Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 77
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 77

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016 29 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Ferming Stóri dagurin Hvørt vár og heyst eru nógv foreldur og ung upp tikin av fyri reik ingum til fermingarnar. Børnini ganga til prest og fyrireika seg andaliga at verða kon­ firmerað. Og fermingin skal eisini hátíðar­ hald ast og tað kann vera stuttligt at hyggja at, hvussu bæði vakurt og origi nalt, foreldur og børn duga at pynta veitsluborðið. Vinirnir hjálpa eisini til á ymsan hátt at gera dagin serstakan. Pyntið verður bæði keypt, gjørt og funnið í náttúruni. Onkur gom ul tradi­ tión gongur fram vegis aftur. T.d. at prenta navn og mynd á servi ett arnar. Handlarnir eru altíð á tremur við øllum møgu ligum lutum, litum og hug skotum til eitthvørt veitslu borð, tað veri seg føðingardag, páskaborð ella eitt hugnaligt kvøld. Júst nú eru tað so kon firmatiónirnar, sum eru í fokus. Lagt til rættis: Simona Weihe 24. mars 2013 varð Jonna Hansen fermd í Havnar kirkju. Hárið hevði mosturin Sunniva Mellemgaard sett. Jonnu dámar væl violett, so tað var eisini liturin, hon valdi sær hendan dagin. Borðpyntið var stór gløs við violettum steinum í botninum. Í vatninum hvít rósa. Vinkonurnar hjá mammu Jonnu hjálptu til. Tilda Joensen gjørdi kransakøkuhornið við konfekt, og Edit Frederiksen bant Jonnu bolero. Bókabúðin í Saltangará prentaði navnið á serviettarnar. Sunrid í Gong tók myndirnar.