað.
Nær ynskir tú at heinta vøruna?
Navn/undirskrift
• Bíleggingarfreistin er 4 yrkadagar áðrenn vøran ynskist avheintað í handlinum.
• Minsta nøgdin á einari bílegging er á 5 kg.
Malið oksakjøt
kg
Gullasj
kg
Stroganoff
kg
Oksagyros
kg
Útbeinað tjógv
kg
Skinkuterningar
kg
Skinkustrimlar
kg
Angus steak
kg
Høsnarungabitar
kg
Høsnarungastrimlar
kg
Høsnarungagyros
kg
Heil oksafilet
kg
Oksakulotta
kg
Dagfesting
Klokkutíð
BÍLEGGINGARSEÐIL
Navn og eftirnavn
Handil
Telefonnr.
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
==
=
=
Vanligt er, at børnini eru um 13-14 ára aldur, tá tey verða konfirmerað, men einki
er til hindurs fyri, at eisini eldri børn ella vaksin kunnu konfirmerast
Konfirmatión
er eitt tilboð
Vilmund Jacobsen
Væl áðrenn konfirmatiónina verða
tey, ið skulu konfirmerast, innskrivað.
Tey, sum ikki eru doypt ella skrásett í
tí prestagjaldi, har konfirmatiónin fer
fram, skulu lata prestinum dópsbræv.
– Tað liggur í sjálvum innihaldinum
í konfirmatiónini, at ikki ber til at
verða konfirmeraður - uttan fyrst at
verða doyptur. Tí mugu tey, sum vilja
konfirmerast, men sum ikki eru doypt,
fyrst lata seg doypa.
Tað veit Fólkakirkjan at siga.
Lisið verður í eitt ávíst tíðarskeið eftir
tí skipan og innihaldi, sum hildið verður
hóskandi. Tó skal lestrartíðin eftir
galdandi skipan vera minst áljóðandi
48 tímar, og konfirmatiónin fer fram
um várið og/ ella um heystið.
At játta trúgv
Orðið »konfirmatión« merkir at játta,
staðfesta og styrkja.
– Konfirmanturin játtar trúnna
á hin tríeinda Gud, og at hann
við Guds hjálp vil verða verandi í
dópssáttmálanum. Gud staðfestir
dópssáttmálan og styrkir konfirmantin
við Heilaga Anda sínum.
Fólkakirkjan veit at siga, at fyrr var
ikki loyvt at koma til altars fyrr enn
eftir konfirmatiónina, men nú er tann
skipan galdandi, at eisini børn, sum
ikki eru konfirmerað, kunnu koma til
Harrans borð.
– Dópurin ger okkum til fullgildigar
og javnsettar limir í kirkjuni og gevur
tí eisini børnum og fólkum annars,
sum ikki eru konfirmerað, atgongd til
Harrans máltíð.
Lagt verður aftrat, at í okkara
kirkju er tað ikki eitt krav, at tú skalt
konfirmerast, men eitt tilboð.
– At kalla øll, sum hoyra
Fólkakirkjuni til, verða tó konfirmerað.
Konfirmatiónslesturin er ein týðandi
táttur í kirkjunnar kristniundirvísing,
og við konfirmatiónini verður alment
játtað - yvirfyri Gudi og kirkjuliðinum
- trúnna á hin tríeinda Gud.
Ein hátíðarstund
Í konfirmatiónini biðja vit eisini Gud
um, at hann við sínum Heilaga Anda
vil veita hjálp og styrki.
– Vit biðja saman við tykkum,
at Gud má veita tykkum hjálp og
styrki til at liva og sigra undir merki
hansara, skrivar Fólkakirkjan um
konfirmatiónina.
Í kirkjuni er tað ikki eitt krav, at tú skalt konfirmerast.
Hetta er eitt tilboð. Tey allar flestu, sum hoyra
Fólkakirkjuni til, verða tó konfirmerað